Home FÍF Úrslitini frá FM um vikuskiftið

Úrslitini frá FM um vikuskiftið

by Guttorm Sørensen

Her eru úrslitini frá FM á Tórsbreyt í dag.

5000m menn
Luttakararnir á 5.000m menn koma framvið málinum eftir 200m

Úrslitini frá leygardegnum finnast í .pdf HER og úrslitini frá sunnudegnum finnast í .pdf HER.

100 m
Í finaluni hjá kvinnunum vóru tríggir luttakarar. Her eydnaðist tað favorittinum Monu Breckmann at renna undir 14 sekund í mótvindinum. Úrslitið gjørdist 13,96, og harvið vardi hon sítt FM-heiti frá í fjør. Rebekka Fuglø gjørdist nr. 2 við tíðini 14,55, og nr. 3 bleiv Randi Kúrberg. Hennara tíð varð 16,43.

Hjá monnunum stóðu fýra mans klárir í startblokkunum. Robin Jønsson og Daniel Djurhuus Rein, sum vit kenna frá ungdómslandsliðnum, mundu vera favorittarnir. Eftir ein tjóvstart komu teir avstað í øllum góðum. Daniel fekk ein góðan start, men bleiv pressaður harðari og harðari móti endanum. Tá var so javnt, at mannaeygað ikki kundi taka dagar ímillum, hvør var fyrstur um málstrikuna. Men á málmyndini, sum eisini er at síggja her á síðuni, sæst at tað er Daniel, sum er nakrar millimetrar frammanfyri. Nú vit hava roynt útgerðina við málmyndum nakrar ferðir, og hava havt einar 100 startar uttan óhapp, hendi tað tíverri, at vit til júst hesa kappingina fingu trupulleikar, og tí ikki fingu røttu tíðirnar.

400 m
Hjá kvinnunum var bert Rebekka Fuglø til start. Men heldur enn at taka sær ein lættan sigur, vísti hon sannan ítróttaranda, tá hon í heldur keðiliga veðrinum rann bæði hart og væl, og kom á mál við tíðini 66,89 sek.

Í mansfinaluni var tað Jóan Karl Joensen, sum gjørdi skjótt av, og legði seg avgerandi á odda. Við tíðini 54,92 endaði hann eisini 3 sekund framman fyri næsta mannin. Men dysturin um hinar plaseringarnar gjørdist sera spennandi. Eftir eina øgiliga togan aftur og fram, varð tað loksins Robin Jønsson, sum fekk silvurið og Júst í Túni, sum fekk bronsuna. Teirra tíðir vóru ávikavíst 57,92 og 58,26.

800 m
Eins trygt sum á 400 metrum, rann Jóan Karl Joensen seg longur og longur burtur frá sínum kappingarneytum, og vann við tíðini 2.07,77. Kappingin um 2. plássið gekk javnt á fyrstu 500 metrarnar, men Júst í Túni knekkaði Djóna Højgaard, so hann at enda fekk silvur við tíðini 2.12,46, meðan Djóni á triðja plássi fekk 2.22,09.

Hjá kvinnunum var aftur lagt upp til spennandi uppgerð millum Bjørk Herup Olsen, sum eigur føroyska metið, og Rebekku Fuglø, sum eisini onkuntíð hevur havt tað. Oftani, tá hesar báðar hava dystast, hevur Bjørk roynt at leggja harðliga til brots fyri at sleppa av við spurtssterku Treysta-damuna. Men Rebekka hevur aloftast hingið í, og hevur síðani spurtað seg til sigurs. Hesuferð hevði Bjørk valt annan taktikk. Hon legði seg aftanfyri Rebekku, sum síðani valdi at renna sera varisliga fyrst umfarið. Tá einir 300 metrar vóru eftir kom álopið frá Bjørk. Og tað sá eisini út til at muna nakað. Áskoðarnir vóru síðani vitni til ein flottan langan spurt teirra millum, har Rebekka tó vísti, at hon ikki er til at taka, tá hon er “komin undir land”. Av tí at fyrsta umfar varð so taktiskt runnið blivu tíðirnar langt frá so góðar, sum tær plaga at vera. Rebekka fekk 2.32,45 og Bjørk 2.34,64.

