Hóast einar 15 m/s av landnyrðingi, kulda og avfall, so møttu umleið 60 trúfastir rennarar til 6. umfar í TF Vetrarkappingini, sum varð hildið á Fossánesi. Hartil skal sigast at fleiri ættir eru betri enn landnyrðingur á Fossánesi. Lendið á rutuni var bæði asfalt, bøur og nakað av hagalendi, ein sera strævin og avbjóðandi ruta. Hvørt umfar er knappar tveir kilometrar. Fyrst ein góður hálvur kilometur niðan um skúlan og norðureftir við mótbrekku, bø og hagalendið til ein kom niðan á Múlavegin, og so knappur 1,5 kilometur á asfalti suðureftir Múlavegnum, oman á Fossávegin og í strævna landnyrðinginum norðureftir til málið. Tey vaksnu skuldu renna fýra umfør, meðan børnini runnu tvey umfør.
Hjá monnunum var tað enn einaferð Marnar Djurhuus, sum vann ein tryggan sigur frammanfyri Sam Vang og Eirik Hansen. Við úrslitinum í dag kemur Sam uppá annaðpláss í samlaðu støðuni.
Hjá kvinnunum vann Rebekka Fuglø aftur í dag á Rigmor N. Arge. Sigurin hjá Rebekku ger, at hon yvirhálar Rigmor í samlaðu støðuni, men har er framvegis spenningur í. Tórvør Østerø Vang tryggjaði sær við sínum triðjaplássi í dag samlaða triðjaplássið.
Hallur Holm vann aftur í dag veteranbólkin. Á næstu plássunum komu Jóhan M. Jacobsen og Albert Johansen. Við sigrinum leggur Hallur seg á odda í veteranbólkinum og sendir Jóhan niður á annaðpláss.
Hjá veterankvinnunum vann Ann Thomsen í dag sín fimta sigur, og tað tryggjar henni longu nú ein samlaðan sigur. Astrid Joensen á øðrumplássi í dag, tryggjar sær eitt samlað annaðpláss. Nummar trý gjørdist Anna Maria Seloy, sum við hesum leggur seg á eitt samlað triðjapláss.
Jens R. Weihe, sum longu hevur vunnið samanlagt, luttók ikki í dag og tí skuldi nýggjur vinnari finnast í superveteranbólkinum. Tað gjørdist Jóannes Ortind, sum vann frammanfyri Gunnar Simonsen og Regin Jóanesarson. Við sigrinum í dag fer Jóannes frammum Gunnar í samlaðu støðuni, men Gunnar hevur framvegis møguleika at fáa Jóannes aftur.
Mansunglingarnir vóru tríggir í dag og vann Marnar Djurhuus frammanfyri Teit Bjarnastein og Einar Gregersen. Rebekka Fuglø vann kvinnuunglingabólkin.
Hjá gentunum varð nýggjur vinnari í dag, og var tað Karin Holm Simonsen, sum vann í harðari kapping við Mariu Biskopstø. Nummar trý gjørdist í dag Rutt Gregersen. Elin Kristina Ryan var áhælsin og datt, og fekk tíverri ikki gjøgnumført sína renning í dag. Samlað liggur Maria á odda beint frammanfyri Oddvør Josephsen, meðan Elin Kristina Ryan liggur best fyri til at vinna samlaða triðjaplássi.
Á “heimavøllinum” á Fossánesi vann Gunnar Sivertsen sín sætta sigur í vetur í dreingjabólkinum. Honum næstir komu Rúni Skarðhamar og Steintór Egholm, sum við úrslitunum í dag leggja seg á annað- og triðjapláss samanlagt.
Eftir renningina var kaffi og nýbakaðar vaflur at fáa í Skúlanum á Fossánesi, meðan bíðað varð til heiðursmerkjahandanin fór fram. Herfrá skal sendast ein stór tøkk til Hvannasunds Kommunu fyri sýnda vælvild.
Sjeynda og næstseinasta umfar í TF Vetrarkappingini verður í Suðuroy leygardagin 8. mars.
