Mikukvøldið kl. 18.30 skipaði Treysti fyri opnari kapping á Svangaskarði. Kappast bleiv í 100m, 400m, 800m, 3.000m og kúlustoyti. Veðrið var hampuliga gott, tó at eitt lot var sunnaneftir. Nú tað stundar til bæði FM og FMung, so varð væntað fleiri luttakarar enn teir sum møttu. Ynskiligt hevði verið við størri luttøku, men tað vísir bert hvussu trupult kappingar á breyt hava tað í Føroyum.
Hóast lítla undirtøku so blivu nøkur persónlig met sett og nøkur fingu “pussað” formin áðrenn farið verður til DM fyri ung, sum verður á Hvidovre Stadion næsta vikuskifti.
Úrslit Opin Kapping á Svangaskarði 12. aug. 2015 kl. 18.30
100m Menn v: 0,8
1. 14,44 sek. Hans Sivertsen 2001 Treysti
400m Kvinnur
1. 60,30 sek. Rebekka Fuglø 1993 Treysti
400m Menn
1. 67,78 sek. Hans Sivertsen 2001 Treysti
800m Kvinnur
1. 2.29,76 min. Oddvør Josephsen 2001 Treysti
2. 2.32,14 min. Maria Biskopstø 2002 Treysti
3. 2.48,36 min. Elin Kristina Ryan 2000 Treysti
800m Menn
1. 2.05,13 min. Julian Gregersen 1998 Treysti
2. 2.13,67 min. Gunnar Sivertsen 1999 Treysti
3. 2.21,70 min. Júst í Túni 1986 Treysti
3.000m Menn
1. 10.47,92 min. Regin Thomsen 1976 Roysnið
2. 11.14,66 min. Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið
Kúlustoyt Kvinnur 2 kg
1. 9,39m Birita Ryan 2002 Treysti 8,33 -8,85- 8,29- 8,86- 9,39- 8,49
2. 5,65m Maria Josephsen 2004 Treysti – 5,54- 5,45- 5,65- 5,58- 5,59
Kúlustoyt Menn 4 kg
1. 9,27m Hans Sivertsen 2001 Treysti 8,53-8,77- 8,89- 8,84- 9,27- 9,27