Home FÍF Úrslit frá Fjarðastevnurenning á Skála í dag

Úrslit frá Fjarðastevnurenning á Skála í dag

by Guttorm Sørensen

Í dag skipaði Roynsið fyri 3. umfari í summarstevnu Grand Prix í samband við Fjarðastevnuna, sum er á Skála hetta vikuskiftið. Eisini bleiv skipað fyri barnarenning. Sigast má, at tey í Roysnið komu sera væl frá fyriskipan av hesum tiltakið. Startur og mál vóru á vegnum niðanfyri gamla Eik banka. Tey vaksnu runnu fyrst umleið 2,5 km út móti prestagarðinum á Gjarðanesi at venda, framvið málinum aftur og so umleið 1,2 km inneftir gamla bygdavegnum (Skálavegur) at venda og aftur á mál. Eitt fitt høgættarlot var, men tað darvaði bert eitt sindur. Fitt av fólkið var uppmøtt, og rennaratalið varð umleið 70 vaksin og børn.

Fyrst at renna vóru tey vaksnu. Sam Vang legði sera hart út í undanvindinum og undanbrekkuni og fekk eitt fitt hol beinanvegin, næstir honum vóru Borgar Biskopstø og Marnar Djurhuus. Allir hinr løgdu eisini rímiliga hart út. Tá vent bleiv við Prestagarðin eftir 2,5 km var Sam klárt á odda frammanfyri Marnar og Borgar. Eini 25 sekund eftir Borgar vendu Magni Jacobsen og Guttorm Sørensen, og løtu seinni Einar Gregersen. Í mótvindinum byrjaði Marnar at elta Sam og skjótt vóru teir javnir. Borgar lá einsamallur á triðjaplássi, og tað byrjaði spakuliga at styttast aftur Magna og Guttorm. Marnar og Sam vendu mestsum samstundis innanfyri Skála bygd, men so segði Marnar farvæl og takk og rann seg til sigurs, men munurin bleiv ongatíð tann heilt stóri og vóru tað bert fýra sekund á muni tá teir komu á mál. Borgar var bert eini fimm sekund frammanfyri Guttorm og Magna tá teir vendu innanfyri Skála bygd. Hann hevði spart eitt sindur av kreftum, og hóast Guttorm og Magni royndu tað teir vóru mentir, at fáa hann aftur so eydnaðist tað ikki. Borgar bleiv nummar trý, Magni fýra og Guttorm nummar fimm.


Jóhan M. Jacobsen hevur verið aktivur mestsum alt vikuskiftið, men hevði kreftir at renna eisini

Hjá kvinnunum vóru tað Rigmor N. Arge og Rebekka Fuglø, sum fylgdust mestsum allan vegin Duruta R. á Lofti lá naka aftanfyri. Rebekka hevði runnið Grand Prix á breyt fyrrakvøldið, og hon skal saman við landsliðnum til Gøteborg komandi vikuskifti, so sprdi nakað uppá kreftirnar, men vann tó ein tryggan sigur frammanfyri Rigmor og Durutu.

Eftir at tey vaksnu høvdu runnið vóru allar barnarenningarnar avgreiddar í øllum góðum. Eftir loknar renningar varð farið inn í gamla Eik banka, har heiðursmerkjahandanin fór fram. Har var eisini borðreitt við kaffi/te og øðrum góðum.

 
Arnfinn bjóðaði vælkomin og Marnar var spekari

Myndir, nógvar góðar, eru at finna á leinkjuni her.

Øll úrslitini er at finna niðanfyri. Støðan í Grand Prix eftir hetta triðja umfarið verður løgd út her ein av komandi døgunum.

