Vaktarskifti hjá FÍF

Skrivað hevur

Fríggjakvøldið var ársaðalfundurin hjá FÍF hildin í fundarhølum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Undan fundinum var greitt, at nýggjur formaður skuldi finnast, tí formaðurin seinastu átta árini ynskti ikki afturval.

Søren Antoft úr Bragdinum og Sølvi Reinert Hansen úr Roysninum vóru uppskotin formansevni. Teir fingu báðir orðið undan atkvøðugreiðsluni, og høvdu teir báðir sett sær nøkur góð mál at virka fyri. Tað gjørdist Sølvi, sum vann atkvøðugreiðsluna og verður hann tí formaður hesi bæði næstu árini.

FÍF formansskifti 2018
Back to basic. Sølvi Reinert Hansen var fyrsti formaður FÍF’s, og setur seg nú aftur í sessin, sum Hallur Holm hevur havt síðan 2010

Eisini nevndarlimurin Guttorm Sørensen stóð fyri vali. Eingin stillaði upp móti honum, og heldur hann tí fram í nevndini komandi tvey árini. Sostatt gjørdist formansskiftið einasta broyting í starvsnevndini, sum nú sær soleiðis út:

  • Sølvi Reinert Hansen, formaður
  • Niels Jákup Jakobsen, næstformaður
  • Guttorm Sørensen, peningarøkil
  • Regin Thomsen, skrivari
  • Rigmor N. Arge
  • Karin K. Petersen, 1. tiltakslimur
  • Søren Antoft, 2. tiltakslimur

Kappingarnevnd bleiv eisini vald, og í hana komu:

  • Regin Thomsen, formaður
  • Guttorm Sørensen
  • Søren Antoft
  • Rógvi Johansen

Nýggi formaðurin Sølvi Reinert Hansen var ein av stigtakarunum til at stovna Frælsan Ítrótt Føroya í 2002 og var sjálvur fyrsti formaður felagsins fram til 2006, tá Heri Ziska tók við. Fráfarandi formaður hevur sitið seinastu átta árini síðani 2010.

Seinasta formansfrágreiðingin kann lesast undir myndini.

FÍF nevndin 2018
Nýggja starvsnevndin hjá FÍF: F.v.: Guttorm Sørensen, Niels Jákup Jakobsen, Sølvi Reinert Hansen, Rigmor Napoleonsdóttir Arge og Regin Thomsen

Formansfrágreiðingin 2017/18

Okkara ítróttur krevur meira arbeiði enn nógvur annar ítróttur, og tí er tað bara gleðiligt, at vit hava nógvar eldsálir, sum gera eitt risastórt arbeiði dag og dagliga. Hetta stríð hevur sæst aftur tíbetur, og heiður er nú latin onkrum av okkara eldsálum.

Í fjør vann Heri Ziska heiðurin sum Ársins Leiðari hjá Dansk Atletikforbund, og bleiv hann heiðraður bæði í Danmark og í Føroyum.

Nú fyrst í mai var tað so Guttorm Sørensen, sum vann heiðursbræv Poul E. Peterens. Ein heiður, sum verður latin fyri sjálvboðið og ósjálvssøkið arbeiði. Av tí at Guttorm ikki kundi taka í móti heiðurinum, sum var latin á aðalfundinum hjá ÍSF, høvdu FÍF, Treysti og Klaksvíkar Kommuna eina móttøku í Býráðssalinum í Klaksvík, har stór mannfjøld fagnaði Guttormi.

Bæði Heri og Guttorm hava saman við Absalon Hansen verið vangamyndir í 3-2, og eru tí við til at varpa eitt sera positivt ljós á frælsan ítrótt.

At tiltøk hjá okkara feløgum m.a. eru til at vinna pening, er heilt natúrligt. Men tað vendir eisini hinvegin. Samstarvið sum bæði Frælsi og Bragdið hava havt við Krabbameinsfelagið og gongu-½hálvmaraton, er við til at skaffa Krabbameinsfelagnum pening. Tað sama var galdandi til motiónsrenningina í sambandi við NS ½maraton hjá Treysti, har luttøkugjaldið fór til Sclerosufelagið og tiltakið hjá Jonhard Larsen, har hann rann úr Klaksvík til Havnar fyri at stuðla Alzheimerfelagnum. Soleiðis hevur frælsi ítrótturin víst samfelagssinni og hetta hevur varpað positivt ljós á frælsa ítróttin.

