Tað var við spenningi, at nýggja rutan í VK-5 í Hvannasundi skuldi rennast fyri fyrstu ferð í gjár. Asfalt og bøur vóru undirlendi á rutuni, sum var eitt umfar á knappar 2 km, sum skuldi rennast fýra ferðir. Tvær stuttar mótbrekkur, sum tóku nógvar kreftir frá rennarunum á hvørjum umfari. Fyrst frá Fossávegnum, niðan um skúlan, omanaftur á Fossávegin og einar 200m norðureftir, og so teir tungu 150 metrarnar gjøgnum bø og haga niðan á Múlavegin.
Umstøðurnar at renna vóru góðar. Líkindini at renna vóru heilt góð. Kappingin var væl fyriskipað og var stuttligt at sígga málportalin á málinum. Umstøðurnar í Skúlanum á Fossánesi eru góðar fyri bæði rennarar og fyriskiparar.
Renningin er júst sett í gongd (Mynd: Treysti)
Í opna bólkinum sá spennandi út eftir fyrsta umfar, tí tað var bert Marnar Djurhuus, sum longu var klárt á odda. Men á næsta umfari byrjaði væntaði oddurin at forma seg við Marnar, Hallur Holm og Einar Gregersen á teimum fremstu plássunum. Á næstu plássunum hendu nógvar broytingar ávegis. Niels Poulsen lá leingi á fjórðaplássi, men bleiv yvirhálaður av Regini Thomsen og Marnar Pattinson.
Hallur fór við fyrstaplássinum í veteranbólkinum, men kappingin bleiv spennandi millum Heina Gregersen og Albert Johansen um næstu plássini. Í superveteranbólkinum var tað enn einaferð Jens Weihe, sum vann frammanfyri Pól Sundskarð og Jóannes Ortind, sum eina løtu fekk kapping frá Gunnari Simonsen.
Á veg niðan á Múlavegin (Mynd: Einar Vang)
Hjá kvinnunum legði Rebekka Fuglø seg á odda frá byrja og helt á mál. Rigmor N. Arge og Duruta R. á Lofti høvdu ein harðan dyst um annaðpláss. Rigmor hevði tað eina løtu, men endin varð at Duruta fór avstað við tí.
Í dreingjabólkinum gjørdi Gunnar Sivertsen ein ordans vørr, og vann ein rættiliga tryggan sigur á Teituri Bjarnastein og Steingrími Hallsson. Í gentubólkinum var ongin Sára Debesardóttir við, og tí lá tað til Oddvør Josephsen, men hon fekk kapping frá bæði Rutt Gregersen og føðingdagsbarnið Hildur Poulsen.
Øll úrslitini eru at finna niðanfyri. Myndir er at finna í myndasavninum hjá Treysti, sum er her og myndir, sum Einar Vang tók, eru at finna her.
Úrslit VK-5 á Fossánesi 23. feb. 2013 kl. 11.15 | ||||||
Dreingir 1997-2001 – umleið 3,9 km | ||||||
1 | 14.47 | Gunnar | Sivertsen | 1999 | Treysti | 50 |
2 | 15.40 | Teitur | Bjarnastein | 1997 | Bragdið | 47 |
3 | 16.00 | Steingrímur | Hallsson | 1997 | Bragdið | 45 |
4 | 19.55 | Hans | Sivertsen | 2001 | Treysti | 43 |
Gentur 1997-2001 – umleið 3,9 km | ||||||
1 | 18.05 | Oddvør | Josephsen | 2001 | Treysti | 50 |
2 | 18.36 | Rutt | Gregersen | 2001 | Treysti | 47 |
3 | 18.50 | Hildur | Poulsen | 1997 | Bragdið | 45 |
Mansunglingar 1992-1996 – umleið 7,8 km | ||||||
1 | 28.19 | Marnar | Djurhuus | 1995 | Treysti | 50 |
2 | 30.49 | Einar | Gregersen | 1995 | Treysti | 47 |
Kvinnuunglingar 1992-1996 | ||||||
1 | 34.51 | Rebekka | Fuglø | 1993 | Treysti | 50 |
Menn opin -1996 – umleið 7,8 km | ||||||
1 | 28.19 | Marnar | Djurhuus | 1995 | Treysti | 50 |
2 | 29.46 | Hallur | Holm | 1967 | Bragdið | 47 |
3 | 30.49 | Einar | Gregersen | 1995 | Treysti | 45 |
4 | 30.59 | Regin | Thomsen | 1976 | Bragdið | 43 |
5 | 31.06 | Marnar | Pattinson | 1970 | Treysti | 41 |
6 | 32.06 | Niels | Poulsen | 1972 | Bragdið | 40 |
7 | 32.32 | Heini | Gregersen | 1964 | Treysti | 39 |
8 | 32.40 | Albert | Johansen | 1966 | Frælsi | 38 |
9 | 32.51 | Jonhard | Larsen | 1966 | Treysti | 37 |
10 | 33.08 | Jóhan M | Jacobsen | 1966 | Treysti | 36 |
