Home BETRI Vetrarkappingin Úrslit frá TF VK-8 Várkappingin og FM 10 km

Úrslit frá TF VK-8 Várkappingin og FM 10 km

by Guttorm Sørensen

Her eru so úrslitini frá 8. og seinasta umfari í TF Vetrarkappingini, sum samstundis var FM á 10 km teininum. Kappingarnar blivu avgreiddar í sambandi við árligu Várkappingina, sum Roysnið skipar fyri í Runavík. Fari neyvan skeivur um vit siga at hetta var besta veðrið, sum hevur verið í nøkrum umfari í vetur.

startur

Og sólstrálurnar, sum yr.no hevði lovað okkum, komu eisini fram. Tað vóru eisini nakrir rennarar sum responderaðu serliga væl uppá hesar eyka og heldur ókendu d-vitaminirnar, sum sendar vórðu av himli. Ein teirra var okkara besti rennari Marnar Djurhuus, sum í seinastuni hevur verið í sínum lívs formi. Og í dag tók hann enn eitt stórt fet framá, tá hann við tíðini 32.18 min ikki bara setti rutumet, men eisini rann skjótastu 10 km tíð, sum nakar føroyingur nakrantíð hevur runnið í Føroyum. Fram við 5 km merkinum vísti stoppurið 15.53 min! Við hesum flotta úrsliti er Marnar nú triðskjótasti á føroyska all-time listanum eftir Marna Joensen (30.58) og Guttorm Sørensen (31.28) Men har er nógv eftir enn í unga Morskranesdreinginum, sum mundi vera ein heilan kilometur frammanfyri næsta rennaran á mál, Sam Vang. Sam var umleið hálvan minutt frammanfyri Eirik Hansen á triðjaplássi.


Marnar Djurhuus vísti onga náði í dag. Hann soraði alla mótstøðu og sína egnu bestu tíð sundur og saman.

Føroyameistari hjá kvinnum gjørdist ikki heilt óvæntað Rebekka Fuglø. Eisini hon vann ein greiðan sigur, hóast hon ávegis fekk magapínu. Ætlan hennara var at renna undir 40 min á fyrsta sinni, og henda ætlan hennara hevði heilt víst eisini eydnast, vart tað ikki fyri tí andskotans livurhøggi. Bert 13 sekund restaðu í at greiða málsetningin. Heldur ikki tvey’arin í dag, Rigmor N. Arge rann upp til sítt besta. Beinini høvdu bara ikki hug at renna í dag, men bóru hana kortini trygt fram til silvurmerkið. Tórvør Ø. Vang vann eisini eitt trygt bronsumerki.


Rebekka Fuglø føroyameistari fyri kvinnur og fyri kvinnuunglingar 

 

Eitt annað ógvuliga sermerkt og flott úrslit í dag, var á 5 km hjá gentunum. Bert 11 ára gamla Maria Biskopstø rann og vann við tíðini 19.38 min. At renna undir 20 minuttir á 5 km er hjá mongum manni eitt dreymamál, og eisini eitt frálíkt úrslit. Frálíka úrslitið hjá Mariu skal ikki tað nakað frá úrlsitinum hjá Oddvør Josephsen á øðrum plássi, sum eisini fekk eitt framúr úrslit við 20.26 min. Triðja gentan á mál var Elin Kristina Ryan. Allar tríggjar renna fyri Treysti.


Maria Biskopstø kemur á mál. Hyggið eftir klokkuni!!!

Gunnar Sivertsen hevði vunnið allar av teimum seks kappingunum hann hevur runnið í vetur. Og eisini hann fekk eitt fram úr gott úrslit við sínum 18.10 min fyri teir 5 kilometranar. Rúni Skarðhamar, sum er rættiliga nýggjur í rennihøpi megnaði eisini at renna undir 19 minuttir og gjørdist nummar tvey. Steintór Egholm gjørdist nummar trý.


Gunnar Sivertsen fremstur og Rúni Skarðhamar næstur. Báðir undir 19 minuttir á 5 km!


Ann Thomsen føroyameistari hjá kvinnuveteranunum. Astrid Joensen bleiv nr. 2, men náddi ikki at koma við á myndina, men tað gjørdi Anna Maria Seloy, hóast hon rann eitt eyka umfar í dag. Hon hevur tikið seg sera nógv fram í vetur og gjørdist nummar trý.


Henry Olsen kom sterkt aftur eftir fráveru vegna skaða. Hann gjørdist føroyameistari hjá veteranunum. Cecil Weihe hevði hug at nærkast móti endanum, men tók so aftur at dragna. Guttorm Sørensen stríddi seg fram á bronsuplássið. Á myndini hevur Henry fingið Jan Elmar Sørensen upp á sleip.


