Home FÍF Úrslit frá FM á breyt

Úrslit frá FM á breyt

by Guttorm Sørensen

Her eru úrslitini frá FM á breyt, sum var á Svangaskarði seinnapartin í dag. Líkindini at íðka vóru góð, tó var eitt fitt lot av norði av og á, og á øllum sprintunum og longdarlopi var mótvindur uppá 3,0m/s ella meiri.

Luttøkan var góð, samanborin við seinasta ár. Men ynskiligt er, at enn fleiri taka lut í FM á breyt.

Besta úrsliti í dag stóð 16-ára gamla Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum fyri, tá hon einsamøll á 5.000m teininum setti nýtt føroyskt met við tíðini 18.53,1 min, sum er 8 sekund undir gamla metinum, sum gav Sunnuvu Bjarnastein eitt bronsuheiðursmerki á Oyggjaleikunum í Visby á Gotlandi 30. juli í 1999, tá hon rann teinin uppá 19.01,1 min.

Úrslitini eru her.

0 comment
0

Related Articles