Í dag bleiv skjøtil settur á renniárið 2013. Einir 60 rennarar møttu til start til árliga Nýggjárshálvmarathon, sum byrjar á Funningsfjarðarvegnum og endar á Tofta Kei. Tað er nýtt met í luttøkutali, og tað eru fyriskipararnir sera væl nøgdir við. Nýggjárshálvmarathon var á fyrsta sinni runnið í 2002,og tað ferðina luttøku 8 menn, og næstan hvørt ár síðani eru luttøkutalið økt.
Veðurvánirnar gjørdu sítt til, at talan bleiv ikki um tær heilt góðu tíðirnar, tí tað var meir og minni mótvindur mestsum allan vegin og eisini okkurt ælið av og á, men kortini bleiv talan um spennandi kapping.
Hjá monnunum vóru tað Borgar Biskopstø og Sam Vang í ruku avstað frá byrjan við Niels Poulsen í hølunum. Borgar og Sam runnu teir fyrstu 5 km uppá umleið 18.20 min. og Niels umleið 20 sekund seinni. Longu tá sá tað út til, at tað fóru at verða hesir tríggir á teimum fremstu plássunum. Gloppið øktist aftur til Jonhard Larsen, Albert Johansen, Heini Gregersen, Jens R. Weihe, Jóhan M. Jacobsen, Hallur Holm og Alex Troleis.
Hjá kvinnunum var onki avgjørt við 5 km, og lógu tær sera javnar Ella Áarstein, Tórvør Østerø Vang, Ann Thomsen, Beinta H. Joensen og Annika Thomsen.
Við 10 km høvdu Borgar og Sam umleið 38,20 min. og lá Niels nú eini 30 sekund aftanfyri. Munurin til teir næstu var nú øktur til yvir 3 min., og fremst av teimum kom Albert við 42.00 min., Hallur og Heini við 42.10 min., Jens og Jonhard við 42.20 min. og Jóhan M. við umleið 42.35 min. Hjá kvinnunum, sum høvdu umleið 48.10 min., var framvegis púra javnt millum Ann, Tórvør, Beintu og Anniku. Ellar var nú dragnað eini 20 sekund.
Á 15 km vóru Borgar og Sam framvegis púra javnir beint undir 60 min. og Niels var nú yvir 1 min. aftanfyri. Hallur, Heini og Albert fylgdust nú og høvdu 1.05,00, og ein minut seinni komu Jens og Jonhard.
Nýggárshálvmarathon 2013 hjá monnum endaði við einari sera, sera tættari spurtuppgerð, og hóast teir fingu somu tíð 1.24,27, so varð tað kortini Borgar, íð dróg longra stráðið og sigraði á Sam. Niels bleiv nummar trý við 1.28,29, og tá hevði hann enntá tikið sær tíð til at renna ein, ikki planlagdan, túr runt á keiøkinum áðrenn hann kom á mál.
Hallur kom so á fjórðaplássið við 1.31,33, Heini á fimta við 1.31,44, og Jonhard, sum rann væl móti endanum, á sættað við 1.31,51. Albert á sjeynda fekk 1.32,53 og superveteranurin Jens rann teinin uppá 1.32,58!
Hjá kvinnunum bleiv tað Tórvør, sum vann við tíðini 1.44,30, og henni næst kom Beinta við 1.44,38 og Ann við 1.44,53. Annika bleiv nummar fýra við 1.47,33 og Ella fekk 1.48,04 á fimtaplássi.
Tríggir teir fremstu veteranarnir vóru í topp 5 í opna bólkinum. Raðfylgjan var Borgar (1.24,27), Hallur (1.31,33) og Heini (1.31,51).
Hjá kvinnunum var tað Ann í vann við 1.44,53, frammanfyri Ellu við 1.48,04 og Ruth Johannesen við 2.05,50.
Superveteranurin Jens vann sín bólk við 1.32,58, frammanfyri Pól Sundskarð við 1.37,48 og Álv Áarstein við 2.12,20.
Eftir at rennararnir vóru komnir á mál var møguleiki fyri skifting og brúsubað í Tofta Skúla. Har vóru eisini nýbakaðar vaflur og kaffi/te at fáa. Heiðursmerkini, sum KBI Sp/f, hevði latið vóru eisini handaði í skúlanum.
Fyriskipararnir vilja her nýta høvið at takka Tofta Kommunu fyri rennararnir kundu sleppa inn í skúlan. Tøkk til tey í gjørdu vaflir og kaffi. Tøkk til øll hjálparfólkini á rutuni og at enda tøkk til allar luttakararnar.
