Home FÍF Úrslit frá Fjarðastevnu Renning og samlaða støðan eftir 6. umfar

Úrslit frá Fjarðastevnu Renning og samlaða støðan eftir 6. umfar

by Guttorm Sørensen

Í gjárkvøldið skipaði Treysti fyri 6. umfari í Grand Prix fyri vaksin í sambandi við Fjarðastevnuna, sum er á Strondum um vikuskiftið. Eisini var skipað fyri barnarenning. Einir 70 rennarar møttu til start og tað eru fyriskipararnir væl nøgdir við. Tey vaksnu runnu 10 km frá ferjuleguni og móti Morskranesi at venda og aftur. Allar barnarenningarnar blivu avgreiddar á keiøkinum, meðan tey vaksnu runnu, og tað gekk væl.

Líkindini at renna vóru hampulig. Tað sirmaði alla tíðini og eitt lítið lot var eisini. Rutan hevði nakrar styttri og longri brekkur og tað er ivaleyst tað, sum hevur ávirkað tíðirnar, sum vóru heldur lakari enn vanligt er á 10 km.

Sum væntað, so gjørdust Marnar Djurhuus og Bjørk Herup Olsen vinnarar í opna bólkinum hjá ávikavist monnum og kvinnum. Øll úrslitini og samlaða støðan eftir 6. umfar er at finna niðanfyri.

Úrslit í .pdf: Fjarðastevnu Renning á Strondum 2011

Samlaða støðan í .pdf: grand prix vaksin 6 umfør 2011

0 comment
0

Related Articles