Home FÍF Úrslit frá VK-2 í Havn í dag

Úrslit frá VK-2 í Havn í dag

by Guttorm Sørensen

Her eru úrslitini frá VK-2 í Havn í dag. Kavin náddi at fara vekk í gjár, so líkindini at renna vóru bara av teimum heilt góðu hjá teimum yvir 60 rennarunum. Tað var eitt fitt lot og sindur kalt, men bilti kortini ikki. Fyrst skuldu rennast 2½ runda á Tórsbreyt áðrenn rutan gekk frá Tórsbreyt og oman eftir Ringvegnum, Hvítanesvegnum, Skræddaragøtu og niðan undir Svartafoss og aftur framvið Tórsbreyt. Hendan sera fjølbroytta rundan skuldi rennast 4 ferðir, og gav tað ein samlaðan tein uppá umleið 10,6 kilometrar.


Frá startinum á Tórsbreyt í morgun, tá teir yvir 60 rennararnir spenna avstað

Hjá monnunum var tað enn einaferð Sam Vang úr Bragdið í gjørdist fyrstur á mál. Aftur hesuferð var tað frammanfyri Guttorm Sørensen úr Treysti, Henry Olsen úr Bragdið og Borgar Biskopstø úr Treysti á næstu plássunum. Tað varð beinanvegin greitt at kappingin um fremstu plássini fór at enda millum hesar fýra, tí longu á fyrsta umfari vóru teir longu væl frammanfyri teir næstu. Á næstu rundu byrjaði Sam at gera síni temposkift, serliga í undanbrekkuni, og tá mistu hinir nakað til Sam, sum helt leiðsluna einsamallur á mál. Vinnaratíðin hjá honum bleiv 39,50 min. Guttorm á øðrumplássi fekk 40,12 min. og Henry á triðjaplássið fekk 40,25 min. og Borgar 40,29 min.


Sam Vang kemur á mál

 Hjá kvinnunum var eisini sami vinnari, sum runt Agnið, nemliga Rebekka Fuglø úr Treysti, sum vann ein tryggan sigur við 48,43 min. frammanfyri Bragdakvinnurnar Borgny M. Nielsen við 51,40 min. og Gunnhild Helmsdal við 54,22 min.


Rebekka á veg út á seinasta umfar

Úrslit VK-2 í Havn 11. des 2010

Samlaða støðan eftir 2 umfør er HER.

Myndir, sum Jóannes N. Poulsen tók, eru at finna HER.

5 comments
0

Related Articles

5 comments

Daniel Djurhuus Rein 12.12.10 - 01:33

Nú skal man renna 12km og ikki koma á listan tá ið man kemur á mál ? xD

Jan Elmar Sørensen 15.12.10 - 17:12

Tú hevur sikkurt runnið uttan nummar… 🙂

Terje Hansen 16.12.10 - 15:08

Skulu vit gjalda “bumm” pengar næstu ferð, fyri at fáa bummin upp ??
Hevði ikki vænta slíkt sløsarí í høvuðstaðnum…

Daniel Djurhuus Rein 17.12.10 - 00:07

Tað kann ikki passa 😮 so er tað fari av uttan eg havi sæð tað…. men annars hygg hasin lekkri drongurin á bana 5 <3 hann hevur nummar 😀

Diana Reynstind 29.12.10 - 15:34

Eg rann við nummari men eri ikki á listanum!

Comments are closed.