VAKSIN
Nr. Tíð Menn opin bólkur (f. -1997) 7,5 km
1 26.00 Marnar Djurhuus 1995 Treysti
2 26.04 Sam Vang 1970 Bragdið
3 27.31 Borgar Biskopstø 1962 Treysti
4 27.36 Magni Jacobsen 1976 Treysti
5 27.41 Guttorm Sørnsen 1968 Treysti
6 28.10 Einar Gregersen 1995 Treysti
7 28.41 Debes H. Christiansen 1966 Bragdið
8 28.59 Jóhan E. Simonsen 1969 Bragdið
9 29.02 Arnfinn Johannesen 1965 Roysnið
10 29.46 Jóhan M. Jacobsen 1966 Roysnið
11 30.02 Regin Thomsen 1976 Roysnið
12 30.03 Heini Gregersen 1964 Treysti
13 30.09 Egil G. Olsen 1963 Roysnið
14 30.19 Eirikkur Joensen 1967 Roysnið
15 32.12 Terje Hansen 1968 Roysnið
16 32.22 Krismund Johannesen 1968 Skála
17 33.11 Jan Rasmussen 1979 Bragdið
18 33.58 Bergur Didriksen 1965
19 34.24 Jóannes Ortind 1951 Bragdið
20 36.47 Karl Marius Dahl 1994 Bragdið
21 42.12 Álvur Áarstein 1954 Treysti
DNF Fríðrikur Bláhamar 1965 Bragdið
Nr.  Tíð Menn vet. (f. 1958 – 1967) – 7,5 km
1 27.31 Borgar Biskopstø 1962 Treysti
2 28.41 Debes H. Christiansen 1966 Bragdið
3 29.02 Arnfinn Johannesen 1965 Roysnið
4 29.46 Johan M. Jacobsen 1966 Roysnið
5 30.03 Heini Gregersen 1964 Treysti
6 30.09 Egil G. Olsen 1963 Roysnið
7 30.19 Eirikkur Joensen 1967 Roysnið
8 33.58 Bergur Didriksen 1965
DNF Fríðrikur Bláhamar 1965 Bragdið
Nr. Tíð Menn supervet. (f. 1957 ella fyrr) -7,5 km
1 34.24 Jóannes Ortind 1951 Bragdið
2 42.12 Álvur Áarstein 1954 Treysti
Nr. Tíð Kvinnur opin bólkur (f. – 1997) – 7,5 km
1 30.10 Rebekka Fuglø 1993 Treysti
2 30.26 Rigmor Napoleonsdóttir Arge 1969 Hvirlan
3 31.29 Duruta R. á Lofti 1969 Bragdið
4 33.32 Ella Áarstein 1964 Treysti
5 34.47 Astrid Joensen 1967 Roysnið
6 38.00 Birna Abrahamsen 1970 Hvirlan
7 38.35 Karin Kirke Petersen 1964 Treysti
8 42.30 Jóhanna Vang 1964 Bragdið
9 42.54 Olga Johannsen 1967 Roysnið
Nr. Tíð Kvinnur vet. (f. 1958 – 1967) – 7,5 km
1 33.32 Ella Áarstein 1964 Treysti
2 34.47 Astrid Joensen 1967 Roysnið
3 38.35 Karin Kirke Petersen 1964 Treysti
4 42.30 Jóhanna Vang 1964 Bragdið
5 42.54 Olga Johannesen 1967 Roysnið
BØRN, UNG 
Nr. Tíð Gentur – 7 ár (f. 2006 ella seinni) – 750m
1 3.26 Sophilia Wraae 2006 Tórshavn
2 4.13 Glóa Reginsdóttir á Lofti 2007 Bragdið
3 5.11 Jóhanna Ólavsdóttir 2007 Roysnið
Nr. Tíð Dreingir – 7 ár (f. 2006 ella seinni) – 750 m
1 3.22 Rúni Vang 2006 Bragdið
2 4.20 Óðin J. Glerfoss 2008 Bragdið
3 4.21 Dánial Jógvan Gregersen 2008 Strendur
4 4.26 Axel Holm Simonsen 2009 Bragdið
5 4.53 Dániel Thomsen 2008 Hósvík
6 5.12 Bárður Ólavson 2008 Roysnið
7 5.19 Rókur Davidsen 2008 Norðoyri
Nr. Tíð Gentur – 10 ár (f. 2003-2005) – 750 m
1 2.52 Bára J. Glerfoss 2003 Bragdið
2 3.01 Vibeka Sivertsen 2005 Treysti
3 3.04 Børka Berg Jørgensen 2004 Hvirlan
4 3.17 Maria Josephsen 2004 Treysti
5 3.19 Amanda W. Frímundsdóttir 2005 Bragdið
Nr. Tíð Dreingir – 10 ár (f. 2003-2005) – 750 m
1 2.39 Hans Erland Thomsen 2003 Bragdið
2 2.42 Jónas Isaksen 2005 Bragdið
3 2.53 Eiri J. Glerfoss 2005 Bragdið
4 2.53 Jógvan Gulfoss 2004 Bragdið
5 3.11 Bjarti Vang 2005 Bragdið
6 3.15 Áki Dam 2005
Nr. Tíð Gentur – 13 ár (f. 2000-2002)  -1500 m
1 5:25 Oddvør Josephsen 2001 Treysti
2 5.29 Maria Biskopstø 2002 Treysti
3 5.43 Rutt Gregersen 2001 Treysti
4 5.53 Elisabet Holm Simonsen 2001 Bragdið
5 6.14 Urd Reginsdóttir á Lofti 2001 Bragdið
6 6.25 Annika Isaksen 2002 Bragdið
7 6.28 Ró Reginsdóttir á Lofti 2002 Bragdið
8 6.37 Teresa F. Bláhamar 2001 Bragdið
9 6.44 Rakul Tausen Olsen 2001 Bragdið
Nr. Tíð Dreingir – 13 ár (f. 2000-2002) – 1500 m
1 5.33 Steintór J. Egholm 2000 Bragdið
2 5.37 Hans Petur Weihe Fríðmundsson 2001 Bragdið
3 6.46 Hans Sivertsen 2001 Treysti
4 9.59 Aron av Vollanum 2002
Nr. Tíð Gentur – 17 ár (f. 1996-1999) – 1500 m
1 5.33 Karin Holm Simonsen 1999 Bragdið
2 6.09 Herta Skarðhamar 1996 Roysnið
3 6.58 Martha Josephsen 1999 Treysti
Nr. Tíð Dreingir – 17 ár (f. 1996-1999) – 1500 m
2 5.02 Gunnar Sivertsen 1999 Treysti
3 5.07 Rói Dam 1998 Roysnið
0 comment
0

Related Articles