Home FÍF Úrslit frá Runt Agnið í dag

Úrslit frá Runt Agnið í dag

by Guttorm Sørensen

Tað var aftur talan um metstóra luttøku í ár, tá Vetrarkappingin byrjaði í dag Runt Agnið. Líkindini at renna í vóru av besta slagið, og nógv betur enn tað so mangan hevur verið tá runnið verður Runt Agnið.


Nógvir luttakarar uttanfyri Tofta Skúla til klárir til at byrja tann 10,3 km langa teinin Runt Agnið

Sam Vang úr Bragdið og Rebekka Fuglø úr Treysti vunnu ávikavist hjá monnum og kvinnum.

Øll úrslitini eru her í .pdf  VK-1 13. nov. 2010 Runt Agnið  

Leinkja til myndirnar, sum Sølvi R. Hansen tók er her: http://picasaweb.google.com/Treysti/


Marnar Djurhuus rann sera væl í dag

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Herluf Jakobsen 13.11.10 - 21:14

Hey

Tað var stuttligt at síggja so nógv fólk ídag. Vónandi halda vit øll áfram og kanska onkur kemur afturat næstu ferð.

Rós til tykkum sum fyriskipa, og gott at úrslit og myndir koma so skjótt á síðuna 🙂

Vinarliga Herluf

Comments are closed.