Home BETRI Vetrarkappingin Úrslitini frá TF VK-4 í Sørvági í morgun

Úrslitini frá TF VK-4 í Sørvági í morgun

by Guttorm Sørensen

Líkindini vóru ikki av teimum bestu tá fjórða umfar í TF Vetrarkappinini bleiv avgreitt í Sørvági fyrrapartin av Frælsi. Rennast skuldu umleið 8,6 kilometrar, frá kirkjuni í Sørvági út til Bíggjar omanfyri bygdina og útum, og so heimaftur gjøgnum Bø og so til málið við kirkjuna. Eitt kalt og strævi lot inneftir Sørvágsfirði, gjørdi at runnið bleiv við lágari ferð úteftir at venda.

Hóast vátaslettingur og okkurt heglingsælið møttu rennarunum meðan teir koyrdu vestur, so var onki avfall meðan sjálv renningin bleiv avgreidd, men beint eftir at seinasti rennarin fór um málstrikuna, ja so kom aftur eitt heglingsæl.

Tað var næstan sum at sígga eina súklukapping, tí nógvir rennarar lógu í bólkum uppá “hjul” hjá øðrum í nógva mótvindinum. Heimaftur broyttist alt. Ferðin bleiv munandi økt og mestsum ongin fylgdist.

9085_r_960_620
Soleiðis sá tað eina fylgi út í nógva mótvindinum (mynd: jn.fo)

Hóast vána veðrið so vóru tað heili 84 rennarar, sum møttu upp og gjøgnumførdu, og tað er mesta nøgd av rennarum nakrantíð síðana Vetrarkappingin byrjaði.

Eftir kappingina bjóðaði Frælsi, sum kom sera væl frá fyriskipanini av tiltakinum, heita suppu og kaffi/te í SÍ-húsinum, og tað mundi koma væl við hjá øllum, bæði rennarum og fyriskiparum.

Vinnari hjá monnum bleiv enn einaferð Marnar Djurhuus. Honum á baki komu Sam Vang og Eirikur Hansen. Hjá kvinnunum varð tað aftur hesuferð Bjørk Herup Olsen, sum kom fyrst á mál. Síðani komu Rebekka Fuglø og Rigmor N. Arge. 

Veteranbólkin vann enn einaferð Henry Olsen, men munurin tykist tódna fyri hvørt umfar aftur til Hall Holm bleiv nummar tvey aftur hesuferð. Súni Jacobsen kom á mál sum nummar trý.

Ann Thomsen varð fyrsta veterankvinna á mál. Síðani komu Astrid Joensen og Hergerð Heldarskarð.

67-ára gamli Jens R. Weihe, sum er suverenur í superveteranbólkinum, vann aftur fyrrapartin, Nummar tvey gjørdist Jósvein Herup Olsen, meðan Gunnar Simonsen bleiv nummar trý.

Unglingabólkarnar vunnu Marnar Djurhuus og Rebekka Fuglø, meðan Gunnar Sivertsen og Maria Biskopstø vunnu dreingja- og gentubólkin.

Fimta umfar í TF Vetrarkappingini verður avgreitt í samband við FM í crossrenning, sum verður í Hoydølum leygardagin 1. februar.

Leinkja til myndir á heimasíðuni www.jn.fo er her

Øll úrslitini eru at finna niðanfyri. Samlaða støðan í TF Vetrarkappingini kemur á heimasíðuna ein av fyrstu døgunum.

