Home FÍF Úrslitini Runt Agnið 14. november

Úrslitini Runt Agnið 14. november

by Hallur Holm

So er Vetrarkappingin 2009/10 byrjað! Leygardagin var talan um metstóra luttøku, tá Roysnið og Treysti skipaðu fyri fyrsta umfari. Runnið varð “Runt Agnið”, og lat tað verða sagt beinanvegin, at hetta gjørdist ein seigur túrur fyri tey flestu.

agni
Áðrenn startin uttanfyri Tofta Skúla

Tí hóast hann hevði lovað hampuligt veður meðan renningin fór fram, so herjaði hann á við grimdarregni, stutt eftir at startskotið varð latið av. Tey ungu, sum henda dagin runnu 5 km, sluppu tó nøkulunda snikkaleys. Um tað var tí tey sóu regnið koma, skal verða ósagt, men í øllum førum vóru tíðirnar framúr góðar hjá teimum ungu henda dagin. Av teimum 5 dreingjunum komu allir undir 20 minuttir. Rúni Seloy rann á fyrsta sinni undir 17 minuttir og 14 ára gamli Marnar Djurhuus á øðrum plássi rann 17.29 í síni fyrstu kapping nakrantíð! Heilt sikkurt eitt navn vit koma at hoyra nógv meira til í framtíðini. Á triðja plássi kom Regin Joensen, sum hóast hann júst hevur drigist við skaða, megnaði við sínum 18.58 at skava ein heilan minutt av tíðini frá í fjør. Eisini Fridleivur Joensen og Hans Jacobsen komu væl undir 20 minuttir!

Hjá gentunum fingu vit eina spurtuppgerð, tá Dagmar Johannesen og Elsa Berg, komu javnar um málið við fyrrnevndu sum vinnara. Hóast teimum báðum dámar betur at renna styttri teinar og spurt, fingu tær góðar tíðir. Sama kann sigast um Hildur Poulsen á 3. plássi og Jónfríð Hansen á fjórða.

Hóast tíðirnar hjá teimum ungu vóru sera góðar, kann mann ikki siga tað sama um tíðirnar hjá teimum vaksnu. Til tað darvaði ringa veðrið alt ov mikið. Hóast afturvendi Guttorm Sørensen á fyrsta sinni rann yvir 40 minuttir, var hetta nóg mikið til ein tryggan sigur. Eirikur Hansen, sum vann silvur í FM maraton í september, sær út til at hava hildið formin, og bleiv ein tryggur nummar tvey. Á triðja plássi kom veteranurin Borgar Biskopstø, sum sostatt eisini vann veterankappingina. Her bleiv Josvein H. Olsen nummar tvey og Dan Knudsen nummar trý. Hjá superveteranunum vann Jens Weihe frammanfyri Gunnar Simonsen og Jóannes Ortind.

Hjá kvinnunum var tað sum so ofta fyrr Bjørk Herup Olsen, sum var langt fremst. Henni á baki komu Helga Súsanna Johansen og Rebekka Fuglø. Í kappingini fyri kvinnuligar veteranar var Ella Áarstein fremst. Nr. tvey var Susan Jacobsen og nr. 3 Rosa Jakobsen.

Meinar Ortind vann kappingina hjá mansunglingum, meðan Bjørk Herup Olsen vann kvinnuunglingakappingina. Her gjørdist Rebekka Fuglø nr. 2.

At alt fleiri og fleiri hava sæð gleðina og nyttuvirðið av at renna er einki nýtt. Gleðiligt er tó at hetta sæst so væl aftur í teimum kappingum, sum verða fyriskipaðar. Vónandi hevur ringa veðrið ikki rætt nakran, tí vit skulu helst vera eins fjølment, tá annað umfar av Vetrarkappingini verður í Havn 5. desember!

Øll úrslitini eru at finna í. pdf her

0 comment
0

Related Articles