Home FÍF Úrslitini frá Ólavsøkurenningini

Úrslitini frá Ólavsøkurenningini

by Guttorm Sørensen

Í gjár skipaði Bragdið fyri árligu Ólavsøkurenningini. Luttøkan var sera góð hjá bæði børnum og vaksnum. Renningin var samstundis sætta og seinasta umfar í Grand Prix fyri vaksin í summar, og longu undan renningini á Ólavsøku var mestsum alt avgjørt í øllum bólkunum. Grand Prix kappingin er skipað soleiðis, at av teimum seks umførunum, eru tað fýra tey bestu sum telja við í samlaðu støðuni. Harumframt verða latin bonusstig til tey sum havað luttikið í fimm og seks umførum.

olavsoka startur

Líkindini at renna vóru av teimum allarbestu og eisini vóru rættiliga nógvir áskoðarar. Runnið bleiv á eini nýggjari 5 km rutu, sum var ein rundteinur uppá 1.024m, sum skuldi rennast fimm ferðir. Tí var starturin fluttur 120m frammum málið, sum var á Skálatrøð uttanfyri hjá Valdemar Lützen.

Vinnarar blivu enn einaferð Andrias Hansen og Bjørk Herup Olsen úr Bragdið, og á øðrum og tríðjaplássi hjá bæði kvinnum og monnum komu Bragdarennarar. Andrias vann við tíðini 16,39 min. frammanfyri Sam Vang við 16,46 min. og Hallur Holm við 16,51 min. Gott at síggja at Hallur veruliga byrjar at koma fyri seg aftur í rennihøpi og vónandi fer tað at halda hjá honum hesuferð.

Hjá kvinnunum vóru tað Oyggjaleikaluttakararnir 17-ára gamla Bjørk Herup Olsen og Súsanna Skylv Sørensen, sum dystaðust um fyrsta plássið. Bjørk legði seg skjótt frammum Súsonnu og hesa leiðslu økti hon spakuliga og kom á mál við góðu tíðini 18,14 min. frammanfyri Súsannu við 18,30 min. 43-ára gamla Borgarhjørt Holm bleiv nummar trý við 20.04.

Hjá monnunum kom Bent Povlsen á mál sum nummar fýra. Bent, sum er nú veteranur, hevur onkuntíð verið vinnari á Ólavsøku, og eigur bestu tíðina, sum er runnin á Ólavsøku, men er rutan broytt fleiri ferðir síðani tá. Men Bent rennur framvegis sera væl. Nummar fimm bleiv 17-ára gamli Jan Elmar Sørensen úr Treysti. Hann hevur verið frammanfyri Hallur hinar kappingarnar í summar, men mátti hesaferð lúta fyri Halluri.

Bent Povlsen gjørdist vinnari fyri veteranar við tíðini 16,52 min. frammafyri Borgar Biskopstø úr Treysti og Absalon Hansen úr Bragdið. Hjá superveteranunum var tað enn einaferð Heðin Johannessen úr Treysti í vann. Tíðin hjá honum var 19,25 min. á næstu plássunum komu Óli Olsen úr Bragdið og Kristin Rasmussen úr Frælsi.

Eftir at tey vaksnu høvdu runnið vóru rennikappingar fyri bæði gentur og dreingir í bólkunum -7, -10, -13 og -17 og vóru tað sera nógv børn og ung sum luttóku. Bólkarnir -7 og -10 runnu umleið 450m, meðan -13 og -17 runnu eitt umfar á 1.024m.

Øll úrslitini frá Ólavsøku er at finna í .pdf her . Myndir frá Ólavsøkurenningini eru at finna á heimasíðuni hjá Bragdið, sum er www.bragdid.fo.

Í Grand Prix hjá kvinnum gjørdist Bjørk Herup Olsen úr Bragdið vinnari við fullum stigatali, 165 stigum. Á næstu plássunum komu Rebekka Fuglø og Susan Jacobsen úr Treysti, við ávikavist 137 og 106 stigum.

Hjá monnunum gjørdist Andrias Hansen úr Bragdið vinnari eisini við fullum stigatali, nevniliga 165 stigum. Sam Vang úr Bragdið bleiv nummar tvey við 145 stigum frammanfyri Jan Elmar Sørensen úr Treysti við 133 stigum.

Hjá veteranum var tað Borgar Biskopstø, sum gjørdist vinnari við fullum stigatali, tó uttan at fáa bonusstig, tvs. at Borgar vann við 160 stigum. Á øðrumplássið endaði Jósvein Herup Olsen úr Bragdið við 147 stigum. Triðjaplássið fór heldur óvæntað til Theodor Askham Olsen úr Treysti í harðari kapping við Pól Sundskarð úr Treysti.

Heðin Johannessen úr Treysti vann superveteranbólkin við fullum stigatali og fullum bonusstigum, so hann fekk 165 stig. Nummar tvey gjørdist Jens Weihe úr Frælsi við 139 stigum frammanfyri Steindor Hjaltalin úr Bragdið við 123 stigum.

Endaliga støðan í Grand Prix 2009 fyri vaksin er at finna í .pdf her.

0 comment
0

Related Articles