5000 m
Setningurin hjá Bjørk á 800 m var trupul at greiða, men á 5000 m var hon greiður favorittur. Einasta mótstøðukvinna var Borgarhjørt Holm, sum ætlaði at sníkja seg undir teir 20 minuttirnar. Munurin teirra millum vaks eisini alsamt sum kappingin leið, og at enda hevði Bjørk vunnið við framúrskarandi tíðini 18.30,12, sum bert er 18 sekund frá metinum hon setti á oyggjaleikunum. Borgarhjørt helt røttu ferðina teir fyrstu 3000 metrarnar, men misti eitt sindur til seinast, so hon endaði við 20.10,86.

Manskappingin gjørdist sum væntað ein dystur millum Andrias Hansen og Sam Vang. Sum vanligt  seinastu tíðina, var tað aftur Andrias, sum var ferðsetari við Sam í hølunum. Soleiðis gekk á inntil tvey umfør vóur eftir. Tá gjørdi Sam eins og hann gjørdi á Ólavssøku. Hann setti ferð á og royndi at sleppa frá Andriasi. Á Ólavssøku eydnaðist hetta bert partvíst, men nú gekk betur. Andrias, sum rann sína fyrstu kapping á breyt, megnaði ikki at svara aftur. Eftir at Sam var við á oyggjaleikunum sum judoíðkari, er hann nú aftur heilt uppi á toppinum sum rennari. Tíðin hjá honum 16.33,28 er ein av teimu allar skjótastu hjá honum nakrantíð! Kappingina um triðja plássið vann Hallur Holm, eitt lítið hálvt sekund framman fyri Henry Olsen.

Hamarakast
Fyrsta kastikappingin var í hamarakasti. Og hóast tað varð farið at regna, sá tað als ikki út til at nerva okkara bestu kastarar. Heri Ziska legði út við einum kasti uppá 41,54 m, sum er góðan metur longri enn á oyggjaleikunum. Næsta kastið kom út á 43.06, men Heri støðgaði ikki her, tí í triðja og besta kastinum kom hann heilt út á 44,26 m, ella heilar fýra metrar longri enn á oyggjaleikunum! Og fjórða kastið gjørdist eisini gott – 43,98 m. So heldur enn at iðra seg um miseydnaðu køst nr. 5 og 6 man Heri nokk heldur fegnast um sína bestu og stabilastu kapping við hamaranum í eina tíð.  Nr. tvey í kappingini gjørdist Uni Højgaard, sum setti persóligt met, og nú bert mangar heilt lítið í at fara út um 30 metrar. Hansara úrslit gjørdist 29,21. Daniel Djurhuus Rein gjørdist nr. 3. Hetta var fyrstu ferð hann royndi at kasta ein hamara, og hann fekk hann út á 14,97 m.

Dagsins úrsliti stóð Randi Kúrberg fyri. Eftir at hava lagt út við einum kasti uppá góðar 35 metrar, kom hon heilt út 40.26 metrar. Hetta er nýtt føroyskt met og Randi er eisini fyrsta føroyska kvinna út um 40 metrar! Bert eitt av 4 teimum seinastu køstunum hjá Randi varð góðkent, men dagurin var í øllum f’ørum bjargaður. Meifríð W. Hansen á silvurplássinum fekk bert tað eina kastið  góðkent. Tað kom út á 22,16 metrar.

Diskoskast
Meifríð W. Hansen var einasti luttakari í diskoskasti hjá kvinnum. Hon kastaði ikki upp til sítt allarbesta hendan dagin, men kom kortini út á 25,64 metrar.

Diskoskast hjá monnum hevur í FM-høpi verið ein paradudisiplin hjá Hera Ziska, síðani frælsur ítróttur varð endurstovnaður í Føroyum í 1989. Meðan Heri við hamaranum kastaði 4 metrar longri enn á oyggjaleikunum, kastaði hann góðar tríggjar metrar styttri við diskinum. Men við 39,28 metrum var gullmerkið væl og virðiliga tryggjað. Bert ein mótstøðumaður var hjá Hera, og var tað lærlingur hansara Helgi Geyti, sum fekk silvur við einum kasti uppá 22,81 metrar. Vónandi gongur ikki ov long tíð til ungi Helgi kann geva Hera veruliga mótstøðu.   

Longdarlop
Vinnarin á 100 metrum, Mona Breckmann, var favorittur at vinna longdarlopskappingina. Og við einar javnari seriu við seks lopum innanfyri 22 cm, har tað longsta var 4,32 m, livdi hon eisini upp til hetta. Føroyska metið er 4,50 m (Helga Mikkelsen – systur Ása –  í 1993) og sostatt manglaðu bert 18 centimetrar í at vit fingu nýtt føroyskt met. Randi Kúrberg vísti, at hon umframt at kasta ymiskan reiðskap, eisini klárar at kasta seg sjálva rættiliga langt. Við sínum besta lopi uppá 3,88 fór hon avstað við silvurmerkinum, framanfyri Meifríð Hansen, sum leyp 3,38 m.

