Í gjár bleiv skipað fyri fyrsta umfari í Grand Prix kappingini fyri børn og ung á Svangaskarði. Umleið 30 børn tóku lut í kappingini. Tað vóru børn úr Bragdið, Treysti, Hvirlan og Frælsi, sum høvdu leitað sær inn á Svangaskarð í gjár. Líkindi at kappast vóru góð, tó at tað var eitt lítið lot og eitt lítið sindur kalt eisini.
Longu í hesum fyrsta umfarinum vóru nøkur góð úrslit at síggja. Øll úrslitini eru at finna niðanfyri.
Næsta umfar verður á Svangaskarði mikudagin 18. juni.
Gentur 10-11 renna 60m. F.v. Maria Petersen, Milja R. Simonsen, Jansý Jacobsen og Jonna Bláhamar.
Spurtteinar
Miðteinar
Longdarlop
Kúla