Home FÍF FM fyrsti dagur: Hvirlan stóri vinnarin!

FM fyrsti dagur: Hvirlan stóri vinnarin!

by Guttorm Sørensen

Við 22 heiðursmerkjum gjørdist Hvirlan mest vinnandi felag á fyrsta degnum til FM 2011. Hóast Bragdið eins og Hvirlan vann 6 gullheiðursmerki, vóru tað reyðu Hvirlurnar, sum stóðu sterkast í myndini. Tí umframt tey seks gullmerkini, vann Hvirlan eisini 8 silvur og 8 bronsumerki, meðan Bragdið vann 5 silvur og 3 bronsumerki. Treysti vann 4 gull og eina bronsu.

Her eru úrslit frá fyrra kappingardegnum í FM 2011, sum var á Tórsbreyt í dag. Tey finnast í .pdf her: FM 2011 úrslit leygardagur. Myndir, sum Bjørg Svabo tók í dag, eru at finna her: Myndir FM 2011 dagur 1.


Same procedure as every eyar….. Heri Ziska fór aftur í ár heim við gullinum í klingrukasti og sleggjuvarpi.


Rúni Seloy í leysari luft. Hann vann fyrstu kapping í 400 metra hekkurenning á Tórsbreyt. Trygvi Laksafoss í reyðum gjørdist nr. 2


Sólja Fríða Jóanisdóttir vann tryggan sigur í kringlukasti.


Bragdamenn føroyameistarar í 4×100 m.  F.v. Høgni, Rúni, Hans og Rói.


Marnar Djurhuus vann tvey FM-heiti í dag. Her vinnur hann 800 m heldur óvæntað á føroyameistaranum Rúna Seloy, sum beint frammanunda hevði runnið 400 m hekkurenning. Aftanfyri síggjast Júst í Túni og Heini Høgnason.


Ungu talentini eru ófør at hjálpa. Um tvær vikur er tað teirra túrur. F.v. Sára, Karin og Katarina.


 