11 | 33.20 | Arnfinn | Johannessen | 1965 | Roysnið | 35 |
12 | 33.33 | Eirikkur | Joensen | 1967 | Treysti | 34 |
13 | 33.41 | Jens.R | Weihe | 1947 | Frælsi | 33 |
14 | 35.16 | Símin | Akursmørk | 1967 | Treysti | 32 |
15 | 35.29 | Jóhan E. | Simonsen | 1969 | Bragdið | 31 |
16 | 35.31 | Egil | Olsen | 1963 | Roysnið | 30 |
17 | 35.43 | Pól | Sundskarð | 1957 | Treysti | 29 |
18 | 35.54 | Finn | Johannessen | 1978 | Hvistan | 28 |
19 | 36.00 | Andreas | Josephsen | 1968 | Treysti | 27 |
20 | 36.27 | Hilmar | Høgenni | 1962 | Bragdið | 26 |
21 | 36.42 | Arnfinnur | Helmsdal | 1970 | Bragdið | 25 |
22 | 36.46 | Martin | Sivertsen | 1973 | Treysti | 24 |
23 | 36.49 | Jan | Petersen | 1972 | Treysti | 23 |
24 | 36.59 | Petur | Vitalis | 1964 | Treysti | 22 |
25 | 37.13 | Herluf | Jakobsen | 1963 | Bragdið | 21 |
26 | 37.17 | Eyðun | Simonsen | 1969 | Bragdið | 20 |
27 | 37.45 | Terje | Hansen | 1968 | Treysti | 19 |
28 | 38.06 | Christian | Olsen | 1962 | Bragdið | 18 |
29 | 38.23 | Jón | Rasmussen | 1967 | Treysti | 17 |
30 | 38.28 | Jóannes | Ortind | 1951 | Bragdið | 16 |
31 | 38.47 | Sofus | Poulsen | 1965 | Frælsi | 15 |
32 | 38.48 | Heðin | í Frammistovu | 1961 | Treysti | 14 |
33 | 39.03 | Rúni | Simonsen | 1973 | Bragdið | 13 |
34 | 39.38 | Gunnar | Simonsen | 1952 | Treysti | 12 |
35 | 40.26 | Albin | Johannessen | 1973 | Treysti | 11 |
36 | 40.53 | Theodor A. | Olsen | 1958 | Treysti | 10 |
37 | 47.52 | Álvur | Áarstein | 1954 | Treysti | 9 |
38 | 47.52 | Eyðbjørn | Poulsen | 1967 | Treysti | 8 |
Kvinnur opin -1996 – umleið 7,8 km | ||||||
1 | 34.51 | Rebekka | Fuglø | 1993 | Treysti | 50 |
2 | 35.42 | Duruta R. | á Lofti | 1969 | Bragdið | 47 |
3 | 36.02 | Rigmor N. | Arge | 1969 | Hvirlan | 45 |
4 | 37.02 | Tórvør Ø. | Vang | 1969 | Bragdið | 43 |
5 | 37.50 | Ella | Áarstein | 1964 | Treysti | 41 |
6 | 39.08 | Birna Mohr | Joensen | 1970 | Hvirlan | 40 |
7 | 43.01 | Karin Kirke | Petersen | 1964 | Treysti | 39 |
Menn vet. 1958-1967 – umleið 7,8 km | ||||||
1 | 29.46 | Hallur | Holm | 1967 | Bragdið | 50 |
2 | 32.32 | Heini | Gregersen | 1964 | Treysti | 47 |
3 | 32.40 | Albert | Johansen | 1966 | Frælsi | 45 |
4 | 32.51 | Jonhard | Larsen | 1966 | Treysti | 43 |
5 | 33.08 | Jóhan M | Jacobsen | 1966 | Treysti | 41 |
6 | 33.20 | Arnfinn | Johannessen | 1965 | Roysnið | 40 |
7 | 33.33 | Eirikkur | Joensen | 1967 | Treysti | 39 |
8 | 35.16 | Símin | Akursmørk | 1967 | Treysti | 38 |
9 | 35.31 | Egil | Olsen | 1963 | Roysnið | 37 |
10 | 36.27 | Hilmar | Høgenni | 1962 | Bragdið | 36 |
11 | 36.59 | Petur | Vitalis | 1964 | Treysti | 35 |
12 | 37.13 | Herluf | Jakobsen | 1963 | Bragdið | 34 |
13 | 38.06 | Christian | Olsen | 1962 | Bragdið | 33 |
14 | 38.23 | Jón | Rasmussen | 1967 | Treysti | 32 |
15 | 38.47 | Sofus | Poulsen | 1965 | Frælsi | 31 |
16 | 38.48 | Heðin | í Frammistovu | 1961 | Treysti | 30 |
17 | 40.53 | Theodor A. | Olsen | 1958 | Treysti | 29 |
18 | 47.52 | Eyðbjørn | Poulsen | 1967 | Treysti | 28 |
Kvinnur vet. 1958-1967 – umleið 7,8 km | ||||||
1 | 37.50 | Ella | Áarstein | 1964 | Treysti | 50 |
2 | 43.01 | Karin Kirke | Petersen | 1964 | Treysti | 47 |
Menn supervet. -1957 – umleið 7,8 km | ||||||
1 | 33.41 | Jens R. | Weihe | 1947 | Frælsi | 50 |
2 | 35.43 | Pól | Sundskarð | 1957 | Treysti | 47 |
3 | 38.28 | Jóannes | Ortind | 1951 | Bragdið | 45 |
4 | 39.38 | Gunnar | Simonsen | 1952 | Treysti | 43 |
5 | 47.52 | Álvur | Áarstein | 1954 | Treysti | 41 |
Næsta umfar í Vetrarkappingini verður avgreitt í Suðuroy leygardagin 16. mars.