So er fyrsta umfar av Grand Prix’num farið aftur um bak. 70 børn og ung høvdu sett stevnu á Tórsbreyt kl. 18.30, har Bragdið var vertur og fyriskipari. Bragdið skal hava stóra tøkk fyri væl gjøgnumførda kapping.
Arbeiðið sum feløgini hava lagt í venjingarnar í vetur og vár, var lætt at fáa eyga á. Nógvar góðar og spennandi kappingar vóru, og eisini sera nógv góð úrslit og persónlig met. Í úrslitalistanum stendur aftast eitt stigatal, sum er givið eftir norsku tyrving-tabellini. Hon er at finna undir “reglur” á forsíðuni.
Veðrið vísti seg tíbetur frá tí góðu síðuni. Tað vóna vit, at tað eisini ger, tá 2. umfar av Grand Prix fyri børn og ung verður á Svangaskarði mikukvølið 9. juni kl. 18.00
Bragdið hevur nógvar myndir frá kappingini. Leinkja til tær er HER.
Úrslitini finnast í .pdf her niðanfyri:
GPBU 2010-1 ÚRSLIT 100m
GPBU 2010-1 ÚRSLIT 600m
GPBU 2010-1 ÚRSLIT Hæddarlop
GPBU 2010-1 ÚRSLIT Spjótkast og bóltkast