Næsta rennikapping verður 3. umfar í Vetrarkappingini, sum verður hildið í Sørvági leygardagin 12. januar. Teinurin er 12 km frá Sørvági til Býggjar og aftur. Tilmeldingin er klár her á síðuni.
Myndir eru í myndasavninum hjá Treysti: Myndir Nýggjárshálvmarathon 2013
Úrslit Nýggjárshálvmarathon 5. januar 2013 kl. 11.00 | |||||
Menn opin bólkur -1998 | |||||
1 | 1.24,27 | Borgar | Biskopstø | 1962 | Treysti |
2 | 1.24,27 | Sam | Vang | 1970 | Bragdið |
3 | 1.28,29 | Niels | Poulsen | 1972 | Bragdið |
4 | 1.31,33 | Hallur | Holm | 1967 | Bragdið |
5 | 1.31,49 | Heini | Gregersen | 1964 | Treysti |
6 | 1.31,51 | Jonhard | Larsen | 1966 | Treysti |
7 | 1.32,53 | Albert | Johansen | 1966 | Frælsi |
8 | 1.32,58 | Jens R. | Weihe | 1947 | Frælsi |
9 | 1.35,34 | Jóhan M | Jacobsen | 1966 | Treysti |
10 | 1.37,48 | Arnfinn | Johannesen | 1965 | Roysnið |
11 | 1.37,48 | Pól | Sundskarð | 1957 | Treysti |
12 | 1.40,31 | Eirikkur | Joensen | 1967 | Treysti |
13 | 1.41,37 | Petur Oluf | Joensen | 1969 | Bragdið |
14 | 1.42,12 | Áslakkur | Nesá | 1980 | onki felag |
15 | 1.43,46 | Finn | Johannessen | 1978 | Hvistan |
16 | 1.43,57 | Jóhan E. | Simonsen | 1969 | Bragdið |
17 | 1.44,07 | Arnfinnur | Helmsdal | 1970 | Bragdið |
18 | 1.44,09 | Rani | Nolsøe | 1959 | Treysti |
19 | 1.45,12 | Óla Jákup | Kristoffersen | 1959 | Bragdið |
20 | 1.45,44 | Jógvan Edvard | Joensen | 1963 | Bragdið |
21 | 1.46,36 | Kristmund | Johannessen | 1968 | onki felag |
22 | 1.48,45 | Alex | Troleis | 1980 | onki felag |
23 | 1.49,33 | Terje | Hansen | 1968 | Treysti |
24 | 1.49,37 | Jón | Rasmussen | 1967 | Treysti |
25 | 1.51,26 | Heðin D. | Poulsen | 1975 | onki felag |
26 | 1.51,49 | Jonny | í Grótinum | 1975 | onki felag |
27 | 1.52,05 | Jan | Matras | 1966 | Treysti |
28 | 1.52,12 | Ragnar | Isaksen | 1983 | onki felag |
29 | 1.52,32 | Martin | Dam Joensen | 1967 | Bragdið |
30 | 1.52,40 | Fríðrikur | Bláhamar | 1965 | Bragdið |
31 | 1.54,10 | Hans Petur | Højgaard | 1972 | Roysnið |
32 | 1.55,51 | Birgir | av Vollanum | 1972 | onki felag |
33 | 1.56,19 | David | Im | 1985 | onki felag |
34 | 1.56,33 | Erling | Høgnesen | 1974 | onki felag |
35 | 1.58,45 | Janus | Petersen | 1959 | Bragdið |
36 | 1.58,45 | Dávid Reinert | Hansen | 1960 | onki felag |
37 | 1.58,51 | Johnni Muller | Jacobsen | 1964 | Treysti |
38 | 1.59,11 | Jan | Egholm | 1972 | Bragdið |
39 | 2.02,07 | Sofus | Poulsen | 1965 | Frælsi |
40 | 2.03,25 | Rúni | Jacoben | 1965 | Treysti |
41 | 2.06,49 | Lars | Müller | 1974 | onki felag |
42 | 2.12,20 | Álvur | Áarstein | 1954 | Treysti |
43 | 2.14,28 | Andreas | Andreasen | 1957 | onki felag |
DNF | Marnar | Djurhuus | 1995 | Treysti | |
DNS | Hans | Klakkstein | 1968 | Treysti | |
DNS | Jákup | Hansen | 1984 | Treysti | |
