Home FÍF Úrslit frá 2. Grand Prix børn og ung á Svangaskarði

Úrslit frá 2. Grand Prix børn og ung á Svangaskarði

by Guttorm Sørensen

Tað vóru tey vánaligu veðurlíkindi, sum settu sín dám á kappingina á Svangaskarði mikukvøldið, tá børn og ung avgreiddu 2. umfar í Grand Prix kappingini í summar. Tað var oysandi regn og tí bleiv kappingin nakað seinkað frá byrjan av.

Men sum ikki einaferð, so vóru tað nøkur sera væluppløgd børn, sum møttu til kappingina. Við góðari hjálp frá foreldrum, so gekk tað væl at avgreiða kappingarnar, hóast tað var bæði regn og vindur alla tíðina meðan kappingarnar fóru fram. Hóast veðrið so vóru fleiri góð avrik at síggja frá luttakarunum.

Øll úrslitini er at finna her niðanfyri.

Úrslit spurt
Úrslit miðteinar
Úrslit kúla
Úrslit longd

Triðja og seinasta umfar í Grand Prix fyri børn og ung verður mikukvøldið 16. juli. Fyri at telja við í samlaðu kappingini, so skal ein hava luttikið í tveimum av teimum trimum umførunum. Støðan verður uppgjørd eftir einum miðaltali av tveimum teimum bestu umførunum tann einstaki íðkarin hevur í hvørjari einstakari grein, sum eru spurtir, miðteinar, kúla og longdarlop.

0 comment
0

Related Articles