Jens R. Weihe hevði ongar trupulleikar av at standa teimum ungu superveteranunum kurl, og gjørdist føroyameistari. Jósvein H. Olsen varð nr. 2 og Jóannes Ortind nr. 3


FÍF-legendan, Niels Jákup Jakobsen, inspiserar arbeiðið hjá Roysninum, men har var einki at fara eftir. Búi, Marnar og restin av Roysnamanningini greiddu uppgávuna til fulnar.

Fleiri myndir eru í myndasavninum hjá Treysti: https://picasaweb.google.com/117242881555420040312/TFVK8VarkappinginOgFM10Km#

 

Úrslit TF VK-8 Várkappingin og FM 10 km 22. mars 2014 kl. 11.00 í Runavík
Tíð
Dreingir (1998-2002) – 5 km
Árg. Felag
1 18.10
Gunnar Eihilt
Sivertsen
1999
Treysti
2 18.59
Rúni
Skarðhamar
1999
Roysnið
3 20.33
Steintór
Egholm
2000
Bragdið
4 20.44
Jákup Dahl
Ljósheim
1998
Hvirlan
5 20.45
Dánjal Dahl
Ljósheim
2000
Hvirlan
6 22.10
Hugin
Jacobsen
2002
Bragdið
7 24.04
Ingi
Johannessen
2002
Roysnið
8 24.59
Elias
Thorsteinsson
2001
Hvirlan
9 26.56
Jónhard
á Regni
2001
Roysnið
dns
Hans Eihilt
Sivertsen
2001
Treysti
 –
Gentur (1998-2002) –  5 km
1 19.38
Maria
Biskopstø
2002
Treysti
2 20.26
Oddvør
Josephsen
2001
Treysti
3 22.45
Elin Kristina
Ryan
2000
Treysti
4 22.57
Rutt
Gregersen
2001
Treysti
 –
Kvinnuunglingar (1993-1997) – 10 km
1 40.12
Rebekka
Fuglø
1993
Treysti
 –
 