Úrslit TF VK-4 í Sørvági 11. januar 2014 kl. 11.00
Gentur (1998-2002) – 3 km
Nr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Felag
1 12.01 Maria Biskopstø 2002 Treysti
2 12.39 Oddvør Josephsen 2001 Treysti
3 13.20 Elin Kristina Ryan 2000 Treysti
4 13.30 Rutt Gregersen 2001 Treysti
dns Unna Ró Jacobsen 2002 Bragdið
Dreingir (1998-2002)  3 km
Nr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Felag
1 11.23 Gunnar Eihilt Sivertsen 1999 Treysti
2 12.18 Steintór Egholm 2000 Bragdið
3 13.10 Dánjal Dahl Ljósheim 2000 Hvirlan
4 13.36 Hugin Jacobsen 2002 Bragdið
5 13.38 Hans Eihilt Sivertsen 2001 Treysti
6 13.41 Jákup Dahl Ljósheim 1998 Hvirlan
7 13.43 Ingi Johannessen 2002 Roysnið
8 26.36 Elias Thorsteinsson 2001 Hvirlan
dns William Helmsdal 2002 Bragdið
Kvinnuunglingar (1993-1997) – 8,6 km
Nr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Felag
1 36.42 Rebekka Fuglø 1993 Treysti
2 58.15 Judith Johannessen Roysnið
Mansunglingar (1993-1997) – 8,6 km
Nr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Felag
1 32.21 Marnar Djurhuus 1995 Treysti
2 34.30 Einar Gregersen 1995 Treysti
3 34.58 Teitur Bjarnastein 1997 Bragdið
Kvinnur opin bólkur (-1997) – 8,6 km
Nr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Felag
1 33.57 Bjørk Herup Olsen 1991 Bragdið
2 36.42 Rebekka Fuglø 1993 Treysti
3 37.21 Rigmor Nap.dóttir Arge 1969 Hvirlan
4 39.25 Tórvør Østerø Vang 1969 Bragdið
5 40.20 Ann Thomsen 1966 Bragdið
6 42.47 Astrid Joensen 1967 Roysnið
7 43.53 Helga Susanna Johansen 1981 Treysti
8 44.19 Hergerð Heldarskarð 1968 Bragdið
9 46.07 Maria Svabo Hansen 1972 Bragdið
10 46.53 Adelaid Kirke 1968 Hvirlan
11 47.01 Anna Maria Seloy 1964 Bragdið
12 47.12 Eydna Weihe 1969 Bragdið
13 47.18 Jórun Larsen Mørkøre 1970 Treysti
14 47.34 Jorie Josephsen 1971 Treysti
15 47.44 Birna Abrahamsen 1970 Hvirlan
16 48.41 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið
17 49.28 Anna Sofía Eysturoy 1963 Bragdið
18 50.36 Kitty May Ellefsen 1968 Bragdið
19 50.42 Conny Mikkelsen 1969 Bragdið
20 51.03 Aud í Soylu 1961 Frælsi
21 51.35 Elin Vang 1973 Roysnið
22 52.05 Jóhanna Vang 1964 Bragdið
23 53.14 Olga Johannessen 1967 Roysnið
24 54.12 Laila Jacobsen 1962 Frælsi
25 54.23 Jessie Hansen 1955 Bragdið
26 54.25 Maria Biskopstø 1965 Bragdið
27 55.51 Eyðna Simonsen 1964 Bragdið
28 57.32 Julianna Frederiksberg 1967 Roysnið
29 58.15 Judith Johannessen Roysnið
30 58.38 Ingun Olsen 1959 Bragdið
31 58.45 Johanna J Egholm 1975 Bragdið
dns Karin Kirke Petersen 1964 Treysti
dns Sunneva Olsen 1959 Bragdið
dns Hallbjørg Danielsen 1973 Roysnið
Kvinnur veteranar (1959-1968) – 8,6 km
Nr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Felag
1 40.20 Ann Thomsen 1966 Bragdið
2 42.47 Astrid Joensen 1967 Roysnið
3 44.19 Hergerð Heldarskarð 1968 Bragdið
4 46.53 Adelaid Kirke 1968 Hvirlan
5 47.01 Anna Maria Seloy 1964 Bragdið
6 48.41 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið
7 49.28 Anna Sofía Eysturoy 1963 Bragdið
8 50.36 Kitty May Ellefsen 1968 Bragdið
9 51.03 Aud í Soylu 1961 Frælsi
10 52.05 Jóhanna Vang 1964 Bragdið
11 53.14 Olga Johannessen 1967 Roysnið
12 54.12 Laila Jacobsen 1962 Frælsi
13 54.23 Jessie Hansen 1955 Bragdið
14 54.25 Maria Biskopstø 1965 Bragdið
15 55.51 Eyðna Simonsen 1964 Bragdið