ÚRSLIT FM 2011 Á TÓRSBREYT LEYGARDAGIN 6. AUGUST KL. 13-16
KVINNUR 100M FINALA LEYGARDAG KL. 15.30
Nr. Tíð VIND -0,3
1 15,36 Elsa Berg 1996 Bragdið
2 17,01 Rannvá Strøm 1987 Bragdið
3 17,85 Meiken Olsen 1990 Bragdið
DNS Mona Breckmann 1991 Bragdið
MENN 100M FINALA LEYGARDAG KL. 15.40
Nr. Tíð VIND
1 11,81 Rói Holgarsson 1992 Bragdið
2 12,19 Trygvi Laksafoss 1994 Hvirlan
3 12,52 Hans Jacobsen 1994 Bragdið
4 12,67 Bjarni K. Petersen 1994 Hvirlan
5 12,86 Tummas N. Arge 1995 Hvirlan
KVINNUR 400M FINALA LEYGARDAG KL. 14.35
Nr. Tíð
1 66,12 Rebekka Fuglø 1993 Treysti
2 67,57 Elsa Berg 1996 Bragdið
MENN 400M FINALA LEYGARDAG KL. 14.25
Nr. Tíð
1 56,27 Hans Jacobsen 1994 Bragdið
2 60,50 Júst í Túni 1986 Bragdið
3 64,51 Kristian M. Garðalíð 1990 Hvirlan
4 DNS Heini Høgnason 1995 Bragdið
DNS Rúni Seloy 1994 Bragdið
KVINNUR 800M LEYGARDAG 13.20
Nr. Tíð
1 2.31,10 Rebekka Fuglø 1993 Treysti
DNS Elsa Berg 1996 Bragdið
MENN 800M FINALA LEYGARDAG 13.10
Nr. Tíð
1 2.11,88 Marnar Djurhuus 1995 Treysti
2 2.13,36 Rúni Seloy 1994 Bragdið
3 2.19,60 Júst í Túni 1986 Bragdið
4 2.24,40 Heini Høgnason 1995 Bragdið
5 DNS Hans Jacobsen 1994 Bragdið
KVINNUR 5.000M LEYGARDAG KL. 13.50
Nr. Tíð
1 20.51,33 Rigmor N. Arge 1969 Hvirlan
2 23.28,23 Birna Mohr Joensen 1970 Hvirlan
3 23.51,40 Birna Abrahamsen 1970 Hvirlan
DNS Jorie Josephsen 1971 Treysti
DNS Malan Hansen 1970 Hvirlan
MENN 5.000M FINALA LEYGARDAG KL. 14.55
Nr. Tíð
1 16.27,37 Marnar Djurhuus 1995 Treysti
2 16.33,36 Sam Vang 1970 Bragdið
3 16.51,46 Guttorm Sørensen 1968 Treysti
4 17.20,15 Henry Olsen 1964 Bragdið
5 17.42,54 Borgar Biskopstø 1962 Treysti
6 17.52,92 Jonhard Larsen 1966 Treysti
7 18.03,94 Súni Jacobsen 1967 Bragdið
8 19.14,33 Einar Gregersen 1995 Treysti
9 19.15,32 Debes H. Christiansen 1966 Bragdið
DNS Jógvan K. Glerfoss 1967 Bragdið
DNS Meinar Ortind 1990 Bragdið
DNS Andreas Josephsen 1968 Treysti
DNS Tummas Jákup Thomsen 1962 Nordragøta
DNS Arnfinnur Helmsdal 1970 Tórshavn
MENN 400M HEKK FINALA LEYGARDAG Kl. 13.00
Nr. Tíð Vind
1 61,86 Rúni Seloy 1994 Bragdið
2 67,15 Trygvi Laksafoss 1994 Hvirlan
3 81,28 Tróndur Arge 1994 Hvirlan
KVINNUR 4 X 100M FINALA LEYGARDAG KL. 15.50
Nr. Tíð
1 63,77 Elsa Berg 1996 Bragdið
Meiken Olsen 1990 Bragdið
Rebekka Fuglø 1993 Treysti
Rannvá Strøm 1987 Bragdið
MENN 4 X 100M FINALA LEYGARDAG KL. 16.00
Nr. Tíð
1 48,84 Rói Holgarsson 1992 Bragdið
Hans Jacobsen 1994 Bragdið
Heini Høgnason 1995 Bragdið
Rúni Seloy 1994 Bragdið
2 49,03 Tummas N. Arge 1995 Hvirlan
Bjarni K. Petersen 1994 Hvirlan
Steinolvur Geyti 1994 Hvirlan
Trygvi Laksafoss 1994 Hvirlan
KVINNUR LONGDARLOP FINALA LEYGARDAG KL. 13.50
Nr. ÚRSLIT 1 V 2 V 3 V 4 V 5 V 6 V
1 4,44 Elsa Berg 1996 Bragdið 4,30 1,5 4,44 1,3 4,31 2,6  –  –  –
MENN LONGDARLOP FINALA LEYGARDAG KL. 13.50
Nr. ÚRSLIT 1 V 2 V 3 V 4 V 5 V 6 V
1 5,66 Trygvi Laksafoss 1994 Hvirlan  – 5,66 1,3 5,45 1,3 5,66 2,2 4,9 1,7  –
2 5,59 Bjarni Kárason Petersen 1994 Hvirlan 5,43 1,7 5,38 1,2 5,59 2,2 5,04 2,6 5,17 2,1 4,85 1,7
3 4,89 Kristian Martin Garðalíð 1990 Hvirlan 4,41 1,1  – 4,89 1,8  – 4,54 2,0 4,86 2,6
4 4,76 Daniel Rein Djurhuus 1990 Bragdið 4,76 1,4  – 4,4 2,3  –  –  –
5 4,74 Helgi Geyti 1993 Hvirlan 4,74 2,0 4,72 1,7 4,51 2,5 4,61 3,0 4,54 3,0 4,66 2,4
6 4,66 Júst í Túni 1986 Bragdið 4,29 2,1 4,66 2,2 4,33 0,8 4,22 1,9 4,52 3,9 4,19 1,9
7 4,64 Steinolvur Geyti 1994 Hvirlan 4,57 1,4 4,56 2,2 4,64 2,6
DNS Jógvan K. Glerfoss 1967 Bragdið
MENN KLINGRUKAST FINALA LEYGARDAG KL. 13.00
Nr. Úrslit 1 2 3 4 5 6
1 38,70 Heri Ziska 1967 Hvirlan  – 37,11 38,70  –  – 37,43
2 22,73 Tróndur Arge 1994 Hvirlan 20,61 21,46 22,73  –
3 18,53 Steinolvur Geyti 1994 Hvirlan  –  –  –  –  – 18,53
KVINNUR KLINGRUKAST FINALA LEYGARDAG KL. 13.00
Nr. Úrslit 1 2 3 4 5 6
1 20,27 Sólja Fríða Jóanisdóttir 1981 Hvirlan 17,00  –  –  – 19,21 20,27
2 16,86 Bjørk R. Svabo 1996 Hvirlan 15,35  –  –  – 15,43 16,86
3 16,17 Kúrberg Randi 1972 Hvirlan 14,22 12,06 14,40 14,32 15,96 16,17
MENN SLEGGJUVARP FINALA LEYGARDAG KL. 14.55
Nr. Úrslit 1 2 3 4 5 6
1 42,72 Heri Ziska 1967 Hvirlan 42,72 41,37 41,99
2 26,55 Uni Højgaard 1980 Hvirlan 26,55  – 22,25 25,58 17,00 17,04
3 19,35 Bjarni Kárason Petersen 1994 Hvirlan 18,70 17,64 16,34 19,35 17,44 17,18
4 17,14 Tróndur Arge 1994 Hvirlan 16,45 14,83 15,64 14,01 17,14 15,66
5 14,12 Trygvi Laksafoss 1994 Hvirlan 11,64 14,12  –
KVINNUR SLEGGJUVARP FINALA LEYGARDAG KL. 14.55
Nr. Úrslit 1 2 3 4 5 6
1 33,62 Kúrberg Randi 1972 Hvirlan 30,19  – 30,15 31,30 31,02 33,62
2 20,03 Sólja Fríða Jóanisdóttir 1981 Hvirlan 19,52 20,03 16,50 15,83 13,33 18,25
3 16,02 Bjørk R. Svabo 1996 Hvirlan 14,30 16,02  – 12,91 12,66 14,58

 

0 comment
0

Related Articles