Eins og í fjør gørdist tað aftur Daniel Djurhuus Rein, sum vann longdarlopskappingina hjá monnum. Besta  lop hansara leygardagin var 5,69 metrar. Djóni Højgaard, sum lá á odda áðrenn triðja umfar, vann silvur við einum lopi uppá 5,48 metrar, og Helgi Geyti vann bronsuna við 4,90 m. 

 

Kappingarnar sunnudagin:

 Spjótkast
Fyrra greinin var spjótkast og tað vóru heilir seks mans og tvær kvinnur, sum høvdu hug at royna seg. Hjá monnunum legði Høgni Debes (Hvirlan) seg á odda í fyrsta kasti og økti í øðrum til góðar 38 m, og tá var kappingin um gullið í veruleikanum avgjørd. Harafturímóti var kappingin um silvurmerkið sera tøtt, har fyrst veteranurin John Egholm (Hvirlan) og síðan Helgi Geyti (Hvirlan) løgdu seg við kastum beint omanfyri 35 m. Teir lógu eisini á ávikavist triðja og  øðrum plássi tá farið var undir seinnu helvt av kappingini, men tá blandaði Robin Jønsson (Roysnið) seg í dystin tá hann kastaði 30 cm longur enn Helgi og tók seg sostatt fram frá fimta til annað pláss. Nú vóru einans 86 cm millum annað og fjórða pláss. Fleiri broytingar hendu tó ikki og sostatt var tað Høgni sum fór við sigrinum frammanfyri Robin og Helga. Tað var tó flott at síggja unga Ólavur Egholm, ið eins og Helgi Geyti, eigur at kasta við 700 g spjótinum í síni fyrstu roynd í spjótkast kastaði 800 g spjótið út á 33,57 m.

Hjá kvinnunum vóru tað tveir luttakarar, og har var ongantíð ivi um sigurin, tí munurin millum Randi Kúrberg (Hvirlan), ið fyrr hevur umboðað Føroyar í spjótkasti, kastaði meira enn dupult so langt sum Eyðdis Andreasen (Hvirlan). Til stuttleikar kann nevnast at um Randi hevði luttikið í spjótkast á Álandi og kastað líka langt sum til FM, so hevði hon vunnið silvurmerkið.

 

Kúlustoyt
Henda kapping bleiv sera áhugaverd og spennandi hjá monnunum, og var hon ikki avgjørd fyrr enn í seinasta umfari. Tað var Heri Ziska (Hvirlan) sum legði seg á odda í fyrsta umfari, meðan Høgni Debes sum einasti annar luttakari fór útum 9 m strikuna. Høgni økti støðugt og nærkaðist Hera, og í síðsta umfari fór hann so framum. Heri royndi at svara aftur, og hóast hann økti, so manglaðu 8 cm í at taka fyrsta plássið aftur frá Høgna, soleiðis vann Høgni sítt næsta gullmerki á degnum. Triðjapláss fór til Kristian Martin Garðalíð (ÍSB), beint frammanfyri John Egholm. Her kann nevnast at ungu Helgi Geyti og Ólavur Egholm, ið hava aldur til at kappast í bólkinum D17 og eiga sostatt at brúka 5,00 kg kúluna, og ikki 7,26 kg sum kappast er við til kappingar hjá teimum vaksnu. Hóast hetta so smæddust teir ikki burturímillum.

Hjá kvinnunum var kappingin ein endurtøka av spjótkappingini, har Randi legði seg á odda í fyrsta umfari. Og henda støða bleiv ikki broytt, so Randi vann sær sítt annað gullmerki á degnum.

Skrivað: Hallur & Heri

100 m - menn a mal
So tættir vóru Daniel D. Rein og Robin Jønsson um málstrikuna á 100m. Daniel var 0,01 sek. fremri.

longd m longd kv 5000m m 400m m

800m kv 100m kv 100m m diskus m

Fleiri myndir frá kappingunum er at finna á heimasíðuni hjá Hvirluni. Leinkjan til myndir frá fyrra degnum er her og seinna degnum er her . Myndirnar hevur Bjørg Svabo tikið.

0 comment
0

Related Articles