Home FÍF Ungdómslandsliðið til DN-Galan

Ungdómslandsliðið til DN-Galan

by Hallur Holm

Fríggjadagin 3. august fer ungdómslandsliðið til stóra frælsa ítróttarkapping í Stokkhólmi. Hetta er kapping, sum verður fyriskipað í sambandi við stóru altjóða Grand Prix kappingina DN-Galan, har flestu av mætu heimsstjørnunum innan frælsan ítrótt eru við. 

Við á landsliðnum verða Bjørk Herup Olsen, Rebekka Fuglø, Vár Gregersen, Rúni Seloy og Regin Joensen. Farið verður fyrst til Nørreskoven í Vejle, har venjing verður á Vejle Stadion leygar- og sunnudagin. Mánadagin koyra vit til Stokkhólm, har vit týskvøldið verða áskoðarar til stóru kappingina við stóru stjørnunum. Mikudagin og hósdagin verða so ungdómskappingarnar á skránni, og heimferðin verður fríggjadagin.

4 web-upptøkutól verða nýtt, soleiðis at flestu kappingar verða at síggja beinleiðis umvegis heimasíðuna www.dngalan.com

Skráin hjá okkara mikudagin 8. august:

11.00 Gentur 14 ár 80 m. hekk – Vár Gregersen                                                                                                                                

12.20 Dreingir 12 ár 80 m. – Regin Joensen

14.40 Dreingir 13 ár 600 m – Rúni Seloy

14.50 Gentur 14 ár 300 m – Vár Gregersen

17.10 Gentur 14 ár 800 m – Rebekka Fuglø

17.30 Gentur 16 ár 800 m – Bjørk Herup Olsen

Skráin hjá okkara hósdagin 9. august:

10.32 Gentur 14 ár 100 m – Vár Gregersen

13.20 Dreingir 12 ár 600 m – Regin Joensen

15.45 Gentur 14 ár 1500 m – Rebekka Fuglø

16.00 Gentur 16 ár 1500 m – Bjørk Herup Olsen

16.22 Dreingir 13 ár 2000 m – Rúni Seloy

Ferðin er fingin í lag við stuðli frá Nordisk Ministerråd og høvuðsstuðlum okkara Atlantic Airways og Tryggingarfelagnum Føroyar. Ferðaleiðarar á túrinum verða Guttorm Sørensen og Hallur Holm.

2 comments
0

Related Articles

2 comments

Daniel Bergin 01.08.07 - 13:46

Hej Gutti, Hallur och friidrottsungdomarna från Färöarna och välkomna till Sverige i nästa vecka! DN-galans ungdomstävling genomförs i år för första gången och blir förhoppningsvis en av sommarens höjdpunkter för alla inblandade. Det är en speciell atmosfär på Olympiastadion från 1912 som ni säkert kommer att få uppleva på tisdagen när världseliten tävlar och förhoppningsvis också onsdag-torsdag när ni själva kliver in på banan. Vi ses!

Daniel 01.08.07 - 22:46

Hopi tit vinna ^^

Comments are closed.