Nú eru úrslitini tøk og kunnu síggjast her: Stórkapping 1 (úrslit)
Eitt føroyskt met varð sett leygardagin, og tað var í klingrukast, har Lydia Simonsen í 3. royndini sendi diskin út á 33,46 m. Lydia átti sjálv gamla metið, tí tað er bert knapt ár síðani at hon kastaði 31,91 m.
Á heimasíðuni hjá Hvirluni finnast, sum altíð, nógvar avbera góðar myndir frá kapppingini, beinleiðis link er her: www.hvirlan/myndir
Næsta umfar av BETRI Stórkappingini 2019 er longu nú leygardagin 25/5, og link til tilmeldingin er her: www.atgongumerki.fo/fif/