Her eru úrslitini frá 2. Grand Prix sum var á Svangaskarði mikukvøldið 24. juni kl. 19.00. Líkindini vóru av teimum allarbestu og gekk tað avbera væl at avgreiða kappingarnar. Tíverri mátti kappingin í longdarlopi avlýsast, tí eitt stórt tjald stóð á økinum, har longarlopi skuldi vera. Hetta kom sera illa við hjá fyriskiparunum úr Treysti og FÍF, og vónandi hendir slíkt ikki aftur. Kappingarnevndin hevur avgjørt, at samlaða úrslitið í longdarlopi verður samlaða stigatalið fyri GP1 og GP3.
Fleiri góð úrslit vóru at síggja, og vístu teir báðir oyggjaleikaluttakararnir sum luttóku, Rúni Seloy og Rebekka Fuglø, góðar taktir nú leikirnir verða settir leygarkvøldið.
Gloymd klæði: Tvey klædnapløgg lógu eftir aftaná loknar leikir. Ein svørt Nike sveittaundirtroyggja str. 10/12 ár og ein grá hettutroyggja við ymiskum grønum bókstavum á. Eigur tú okkurt av hesum pløggum, kanst tú ringja til Hall á tlf 228 338.
Øll úrslitini er at finna í .pdf formati niðanfyri:
Spurtteinar
Miðteinar
Kúlustoyt
Samlaða støðan eftir nú 2 av teimum 3 umførunum eru avgreidd, verður kunngjørd her á síðuni ein av komandi døgunum.
Triðja og seinasta umfar í Grand Prix fyri børn og ung 2009 verður á Tórsbreyt mikudagin 19. august og tá er tað Hvirlan og FÍF í fyriskipa.
Rúni Seloy og Rebekka Fuglø runnu væl á Svangaskarði
Nýggja el-tíðarútgerðin hjá FÍF bleiv brúkt á Svangaskarði fyri fyrstu ferð
Dreingir 14-15 og 18-19 eru júst skotnir avstað á 200m
Debes hevur júst skotið gentur 12-13 avstað á 800m teininum
Gentur 8-9 eru júst byrjaðar uppá 800m teinin
Dreingir 12-13 beint eftir startin á 800m teininum
Sum sást á hesi myndini, so stendur eitt stórt telt, har longdarlop skuldi vera