Home FÍF Úrslitini frá VK-3 í Streymnesi/Hvalvík í dag

Úrslitini frá VK-3 í Streymnesi/Hvalvík í dag

by Guttorm Sørensen

Her eru úrslitini frá 3. umfari í Vetrarkappingini 2009/2010 sum varð avgreitt í Streymnesi/Hvalvík í dag.

Úrslit VK-3 2009-2010

Synd er at siga, at líkindini fyri einari góðari rennikapping vóru til staðar. Saltingin, sum reypað varð um innan kappingina, var bara farin fram á kommunala vegnum í Streymnesi, og tí var Hvalvíksvegurin, sum Landsverk hevur ábyrgdina av, átøkur eini betri skoytibreyt. Hetta, saman við ísakalda stíva andøvsgulinum suður gjøgnum Saksunardal, vóru rammurnar hjá rennarunum til 3. umfar av Vetrarkappingini.

Onkur var setstur aftur, men gleðiligt var tó, at so nógv høvdu hug at bjóða sær sjálvum, øðrum rennarum og føroysku náttúruni av. Heilir 46 rennarar stóðu á startlinjuni, og teir fullførdu allir fastsetta teinin.

Lítla løtu eftir at startskotið small, komu lokalu seyðamenninir og sperraðu seinasta strekkið av kappingarteininum av við stiki. Hetta var dagurin, tá “kenningin” skuldi fáast til høldar, og menn vóru á fjalli í trimum høgum runt Hvalvík og Streymnes. Tey ungu, sum bert runnu eitt umfar, vóru skjót aftur. Seyðamenninir tóku stikið frá, og  Marnar Djurhuus, Treysti, rann á mál væl fremstur. Honum á baki komu kappingarneytarnir úr Bragdinum, Hans Jacobsen og Regin Joensen nærum púra javnir á mál við fyrrnevnda sum nr. 2.

Eina løtu seinni kom Elsa Berg sum tann fyrsta gentan á mál. Dagmar Johannesen, sum annars hevur vunnið tey bæði fyrstu umførini bleiv nr. tvey ein hálvan minutt frammanfyri Hildur Poulsen. Tær umboða allar Bragdið. Og so varð stikið koyrt fyri aftur.

Og menninir fóru út á seinasta umfarið. Teir lógu tættir í oddinum – Guttorm, Eirikur, Sam, Pauli og Regin. Og gongan oman úr Dalinum nærkaðist eisini. Senan var sett: 30 móðir seyðamenn fegnast um, at nú eru bert 50 metrar eftir, so er seyðurin í rætt. Men hinumegin  frá koma 5 rennarar stunandi beint ímóti. Nú vóru góð ráð dýr! Skuldi eg fara í kríggj við seyðamenninar og teirra heilaga seyð, ella skuldi eg kanska flyta málið einar 100 metrar?

Men tíbetur! Tá stoppurið vísti 27 minuttir, kom seyðafylgið undan. Og væl gekst í hond. 2-3 minuttir seinni var alt fylgið í rættini, og stikið kundi takast frá aftur. 1-2 minuttir seinni dagaði krýllurin á Sam Vang fram har undir húsunum hjá løgtingsmanninum. Hann hevði runnið frá hinum, og vann ein lutfalsliga tryggan sigur.  Gott var at síggja Sam aftur í kapping og í sama góða formi, sum vit kenna hann. Bragdið átti eisini næsta mannin á  mál. Tað var vinnarin av nýggjárshálvtmaraton, Eirikur Hansen, sum á seinasta umfarinum var stungin av frá Guttormi Sørensen, Treysti, sum kom á mál nøkur sekund seinni. Guttorm vann annars bæði tey fyrstu umførini av vetrarkappingini.

Í kvinnukappingini var tað enn einaferð Bjørk Herup Olsen, sum vann ein tryggan sigur. Kappingin um silvurið gjørdist ein tvídystur millum Treystadamurnar Rebekku Fuglø og Helgu Súsonnu Johansen, við fyrrnevndu fyrst á mál. Rannvá Djurholm var stutt aftanfyri tær báðar, og í kappingini hjá kvinnuunglingum fekk hon bronsuna, meðan tað aftur her vóru Bjørk og Rebekka, sum fingu gull og silvur. Hjá kvinnuligu veteranunum var tað gull til Ellu Áarstein úr Treysti og silvur til Jessie Hansen úr Bragdinum.

At kappast við veteranunum er ikki bara sum at siga tað. Hendan dagin vóru 5 av 9 teimum fremstu veteranar! Raðfylgjan var: Regin Zachariassen, Henry Olsen og Borar Biskopstø. Í samlaðu kappingini gjørdust teir ávikavíst nr. 4, 6 og 7! Kappingina hjá superveteranunum vann Jens Weihe úr Frælsi frammanfyri Gunnar Simonsen, Treysti og Ólav Herup Olsen, Bragdið. Meinar Ortind vann kappingina hjá mansunglingunum.

Og soleiðis vóru vit fleiri, sum fingu ein leygardag at ganga, har menniskjan møtti náttúruni, og nýggja og gamla tíðin nærum runnu hornini móti hvørjum øðrum.

Skrivað: Hallur

0 comment
0

Related Articles