Home FÍF Tvey met afturat til Marnu Egholm

Tvey met afturat til Marnu Egholm

by Hallur Holm

Tá Marna Egholm nýggjársaftan rann og vann Ånglamark ½ maraton, varð hon skrásett fyri nýtt føroyskt met á teininum. Millumtíðir hennara vóru so sterkar, at bæði á 15 km og 20 km var hon undir føroysku metunum. FÍF hevur sett seg í samband við fyriskipararnar av rennikappingini (Sparta) fyri at fregnast um 15 km- og 20 km merkini kundu góðtakast sum tjóðarmet.

Svarið var játtandi, øll punktini vóru DAF-uppmerkt, og sostatt gjørdist ársins seinasti dagur í 2014 dagurin, har Marna ikki bara tók sítt fyrsta føroyska met, men síni trý fyrstu føroysku met.


Marna knýtir skógvarnar til enn fleiri met

Tað var annars Valborg Heinesen, sum átti øll hesi metini frammanundan. Bæði Marna og Valborg renna sera væl fyri tíðina, og tað er bert ein spurningur um tíð til onnur teirra sker enn meira av hesum tíðunum.

Metini henan ársins seinasta dag í 2014 vóru hesi:

  • 15 km – 57.23 min
  • 20 km – 1.16.46 tími
  • ½ maraton – 1.20.57 tími

Frælsur Ítróttur Føroya ynskir Marnu tillukku við metunum.

Marna vann Ånglamark ½ maraton: http://fif.fo/met/marna-met-a-evsta-degi/

0 comment
0

Related Articles