Kvinnur opin bólkur (-1997) – 10 km
1 40.12
Rebekka
Fuglø
1993
Treysti
2 42.33
Rigmor Nap.
Arge
1969
Hvirlan
3 44.06
Tórvør Østerø
Vang
1969
Bragdið
4 45.05
Ann
Thomsen
1966
Bragdið
5 46.02
Astrid
Joensen
1967
Roysnið
6 46.11
Annika
Thomsen
1981
Bragdið
7 46.26
Birna Mohr
Joensen
1970
Hvirlan
8 48.36
Ingun G.
Sørensen
1971
Treysti
9 49.22
Maria Svabo
Hansen
1972
Bragdið
10 50.38
Jorie
Josephsen
1971
Treysti
11 51.15
Anna Maria
Seloy
1964
Bragdið
12 51.46
Birna
Abrahamsen
1970
Hvirlan
13 51.56
Karin Kirke
Petersen
1964
Treysti
14 53.38
Adelaid
Kirke
1968
Hvirlan
15 54.41
Anna Sofía
Eysturoy
1963
Bragdið
16 56.08
Tóta
Árnadóttir
1970
Roysnið
17 56.18
Osla
Christensen
1972
Hvistan
18 56.35
Elisabeth
Larsen
1968
Bragdið
19 59.10
Tina
Kruse Dam
1977
Bragdið
20 60.25
Jóhanna
Vang
1964
Bragdið
21 64.45 Ingun Olsen 1959 Bragdið
dns
Heidi
Jógvansdóttir
1972
Bragdið
 –
Mansunglingar (1993-1997) – 10 km
1 32.18
Marnar
Djurhuus
1995
Treysti
2 37.42
Einar
Gregersen
1995
Treysti
3 39.49
Teitur
Bjarnastein
1997
Bragdið
 –
Menn opin bólkur (-1997) – 10 km   
1 32.18
Marnar
Djurhuus
1995
Treysti
2 36.02
Sam
Vang
1970
Bragdið
3 36.33
Eirikur
Hansen
1980
Bragdið
4 37.19
Henry
Olsen
1964
Bragdið
5 37.25
Jan Elmar
Sørensen
1991
Treysti
6 37.35
Cecil
Weihe
1965
Bragdið
7 37.42
Einar
Gregersen
1995
Treysti
8 37.43
Niels
Poulsen
1972
Bragdið
9 38.09
Regin
Thomsen
1976
Roysnið
10 38.09
Guttorm
Sørensen
1968
Treysti
11 38.15
Hallur
Holm
1967
Bragdið
12 38.57
Marnar
Pattinson
1970
Roysnið
13 39.12
Jóhan M
Jacobsen
1966
Roysnið
14 39.18
Heini
Gregersen
1964
Treysti
15 39.24
Petur
Lamhauge
1974
Bragdið
16 39.38
Súni
Jacobsen
1967
Bragdið
17 39.49
Teitur
Bjarnastein
1997
Bragdið
18 39.50
Jens.R.
Weihe
1947
Frælsi
19 40.09
Jonhard
Larsen
1966
Treysti
20 40.55
Hjalmar
Sjóvará
1966
Bragdið
21 41.17
Arnfinn
Johannessen
1965
Roysnið
22 41.21
Herluf
Jakobsen
1963
Bragdið
23 41.49 Egil Olsen 1963 Roysnið
24 42.12
Allan
Dalsgarð
1972
Bragdið
25 42.23
Jósvein Herup
Olsen
1958
Bragdið
26 42.27
Rói Herup
Olsen
1983
Bragdið
27 43.04
Hilmar
Høgenni
1962
Bragdið
28 43.29
Arnfinnur
Helmsdal
1970
Bragdið
29 44.19
Eyðun
Simonsen
1969
Bragdið
30 44.36
Terje
Hansen
1968
Roysnið
31 44.39
Kári
Simonsen
1959
Bragdið
32 45.20
Christian
Olsen
1962
Bragdið
33 45.25
Rúni
Simonsen
1973
Bragdið
34 45.47
Rani Friang
Rasmussen
1985
Roysnið
35 45.48
Birgir
av Vollanum
1972
Signabø
36 46.00
Jóannes
Ortind
1951
Bragdið
37 46.09 Johnny í Grótinum 1975 Bragdið
38 47.36
Jan
Egholm
1972
Bragdið
39 48.21
Gunnar
Simonsen
1952
Treysti
40 48.46
Jógvan Svabo
Samuelsen
1981
Klaksvík
dns
Júst
í Túni
1986
Treysti
dns
Rói Herup
Olsen
1983
Bragdið
dns
Regin
Jóanesarson
1945
Roysnið
dns
Andreas
Josephsen
1968
Treysti
 –
Kvinnur veteranar (1959-1968) – 10 km
1 45.05
Ann
Thomsen
1966
Bragdið
2 46.02
Astrid
Joensen
1967
Roysnið
3 51.15
Anna Maria
Seloy
1964
Bragdið
4 51.56
Karin Kirke
Petersen
1964
Treysti
5 53.38
Adelaid
Kirke
1968
Hvirlan
6 54.41
Anna Sofía
Eysturoy
1963
Bragdið
7 56.35
Elisabeth
Larsen
1968
Bragdið
8 60.25
Jóhanna
Vang
1964
Bragdið
9 64.45 Ingun Olsen 1959 Bragdið
 –
Menn veteranar (1959-1968) – 10 km
1 37.19
Henry
Olsen
1964
Bragdið
2 37.35
Cecil
Weihe
1965
Bragdið
3 38.09
Guttorm
Sørensen
1968
Treysti
4 38.15
Hallur
Holm
1967
Bragdið
5 39.12
Jóhan M
Jacobsen
1966
Roysnið
6 39.18
Heini
Gregersen
1964
Treysti
7 39.38
Súni
Jacobsen
1967
Bragdið
8 40.09
Jonhard
Larsen
1966
Treysti
9 40.55
Hjalmar
Sjóvará
1966
Bragdið
10 41.17
Arnfinn
Johannessen
1965
Roysnið
11 41.21
Herluf
Jakobsen
1963
Bragdið
12 41.49 Egil Olsen 1963 Roysnið
13 43.04
Hilmar
Høgenni
1962
Bragdið
14 44.36
Terje
Hansen
1968
Roysnið
15 44.39
Kári
Simonsen
1959
Bragdið
16 45.20
Christian
Olsen
1962
Bragdið
dns
Andreas
Josephsen
1968
Treysti
 –
Menn superveteranar (-1958) – 10 km
1 39.50
Jens.R.
Weihe
1947
Frælsi
2 42.23
Jósvein Herup
Olsen
1958
Bragdið
3 46.00
Jóannes
Ortind
1951
Bragdið
4 48.21
Gunnar
Simonsen
1952
Treysti
dns
Regin
Jóanesarson
1945
Roysnið
2 comments
0

Related Articles

2 comments

Jósvein Herup Olsen 23.03.14 - 07:44

Hey
Rói Herup Olsen stendur skrásettur sum DNS. Keðiligt hjá honum, hettar var hansara fyrsta rennikapping. Hann rann, og kom á mál beint aftanfyri meg, og frammanfyri Rigmor 🙂
Vh
Jósvein

Guttorm Sørensen 23.03.14 - 13:11

takk Jósvein, mistakið er rættað og Rói er komin á úrslitalistan í síni fyrstu rennikapping. Vónandi verða tað til fleiri rennikappingar hjá honum 🙂
vh/Gutti

Comments are closed.