DNS | Jóannes | Ortind | 1951 | Bragdið | |
DNS | Símun | Akursmørk | 1967 | Treysti | |
Kvinnur opin bólkur -1998 | |||||
1 | 1.44,30 | Tórvør Østerø | Vang | 1969 | Bragdið |
2 | 1.44,38 | Beinta Hoydal | Joensen | 1971 | Bragdið |
3 | 1.44,53 | Ann | Thomsen | 1966 | Bragdið |
4 | 1.47,33 | Annika | Thomsen | 1981 | onki felag |
5 | 1.48,04 | Ella | Áarstein | 1964 | Treysti |
6 | 1.58,42 | Mona | Rasmussen | 1969 | Treysti |
7 | 2.03,23 | Hallbjørg | Danielsen | 1973 | Roysnið |
8 | 2.04,00 | Elin | Vang | 1973 | onki felag |
9 | 2.05,50 | Ruth | Johannesen | 1962 | Treysti |
10 | 2.19,55 | Petra | Jacobsen | 1965 | Treysti |
11 | 2.20,40 | Bjørt | Samuelsen | 1965 | Bragdið |
12 | 2.23,28 | Kathe | Klakkstein | 1969 | Treysti |
13 | 2.24,34 | Tanja | Petersen | 1977 | Treysti |
14 | 2.24,35 | Herdis | Vernersdóttir | 1967 | Treysti |
DNF | Eileen | Matras | 1971 | Treysti | |
DNS | Durita | í Grótinum | 1974 | onki felag | |
DNS | Duruta R. á | Lofti | 1969 | Bragdið | |
DNS | Hergerð | Heldarskarð | 1968 | Bragdið | |
Menn veteranar 1958-1967 | |||||
1 | 1.24,27 | Borgar | Biskopstø | 1962 | Treysti |
2 | 1.31,33 | Hallur | Holm | 1967 | Bragdið |
3 | 1.31,49 | Heini | Gregersen | 1964 | Treysti |
4 | 1.31,51 | Jonhard | Larsen | 1966 | Treysti |
5 | 1.32,53 | Albert | Johansen | 1966 | Frælsi |
6 | 1.35,34 | Jóhan M | Jacobsen | 1966 | Treysti |
7 | 1.37,48 | Arnfinn | Johannesen | 1965 | Roysnið |
8 | 1.40,31 | Eirikkur | Joensen | 1967 | Treysti |
9 | 1.44,09 | Rani | Nolsøe | 1959 | Treysti |
10 | 1.45,12 | Óla Jákup | Kristoffersen | 1959 | Bragdið |
11 | 1.45,44 | Jógvan Edvard | Joensen | 1963 | Bragdið |
12 | 1.49,37 | Jón | Rasmussen | 1967 | Treysti |
13 | 1.52,05 | Jan | Matras | 1966 | Treysti |
14 | 1.52,32 | Martin | Dam Joensen | 1967 | Bragdið |
15 | 1.52,40 | Fríðrikur | Bláhamar | 1965 | Bragdið |
16 | 1.58,45 | Janus | Petersen | 1959 | Bragdið |
17 | 1.58,45 | Dávid Reinert | Hansen | 1960 | onki felag |
18 | 1.58,51 | Johnni Muller | Jacobsen | 1964 | Treysti |
19 | 2.02,07 | Sofus | Poulsen | 1965 | Frælsi |
20 | 2.03,25 | Rúni | Jacoben | 1965 | Treysti |
DNS | Símun | Akursmørk | 1967 | Treysti | |
Kvinnur veteranar 1958-1967 | |||||
1 | 1.44,53 | Ann | Thomsen | 1966 | Bragdið |
2 | 1.48,04 | Ella | Áarstein | 1964 | Treysti |
3 | 2.05,50 | Ruth | Johannesen | 1962 | Treysti |
4 | 2.19,55 | Petra | Jacobsen | 1965 | Treysti |
5 | 2.20,40 | Bjørt | Samuelsen | 1965 | Bragdið |
6 | 2.24,35 | Herdis | Vernersdóttir | 1967 | Treysti |
Menn superveteranar -1957 | |||||
1 | 1.32,58 | Jens R. | Weihe | 1947 | Frælsi |
2 | 1.37,48 | Pól | Sundskarð | 1957 | Treysti |
3 | 2.12,20 | Álvur | Áarstein | 1954 | Treysti |
4 | 2.14,28 | Andreas | Andreasen | 1957 | onki felag |
DNS | Jóannes | Ortind | 1951 | Bragdið |