Home FÍF Úrslit av renning á Sundalagsstevnu

Úrslit av renning á Sundalagsstevnu

by Guttorm Sørensen

Leygarmorgunin bleiv 3.umfar í Grand Prix fyri vaksin avgreitt í Kollafirði. 38 menn og 10 kvinnur gjøgnumførdu tann 7 km langa teinin. Harafturat var eisini barnarenning á skránni, og her vóru íalt 40 luttakarar.

Kappingin hjá monnunum byrjaði sum vant við Andriasi Hansen sum ferðsetara, og við Sam Vang í hølunum. Eitt sindur aftanfyri komu Eirikur Hansen, Henry Olsen, Jan Elmar Sørensen og Hallur Holm trampandi um triðja plássið.  Tað sást skjótt, at Andrias ikki var so væl fyri henda dagin. Ferðin var ikki tann hon plagar at vera, og Sam dusaði sær í reyvini á honum, meðan holið til forfylgjararnar heldur enn at vaksa, kvinkaðist nakað.

Eftir vendingina við 6 km, setti Sam ferð á og rann frá Andriasi, og kom á mál 12 sekund frammanfyri. Í kappingini um 3. plássið mátti Eirikur resignera eftir 5 km, meðan Henry, Jan Elmar og Hallur framvegis fylgdust móti 6 km merkinum. Nú var tað Jan Elmar, sum togaði, og endin var, at Henry mátti sleppa. Jan Elmar bleiv tó við at koyra á, og tá 200 m vóru eftir, mátti eisini Hallur sleppa. So góður var endin hjá Jan Elmari, at loksins vóru bert 20 sekund niður til Sam og einans 8 sekund til Andrias.

Tað merkir so, at gull og silvur, vóru umbýtt í mun til Fjarðastevnuna, meðan bronsan fór sama veg. Hjá kvinnum blivu heiðyrsmerkini býtta sama hátt, sum á Fjarðastevnuni. Aftur her var Bjørk Herup Olsen í serflokki. Við tíðini 25.58 vóru bert 6 menn frammanfyri hana. Miðalferðin hjá henni var 3.42.5 min/km, og tað má sigast at boða frá góðum formi innan oyggjaleikirnar. Hin oyggjaleikaluttakarin hjá kvinnum, Rebekka Fuglø, bleiv nr. 2 og Birna Abrahamsen úr Hvirluni bleiv nr. 3.  Ein kvinnuveteranur var við í kappingini, tað var Laila Jacobsen úr Frælsi.

Tað bleiv ein hørð kapping hjá mannligu veteranunum. Josvein Herup Olsen, Jógvan Thomsen og Pól Sundsskarð komu allir á mál innanfyri 26 sekund í nevndu raðfylgju. Hjá superveteranunum endaði eisini sum seinast við Heðini Jóhannese á fyrsta plássi frammanfyri Jens Weihe og Steindor Hjaltalin.

startur-kolla
Tey vaksnu eru júst skotin avstað (hvørjum man Hallur u.t.v. hyggja eftir)

Øll úrslitini eru at finna sum .pdf dokument við at trýsta  HER.

Oyggjaleikir standa nú fyri durum hjá okkara fremstu íðkarum, og tí verður næsta umfar í Grand Prix fyri vaksin ikki fyrr enn Oyggjaleikirnir eru lidnir. Fjórða umfar, sum samstundis er FM á 10 km teininum, verður í Runavík týskvøldið 7. juli. Fimta umfar verður longu fríggjakvøldið 10. juli á Vestanstevnu.

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Fríði Hammer 10.07.09 - 09:08

Hallur hyggur eftir Andriasi Hansen, tí Hallur heldur at Andrias er so skjótur!:P I guess…

Comments are closed.