Væleydnaður dagur við Roster og stroyming, og fleiri góð úrslit

Skrivað hevur

Í dag bleiv fyrsta umfar í Betri Stórkappingini hildið á Tórsbreyt. Heilt fitt av norðanvindi, kalt og sólglottar vóru umstøðurnar. Hóast hetta, so vóru øll glað fyri hittast og sleppa at royna seg í royna seg í kapping aftur. Koronatíðin, sum hevur verið seinastu knappar tveir mánaðirnar,  sá ikki út til, at hava darvað íðkararnar nakað serligt við venjing, tí fleiri, eftir umstøðunum, rættiliga góð úrslit vóru at síggja hjá bæði stórum og smáum.

Øll úrslitini finnast í .pdf her: https://admin.rosterathletics.io/pdf/meet-715-Results-en-GB.pdf

Næsta umfar í Betri Stórkappingini verður hildið leygardagin 23. mai kl. 12.30 og tá verður tað Hvirlan, sum stendur fyri kappingunum. Tilmeldingin liggur tók her á heimasíðuni.

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*