Home FÍF Úrslit frá 4. Grand Prix fyri børn og ung á Svangaskarði

Úrslit frá 4. Grand Prix fyri børn og ung á Svangaskarði

by Guttorm Sørensen

Treysti skipaði í kvøld fyri 4. umfari í Grand Prix fyri børn og ung á Svangaskarði. Eini 60 íðkarar høvdu meldað seg til. Líkindini at íðka vóru av teimum allarbestu, bert eitt lítið lot og sólskin. Hesaferð var bert frælsur ítróttur á Svangaskarði og onki annað tiltak. Nógvir spentir fjapparar vóru og hugdu. Har vóru bæði mammur, pápar, ommur, abbar og systkin, sum stuðlaðu teimum ungu røsku íðkarunum.


Teitur Bjarnastein vinnur her 80m við tíðini 11,34 sekund í bólkinum dreingir 12-13

Tríggir teir yngstu bólkarnir royndu seg í spurti og kasti, meðan hinir tríggir royndu seg í longdarlopi og miðteini. Aftur í kvøld vóru fleiri spennandi uppgerðir at síggja. Í spurti hjá 8-9, 10-11 og 12-13 var hetta samstundis triðja, seinasta og tí avgerandi umfar í hesi grein. Kast hjá 12-13 bleiv eisini avgjørt í kvøld og eins og lop hjá 14-15 og 16-17.

Í triðja umfari á Tórsbreyt seinast í juni, blivu eisini triðja og seinasta kastiumfar hjá 14-15, 16-17 og 18-19 avgjørd.

Tá seinasta umfar verður fara 14-15, 16-17 og 18-19 at kappast í hekkurenning og 1.500m. 12-13 fara at kappast í lopi og 1.000m, og 8-9 og 10-11 fara at kappast í 600m, bóltkast og lopi.

Úrslit 4. Grand Prix børn og ung 2010

Samlaða støðan eftir fýra umfør er her GENTUR og DREINGIR

   
Heðin og Óli júst afturkomnir við Norrønu,
løgdu at á Svangaskarði at kappast á veg heim til Klaksvíkar
 
  
Maria og Oddvør eru raskar at renna. Hildur vann 80m spurtin móti Maritu í bólkinum 12-13

Regin, Marnar, Hans og Rúni spenna avstað út á 800m teinin

Susan og Karin tóku sær av kúlustoyti

Sunniva kom væl frá uppgávuni sum startari, við góðari hjá frá Debesi.
Her eru Elsa og Rebekka skotnar avstað á 800m. Elsa setti nýtt pr. við 2.32,18 min.
 
0 comment
0

Related Articles