Øll úrslitini frá TF VK-6 á Fossánesi 15. februar 2014 kl. 11.00, eru at finna niðanfyri og myndir koma í myndasavnið hjá Treysti, sum er at finna her: Myndasavn Treysti
Nr. | Tíð |
Gentur (1998-2002)
|
|||
1 | 17.17 | Karin Holm | Simonsen |
1999
|
Bragdið
|
2 | 17.22 |
Maria
|
Biskopstø
|
2002
|
Treysti
|
3 | 19.59 |
Rutt
|
Gregersen
|
2001
|
Treysti
|
4 | dnf |
Elin Kristina
|
Ryan
|
2000
|
Treysti
|
Nr. | Tíð |
Dreingir (1998-2002)
|
|||
1 | 15.42 |
Gunnar Ei.
|
Sivertsen
|
1999
|
Treysti
|
2 | 16.22 |
Rúni
|
Skarðhamar
|
1999
|
Roysnið
|
3 | 17.04 |
Steintór
|
Egholm
|
2000
|
Bragdið
|
4 | 17.14 |
Jákup Dahl
|
Ljósheim
|
1998
|
Hvirlan
|
5 | 19.22 |
Dánjal Dahl
|
Ljósheim
|
2000
|
Hvirlan
|
6 | 19.56 |
Hans Eihilt
|
Sivertsen
|
2001
|
Treysti
|
7 | 22.25 |
Ingi
|
Johannessen
|
2002
|
Roysnið
|
8 | 22.41 |
Elias
|
Thorsteinsson
|
2001
|
Hvirlan
|
Nr. | Tíð |
Kvinnuunglingar (1993-1997)
|
|||
1 | 35.08 |
Rebekka
|
Fuglø
|
1993
|
Treysti
|
Nr. | Tíð |
Mansunglingar (1993-1997)
|
|||
1 | 29.15 |
Marnar
|
Djurhuus
|
1995
|
Treysti
|
2 | 31.31 |
Teitur
|
Bjarnastein
|
1997
|
Bragdið
|
3 | 32.43 |
Einar
|
Gregersen
|
1995
|
Treysti
|
Nr. | Tíð |
Kvinnur opin bólkur (-1997)
|
|||
1 | 35.08 |
Rebekka
|
Fuglø
|
1993
|
Treysti
|
2 | 35.57 |
Rigmor Nap.
|
Arge
|
1969
|
Hvirlan
|
3 | 36.47 |
Tórvør Øst.
|
Vang
|
1969
|
Bragdið
|
4 | 37.58 |
Ann
|
Thomsen
|
1966
|
Bragdið
|
5 | 39.04 |
Birna Mohr
|
Joensen
|
1970
|
Hvirlan
|
6 | 40.11 |
Astrid
|
Joensen
|
1967
|
Roysnið
|
7 | 42.49 |
Birna
|
Abrahamsen
|
1970
|
Hvirlan
|
8 | 43.33 |
Anna Maria
|
Seloy
|
1964
|
Bragdið
|
9 | 45.19 |
Anna Sofía
|
Eysturoy
|
1963
|
Bragdið
|
10 | 45.40 |
Adelaid
|
Kirke
|
1968
|
Hvirlan
|
11 | 47.00 |
Karin Kirke
|
Petersen
|
1964
|
Treysti
|
12 | 48.00 |
Tina
|
Kruse Dam
|
1977
|
Bragdið
|
13 | 49.49 |
Olga
|
Johannessen
|
1967
|
Roysnið
|
14 | 49.59 |
Julianna
|
Frederiksberg
|
1967
|
Roysnið
|
dns |
Maria Svabo
|
Hansen
|
1972
|
Bragdið
|
|
dns |
Laila
|
Jacobsen
|
1962
|
Frælsi
|
|
Nr. | Tíð |
Menn opin bólkur (-1997)
|
|||
1 | 29.15 |
Marnar
|
Djurhuus
|
1995
|
Treysti
|
2 | 30.06 |
Sam
|
Vang
|
1970
|
Bragdið
|
3 | 30.33 |
Eirikur
|
Hansen
|
1980
|
Bragdið
|
4 | 31.31 |
Teitur
|
Bjarnastein
|
1997
|
Bragdið
|
5 | 31.45 |
Hallur
|
Holm
|
1967
|
Bragdið
|
6 | 32.11 |
Jan Elmar
|
Sørensen
|
1991
|
Treysti
|
7 | 32.31 |
Niels
|
Poulsen
|
1972
|
Bragdið
|
8 | 32.43 |
Einar
|
Gregersen
|
1995
|
Treysti
|
9 | 33.01 |
Jóhan M
|
Jacobsen
|
1966
|
Roysnið
|
10 | 33.23 |
Jóhan E.