Svensk, ella Gotlendsk vitjan á páskum gav eisini góða fjølmiðlaumrøðu.
Tað lá nøkur ár í tonkunum, at gera okkurt serligt burtur úr fyri íðkarar og venarjar á breytini, og at brúka okkara sambond gjøgnum eitt nú oyggjaleikir. Tí var tað leingi eitt ynski at fáa Jorma Jaaskelainen og Mattias Sunneborn – gotlendskir toppvenjarar og fyrrverandi toppíðkarar – til Føroya. Hesir báðir eru góðir all-roundvenjarar og Mattias hevði eisini sína søgu at siga frá einum ríkum, spennandi ítróttarlívi og um Suicide Zero. Skipað varð fyri væleydnaðum fyrilestri í Starvsmannafelagshúsinum.

Fýra ymiskar venjingar blivu eisini fyriskipaðar. Ein við denti á lop, ein við denti á spurt, ein barnavenjing og spæl og ein venjing var fyri motiónsrennarar.

Vit hava samband við nógvar ymiskar góðar venjarar, og tað er sjálvandi ein møguleiki at taka onkrar heim higar bæði at venja okkara íðkarar, men eisini at vera inspiratión fyri okkara venjarar.

Ítróttarliga

Oyggjaleikir
Høvuðskappingin hjá FÍF eru oyggjaleikirnir, har vit ynkja at hava so stóra umboðan sum gjørligt, við so kappingardugnaligum íðkarum sum gjørligt.

Úrslitið í ár var heilt framúr við einum gullheiðursmerki, trimum silvurheiðursmerkjum og einum bronsuheiðursmerki.

Tað var Rebekka Fuglø, sum legði fyri við føroyskum meti og bronsu á 1.500 metrum. Seinni í vikuni rann hon í stórum stíli gullið heim á 800 metrum

Marna Egholm vann silvur á bæði 10.000 metrum og ½ maraton. Gull- og silvurtíðirnar vóru næstbesta og triðbesta tíðin yvirhøvur í oyggjaleikasøguni, og søgan var hin sama í hálvum maraton. Í báðum førum var gulli ómetaliga nær.

Tórur Mortensen hevði á einum vanligum degi lættliga vunnið gull í trístøkki, men vegna skaða gekst als ikki eftir vild. Bert eitt lop bleiv góðkent. Tað rakk til eitt trygt silvurmerki.

Hesum fimm heiðursmerkjum høvdu vit vónir um frammanundan, tó vit kendu ikki litin. Men so kom unga Margit Fríðmundsdóttir púra óvæntað og vann bronsu í trístøkki. Hon var enntá á silvurplássinum líka til sætta og seinasta umfar.

Sera positivt var, at vit høvdu ungar gentur/kvinnur við, sum vóru á sínum fyrstu oyggjaleikum. Alda Lamhauge kom í semifinaluna á 100 metrum, Oddvør Joesephsen var við í 800 m-finaluni, Margit Fríðmundsdóttir setti føroyskt met á 200 metrum og kom í semifinaluna og Elisabet Holm Simonsen var partur av bæði 4×100 m og 4×400 m boðrenningini, sum í báðum førum setti dygt føroyskt met og endaði í báðum finalunum.

Serliga boðrenningarnar góvu liðandanum eitt rimmar boost, og hetta merktist eisini millum allar teir føroysku áskoðararnar í Visby.

