Home FÍF Úrslit og myndir frá Sundalagsstevnu í dag

Úrslit og myndir frá Sundalagsstevnu í dag

by Guttorm Sørensen

Her eru úrslitini frá Sundalagsstevnu í Streymnesi í morgun. Umleið 80 luttakarar vóru við tilsamans, har størri parturin var vaksin. Líkindini at renna vóru góð. Tey vaksnu, sum runnu 10,8 km, byrjaðu við vøllin við Margáir og runnu út til landsvegin, eftir Oyruni, gjøgnum Hvalvík, til høgru við skúlan og aftur til Streymnes. Rennast skuldu 4 umfør av hesi rutu áðrenn tey snaraðu til vinstru í Streymnesi og framaftur til vøllin har málið eisini var.

Favorittar í dag vóru Gudmundur Joensen og Bjørk Herup Olsen. Og tey lótu ongan iva verða um tað. Tey vunnu bæði tryggar sigrar. Gudmundur vann við 38.01 min. meðan Bjørk brúkti 42.09 min. um teinin. Harður dystur var um næstu plássini hjá monnunum millum Hallur Holm, Eirikur Hansen og Borgar Biskopstø. Avgerðin fall einar fimmhundrað metrar áðrenn málið, tá teir komu yvir um ánna og niðan móti Streymnesvegnum. Tá gjørdi Hallur eitt rykk og slapp leysur frá hinum báðum. Eirikur royndi at fylgja Halli, men megnaði ikki at fáa hann aftur. Tíðin hjá Halli bleiv 38.28 min. og hjá Eiriki 39.03 min. Borgar á fjórðaplássi brúkti 39.14 min. og vann samstundis veteranbólkin frammanfyri Regin Zachariassen við 39.40 min. og John Egholm við 42.48 min.

Sum áður nevnt, so vann Bjørk tryggan sigur hjá kvinnunum. Nummar tvey gjørdist Rebekka Fuglø við 48.47 min., meðan Ann Thomsen bleiv nummar trý við 50.46 min.

Hjá superveteranunum var tað aftur hesaferð Jens R. Weihe, sum vann tryggan sigur við 46.38 min. frammanfyri Gunnar Simonsen við 49.01 min. og Jóannes Ortind við 52.19 min.

Hjá veterankvinnunum var tað Ella Áarstein, sum vann við tíðini 51.35 min. Nummar tvey gjørdist Susan Jacobsen við 56.17 min. og nummar trý bleiv Karin Maria Isaksen við 56.54 min.

Allar renningarnar hjá børnunum blivu avgreiddar meðan tey vaksnu vóru úti á sínari rutu. Tey runnu frameftir ávikavist 500m, 600m, 800m og 1.000m fyri hvønn aldursbólkin -7, -10, -13 og -17.

Fleiri góðar tíðir og tættir tvídystur vóru, sum tað sást í úrslitalistanum sum finsst her niðanfyri.

Úrslit Sundalagsstevna 2010

Myndir:

Triðja umfar í Grand Prix renning hjá teimum vaksnu verður týskvøldið 22. juni í Runavík. Tá er samstundis talan um FM á 10 km teininum, sum skal rennast á vælumtóktu og skjótu rutuni í Runavík.

0 comment
0

Related Articles