|
Simonsen
|
1969
|
Bragdið
|
11 | 33.31 |
Marnar
|
Pattinson
|
1970
|
Roysnið
|
12 | 33.34 |
Albert
|
Johansen
|
1966
|
Frælsi
|
13 | 33.59 |
Hjalmar
|
Sjóvará
|
1966
|
Bragdið
|
14 | 34.09 |
Heini
|
Gregersen
|
1964
|
Treysti
|
15 | 34.36 |
Súni
|
Jacobsen
|
1967
|
Bragdið
|
16 | 34.44 |
Arnfinn
|
Johannessen
|
1965
|
Roysnið
|
17 | 35.20 |
Guttorm
|
Sørensen
|
1968
|
Treysti
|
18 | 36.16 |
Herluf
|
Jakobsen
|
1963
|
Bragdið
|
19 | 36.46 |
Hilmar
|
Høgenni
|
1962
|
Bragdið
|
20 | 36.50 |
Egil
|
Olsen
|
1963
|
Roysnið
|
21 | 37.45 |
Jan
|
Matras
|
1966
|
Treysti
|
22 | 37.50 |
Terje
|
Hansen
|
1968
|
Roysnið
|
23 | 38.17 |
Rani Friang
|
Rasmussen
|
1985
|
Roysnið
|
24 | 38.35 |
Arnfinnur
|
Helmsdal
|
1970
|
Bragdið
|
25 | 39.59 |
Jóannes
|
Ortind
|
1951
|
Bragdið
|
26 | 40.26 |
Jan
|
Egholm
|
1972
|
Bragdið
|
27 | 41.33 |
Gunnar
|
Simonsen
|
1952
|
Treysti
|
28 | 42.3 |
Fríðrikur
|
Bláhamar
|
1965
|
Bragdið
|
29 | 43.53 |
Heri
|
Jacobsen
|
1966
|
Roysnið
|
30 | 45.14 |
Helgi
|
Johannessen
|
1967
|
Roysnið
|
31 | 46.15 |
Jóannes
|
Guttesen
|
1969
|
Onki felag
|
32 | 54.24 |
Regin
|
Jóanesarson
|
1945
|
Treysti
|
Nr. | Tíð |
Kvinnur veteranar (1959-1968)
|
|||
1 | 37.58 |
Ann
|
Thomsen
|
1966
|
Bragdið
|
2 | 40.11 |
Astrid
|
Joensen
|
1967
|
Roysnið
|
3 | 43.33 |
Anna Maria
|
Seloy
|
1964
|
Bragdið
|
4 | 45.19 |
Anna Sofía
|
Eysturoy
|
1963
|
Bragdið
|
5 | 45.40 |
Adelaid
|
Kirke
|
1968
|
Hvirlan
|
6 | 47.00 |
Karin Kirke
|
Petersen
|
1964
|
Treysti
|
7 | 49.49 |
Olga
|
Johannessen
|
1967
|
Roysnið
|
8 | 49.59 |
Julianna
|
Frederiksberg
|
1967
|
Roysnið
|
dns |
Laila
|
Jacobsen
|
1962
|
Frælsi
|
|
Nr. | Tíð |
Menn veteranar (1959-1968)
|
|||
1 | 31.45 |
Hallur
|
Holm
|
1967
|
Bragdið
|
2 | 33.01 |
Jóhan M
|
Jacobsen
|
1966
|
Roysnið
|
3 | 33.34 |
Albert
|
Johansen
|
1966
|
Frælsi
|
4 | 33.59 |
Hjalmar
|
Sjóvará
|
1966
|
Bragdið
|
5 | 34.09 |
Heini
|
Gregersen
|
1964
|
Treysti
|
6 | 34.36 |
Súni
|
Jacobsen
|
1967
|
Bragdið
|
7 | 34.44 |
Arnfinn
|
Johannessen
|
1965
|
Roysnið
|
8 | 35.20 |
Guttorm
|
Sørensen
|
1968
|
Treysti
|
9 | 36.16 |
Herluf
|
Jakobsen
|
1963
|
Bragdið
|
10 | 36.46 |
Hilmar
|
Høgenni
|
1962
|
Bragdið
|
11 | 36.50 |
Egil
|
Olsen
|
1963
|
Roysnið
|
12 | 37.45 |
Jan
|
Matras
|
1966
|
Treysti
|
13 | 37.50 |
Terje
|
Hansen
|
1968
|
Roysnið
|
14 | 42.3 |
Fríðrikur
|
Bláhamar
|
1965
|
Bragdið
|
15 | 43.53 |
Heri
|
Jacobsen
|
1966
|
Roysnið
|
16 | 45.14 |
Helgi
|
Johannessen
|
1967
|
Roysnið
|
Nr. | Tíð |
Menn superveteranar (-1958)
|
|||
1 | 39.59 |
Jóannes
|
Ortind
|
1951
|
Bragdið
|
2 | 41.33 |
Gunnar
|
Simonsen
|
1952
|
Treysti
|
3 | 54.24 |
Regin
|
Jóanesarson
|
1945
|
Treysti
|