16 57.32 Julianna Frederiksberg 1967 Roysnið
17 58.38 Ingun Olsen 1959 Bragdið
dns Karin Kirke Petersen 1964 Treysti
dns Sunneva Olsen 1959 Bragdið
Menn opin bólkur (-1997) – 8,6 km
Nr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Felag
1 32.21 Marnar Djurhuus 1995 Treysti
2 32.54 Sam Vang 1970 Bragdið
3 33.22 Eirikur Hansen 1980 Bragdið
4 33.34 Henry Olsen 1964 Bragdið
5 33.51 Hallur Holm 1967 Bragdið
6 34.30 Einar Gregersen 1995 Treysti
7 34.58 Teitur Bjarnastein 1997 Bragdið
8 35.06 Regin Thomsen 1976 Roysnið
9 35.16 Jan Elmar Sørensen 1991 Treysti
10 35.29 Niels Poulsen 1972 Bragdið
11 35.39 Jóhan E. Simonsen 1969 Bragdið
12 35.47 Súni Jacobsen 1967 Bragdið
13 35.53 Jóhan M Jacobsen 1966 Roysnið
14 36.03 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið
15 36.09 Uni Svabo Joensen 1969 Frælsi
16 36.19 Heini Gregersen 1964 Treysti
17 36.21 Marnar Pattinson 1970 Roysnið
18 36.24 Jens.R. Weihe 1947 Frælsi
19 36.42 Guttorm Sørensen 1968 Treysti
20 37.00 Herluf Jakobsen 1963 Bragdið
21 37.06 Hjalmar Sjóvará 1966 Bragdið
22 37.13 Jósvein Herup Olsen 1958 Bragdið
23 37.53 Jonhard Larsen 1966 Treysti
24 38.03 Herluf Hansen 1973 Bragdið
25 38.12 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið
26 38.21 Egil Olsen 1963 Roysnið
27 38.42 Terje Hansen 1968 Roysnið
28 39.19 Jan Matras 1966 Treysti
29 40.11 Kàri Simonsen 1959 Bragdið
30 40.23 Eyðun Simonsen 1969 Bragdið
31 40.35 Eirikkur Joensen 1967 Roysnið
32 40.41 Jóan Petur Olsen 1968 Roysnið
33 41.42 Gunnar Simonsen 1952 Treysti
34 41.47 Rani Friang Rasmussen 1985 Roysnið
35 43.03 Jóannes Ortind 1951 Bragdið
36 43.12 Óli M. Hansen 1964 Bragdið
37 44.00 Jan Egholm 1972 Bragdið
38 44.33 Júst Túni 1986 Treysti
39 49.13 Jóannes Guttesen 1969 Onki felag
40 53.37 Sofus Poulsen 1965 Frælsi
41 58.46 Regin Jóanesarson 1945 Frælsi
dns Regin Joensen 1966 Onki felag
dns Arnfinnur Helmsdal 1970 Bragdið
dns Regin Zachariasen 1960 Bragdið
dns Andreas Josephsen 1968 Treysti
Menn veteranar (1959-1968) – 8,6 km
Nr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Felag
1 33.34 Henry Olsen 1964 Bragdið
2 33.51 Hallur Holm 1967 Bragdið
3 35.47 Súni Jacobsen 1967 Bragdið
4 35.53 Jóhan M Jacobsen 1966 Roysnið
5 36.03 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið
6 36.19 Heini Gregersen 1964 Treysti
7 36.42 Guttorm Sørensen 1968 Treysti
8 37.00 Herluf Jakobsen 1963 Bragdið
9 37.06 Hjalmar Sjóvará 1966 Bragdið
10 37.53 Jonhard Larsen 1966 Treysti
11 38.12 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið
12 38.21 Egil Olsen 1963 Roysnið
13 38.42 Terje Hansen 1968 Roysnið
14 39.19 Jan Matras 1966 Treysti
15 40.11 Kàri Simonsen 1959 Bragdið
16 40.35 Eirikkur Joensen 1967 Roysnið
17 40.41 Jóan Petur Olsen 1968 Roysnið
18 43.12 Óli M. Hansen 1964 Bragdið
19 53.37 Sofus Poulsen 1965 Frælsi
dns Regin Joensen 1966 Onki felag
dns Regin Zachariasen 1960 Bragdið
dns Andreas Josephsen 1968 Treysti
Menn superveteranar (-1958) – 8,6 km
Nr. Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Felag
1 36.24 Jens.R. Weihe 1947 Frælsi
2 37.13 Jósvein Herup Olsen 1958 Bragdið
3 41.42 Gunnar Simonsen 1952 Treysti
4 43.03 Jóannes Ortind 1951 Bragdið
5 58.46 Regin Jóanesarson 1945 Frælsi

 

 

 

0 comment
0

Related Articles