Home FÍF Úrslit frá 3. Grand Prix fyri børn og ung og endaliga støðan

Úrslit frá 3. Grand Prix fyri børn og ung og endaliga støðan

by Guttorm Sørensen

Í kvøld hevur triðja og seinasta umfar í Grand Prix fyri børn og ung 2008 verið á Svangaskarði. Líkindini í kvøld vóru stak góð, hóast tað var eitt lítið lot. Umleið 30 børn og ung vóru við í hesum seinasta umfarinum, og vóru aftur hesaferð fleiri góð úrslit at síggja.

Eftir kappingina blivu heiðursmerkir handaði í B68-húsinum. Eisini bleiv steyp latið til besta einstaka úrslit hjá gentum og dreingjum. Hesi blivu vunnin av Bjørk Herup Olsen úr Bragdið, ið fekk 935 stig fyri at renna 2.000 metrar uppá 6.47,0 min. í kvøld og hjá dreingjunum var tað kastarin Tóri Nielsen úr Frælsi, ið fekk steypið við at fáa 812 stig fyri at stoyta kúluna út á 8,34 metrar.

Øll úrslitini frá kappingini í kvøld eru at finna her niðanfyri:

Spurtteinar (pdf)
Miðteinar (pdf)
Longdarlop (pdf)
Kúla (pdf)

Endaliga støðan í Grand Prix kappingini er at finna her (pdf).  
Bert tey sum hava gjøgnumført minst tvey umfør eru við í samlaðu støðuni.

Kappingarnevndin hjá FÍF ynskir at takka øllum luttakarunum, sum hava verið við hesi trý umførini, og eisini ein serlig tøkk til hjálparfólk og foreldur fyri góða hjálp í samband við kappingarnar.

0 comment
0

Related Articles