Home FÍF Væleydnað dómara- og startaraskeið

Væleydnað dómara- og startaraskeið

by Hallur Holm

Við samstarvsavtaluni, sum FÍF hevur gjørt við Dansk Atletik Forbund, eru føroyingar umsíður góðkendur partur av alheims frælsum ítrótti undir danska sambandinum. Okkara kappingar kunnu nú góðkennast og skrásetast í donskum hagtølum. Men fyri at hetta kann lata seg gera, krevst at góðkendur dómari er til kappingarnar, og í rennikappingum skal eisini verða góðkendur startari.


Afv.: Randi Kúrberg, Karin K. Petersen, Uni Højgaard, Helgi Geyti, Michael Feldballe, Guttorm Sørensen og John Frøberg
Ffv.: Jonhard Larsen, Eyðdis Andreasen, Svend Åge Seloy, Sunniva Bjarnastein, Niels Jákup Jakobsen, Hallur Holm, Heðin Johannessen, Andreas Josephsen, Heri Ziska og Preben Mangart.

Seinast dómaraskeið varð fyriskipað í Føroyum var í fyrru hálvu av 90’unum, so sigast má, at nú var ógvuliga hóskandi høvi aftur at seta nýggjar dómarar við.

Tað er fráfarni formaðurin í FÍF, Heri Ziska, sum hevur staðið sum høvuðsfyriskipari fyri skeiðunum. Tveir dómarar frá DAF við drúgvum dómararoyndum og drúgvum lívsroyndum vórðu bodnir at koma til Føroya at standa fyri skeiðunum. Tað vóru teir báðir Preben Mangart (39) og John Frøberg (39), sum báðir sjálvir hava íðkað frælsan ítrótt á høgum støði. Preben Mangart er enn aktivur, og eigur fleiri donsk met á 100 m og í longdarlopi fyri veteranar. John Frøberg, sum á yngri árum var ein sera dugnaligur kastari, var dómari á Oyggjaleikunum í Føroyum í 1989.


Preben Mangart og John Frøberg

Heilir 14 luttakarar vóru sinnaðir at gerast dómarar í frælsum ítrótti. 5 komu úr Hvirluni, 3 úr Treysti og 4 úr Bragdinum. Harafturat hevði kappingarnevndin tvey umboð. Hesi 14 stóðu øll royndina, sum fór fram eftir lokið skeið. Andreas Josephsen var við seinna dagin, og hóast hann ikki enn kann kalla seg dómara, kann hann kalla seg disiplindómara í lopgreinum.

Skeiðið varð hildið fríggjadagin frá 15.00 til 22.00 og so aftur frá leygarmorgni til væl út á seinnapartin, tá próvtøkurnar vóru. Klokkan umleið 17.30 var leyst og liðugt. Men ikki fyri øll. 2. hvítusunnudag var so startaraskeiðið á skránni. Her var pláss fyri 6 luttakarum, sum allir skuldu hava staðið dómaraskeiðið frammanundan. Vid á hesum skeidinum vóru Helgi, Randi, Uni, Sunniva, Niels Jákup og Hallur. Hetta skeiðið var frá kl. 9.30 til 15.30 og allir luttakararnir fingu startaraprógv. Hendan dagin høvdu vit praktiskar startiroyndir við kaninum úr Hvirluni. Takk til tær!

Og takk til Hera fyri fyriskipan og til Randi fyri góðan vertsskap. Eisini takk til Niels Jákup fyri eina góða útferð við undirritaða og okkara donsku gestum til Norðradals, Velbastaðar og Kirkjubø. Betri guide kundu teir neyvan fingið.

Samanumtikið eitt sera væleydnað og neyðugt tiltak og ein góð íløga í frælsa ítróttin.

0 comment
0

Related Articles