Home FÍF Úrslitini av VK-4 í Hvannasundi

Úrslitini av VK-4 í Hvannasundi

by Guttorm Sørensen

Hóast rættiligt kavaveður um vikuskiftið, varð 4. umfar av vetrarkappingini gjøgnumført uttan stórvegis trupulleikar. Men tað var ein heldur ivasamur Gutti, sum góðan tíma undan startinum segði seg ikki síggja tvørtur um Sundið fyri jarðroki. Tíbetur klárnaði bara heilt væl tann næsta tíman, og flestu rennarar vóru væl nøgdir við túrin, hóast tað ikki var so lætt at fáa fótafesti allastaðni.


Startskotið er júst latið av og teir 40 vaksnu rennararnir spenna avstað í tí nógva kavanum

Tað sigst annars, at First Stop hevur fingið enn eitt bein at standa á. Nú eru teir eisini farnir at seta píkar undir renniskógvarnar hjá fólki. Og við tí stóru fjøld, sum er við í Vetrarkappingini, er lítið at ivast í, at First Stop við hesum veruliga hevur sligið seymin á høvdið!

Í opna bólkinum hjá monnum, vóru 30 rennarar. Og tað var beinanvegin ein kvintett við Sam, Gutta, Eiriki, Borgar og Henry, sum legði seg á odda. 10 umfør runt í Hvannasundi skuldu rennast.  Við Samminum á odda gekk tað við fullari ferð suður gjøgnum fjøruna, men komnir niðan á vegin, var eingin, ið vildi taka broddin av norðanvindinum, og tí fall ferðin nógv norður eftir bygdarvegnum. Soleiðis gekk øll umførini. Borgar hekk við teimum fremstu einar 3-4 km. Henry, sum vann kappingina hjá veteranunum, mundi halda einar 5-6 kilometrar. Og so stóð tað millum Sam, Eirik og Gutta. Seinasta túrin suður gjøgnum fjøruna, fekk Sam sett so mikla ferð á, at hol bleiv aftur til hinar báðar, sum tó ikki vildu lata Sam sleppa alt ov lætt. Talan gjørdist um ein langan, harðan og seigan spurt, har Sam gjørdist fremstur, 4 sekund framman fyri Eirik og Gutta, sum komu at kalla javnir á mál. Einans sentimetrar góvu Eiriki silvurið, og Gutti mátti taka til takkar við bronsuna. Stórur spenningur er um, hvør fer at vinna Vetrarkappingina. Sam SKAL vinna, fyri at hava ein møguleika, og um Sam vinnur, SKAL Gutti blíva nr. 2 fyri at vinna.

Ein góðan minutt eftir kom Henry á fjórða plássi. Hann vann sum sagt veterankappingina. Ein minutt eftir kom Borgar á mál sum nr. 2 og triðjur gjørdist John Egholm. Hjá Superveteranunum var Jens Weihe greitt fremstur. Nr. 2 bleiv Gunnar Simonsen og Jóannes Ortind endaði á triðja plássi. Heldur ikki hesuferð var nakar, ið  bjóðaði Meinari Ortind av í unglingakappingini. Meinar sær annars út til at mennast nógv fyri hvørja kapping.

Í dreingjakappingini var lagt upp til kappastríð millum stórtalentini Marnar Djurhuus og Rúni Seloy. Teir fylgdust allan vegin, men í spurtinum vísti Rúni, at hann er tann stinnari. Enn er tað tó Marnar, sum er fremst í samlaðu kappingini, men ein sigur til Rúna í Runavík, ger hann til vinnara.  Talan var eisini um kappastríð um triðjaplássið, har Hans Jacobsen og Regin Joensen dystaðust. Eins og í Streymnesi var tað aftur Hans, ið var drúgvastur hesuferð. Spennandi verður at síggja kappingina millum hesar báðar í Runavík, tí tann fremri av teimum verður eisini samlaður nr. 3.

Aftur hesuferð var Bjørk langt fremst hjá kvinnunum. Og aftur hesuferð fingu vit ein tvídyst millum Rebekku og Helgu Súsonnu um 2. plássið. Tær fylgdust nýggju tey fyrstu umførini, men á seinasta kilometrinum, var tað Rebekka, sum vísti styrki, og rann næstan ein hálvan minutt undan Helgu Súsonnu. Og aftur hesuferð vann Ella Áarstein veterankappingina hjá kvinnunum. Susan Jacobsen bleiv nr. 2.

Gentukappingina vann Elsa Berg í stórum stíli. Hon og Dagmar Johannesen hava annars ligið sera javnar, og seinasta umfar í Runavík fer eisini at avgera hvør av teimum fer avstað við samlaða sigrinum. Hildur Poulsen, sum annars hevur verið nr. 3 allar hinar kappingarnar, kláraði at basa Dagmar, og fekk sítt fyrsta silvurmerki í hesi Vetrarkapping.

Nú er bara finalan eftir. Hon verður í Runavík leygardagin 27. mars kl. 11.00.

Úrslitini er at finna í . pdf her

Samlaða støðan eftir fýra umfør er at finna í .pdf  her

Myndir frá umfarinum í Hvannasundi eru at finna her

  
Bjørk vann hjá kvinnum                             Marnar og Rúni høvdu tætta uppgerð          Eirikur og Gutti á mál í tøttum spurti

0 comment
0

Related Articles