Ungi Julian Gregersen var sera stutt frá at renna seg í finaluna á 800 metrum. Hetta eydnaðist tó til fulnar á 1.500, har hann í finaluni setti eitt gott persónligt met. Seinasti luttakarin var Jan Elmar Sørensen, sum var skaddur, og bert rann eina av trimum tilmeldaðum kappingum. Hann var eitt gott dømi um, at man ikki møtir skaddur upp til stórar kappingar við landsliðnum. Vit skuldu upprunaliga vera 10 luttakarar, men Rúni Jacobsen bleiv tíverri skaddur heilt stutt undan fráferð og gav avboð.
VU-Spelen
Sama vikuskifti sum oyggjaleikirnir endaðu, byrjaði VU-Spelen. Tí vóru eingir oyl-íðkarar við har. Kortini var hópurin í Gøteborg bæði stórur og sterkur. Heilt serligt úrslit fekk Teresa Bláhamar, sum setti eitt dygt føroyskt met í hæddarlopi fyri kvinnur.

Sera hugaligt er at síggja, at tað longu nú eru fleiri íðkarar, sum hava klárað oylkrav, og hava møguleika til sínar fyrstu oyggjaleikir. Umframt Teresu hava eisini Sunniva Bogadóttir, spjót og Guðrið K. Petersen, sleggja, verið omanfyri oyl-krav. Harumframt eru fleiri onnur ung, sum eru rættiliga nær við. Her kunnu nevnast Andreas Antoft, Miso Buha, William Helmsdal og Lydia Simonsen. Og har eru onnur við.

Helst verða eingi long kast á oyggjaleikunum á Gibraltar. Hetta er ein ótrúliga óheppin og harmilig støða, nú vit hava seks-sjey ungar kvinnur við góðum møguleikum at náa oyggjaleikunum. Í fall eiga tær at fáa aðra avbjóðing uttanlands.

Pallas Spelen
Vit hava allatíð ynskt, at okkara landsliðsíðkarar skulu hava meira enn bert ta einu uppgávuna, sum hevur verið VU-Spelen og so oyggjaleikir annaðhvørt ár. Tí fóru vit aftur til innandurakappingina Pallas Spelen í Malmø í ár, har vit hava verið tvær ferðir áður. Tíverri komu nøkur avboð vegna skaða, okkurt vegna væntandi form. Mannfallið bleiv heldur stórt, og á sjálvum flogvøllinum kom seinasta avboðið, tá sjúka gjørdi seg galdandi. At enda vóru bert fimm við av teimum ætlaðu 10.

Úrslitini vóru tó so hampulig. Rebekka Fuglø vann gull á 1.500 metrum, meðan Alda Lamhauge fekk gott persónligt met á 200 m. Teresa tangeraði innandurametið í hæddarlopi. Tummas Napoleon var smáskaddur og rann ikki upp til sítt besta, meðan Elisabet Holm Simonsen rann javnt gott.  

Heimligu kappingarnar
Kappingarnar á breytini halda á at minka í undirtøku. Bæði Stórkappingin, FM Ung og FM Vaksin hava sínar avbjóðingar. Vit hava fyrr tosað um, um tað er neyðugt at hava bæði FM Ung og FM Vaksin. Tann spurningurin er kanska meira aktuellur nú enn nakrantíð.

Hóast nógvir luttakarar eru við til Vetrarkappingina, so var eisini her talan um lítla minking í mun til árini frammanundan. Hetta er tó ikki nakað alarmerandi. Vit eru enn mong, sum minnast tá vit hildu at 20 rennarar var ræðuliga nógv í einum starti.

Roynd við ultra-veteranum var gjørd í Vetrarkappingini, og eigur kappingarnevndin at meta um, hvørt hetta er komið fyri at vera, ella um man fer aftur til gomlu skipanina.

Tær fyrr so vælvitjaðu summarstevnurnar eru heldur forfjónaðar nú. Tað er eitt sindur sum við festivalunum, sum kvala bygdastevnurnar – soleiðis kvala stóru rennitiltøkini smákappingarnar. Men við øllum teimu mongu tiltøkunum, so kann man ikki rokna við innrás allastaðni.

 

Feløgini:
Bragdið

Ungdómsdeildin stríðist ár um ár á Tórsbreyt. Vit síggja enn somu persónar ganga á odda í venjarayrkinum. Tí er gleðiligt, at nýggir ungir venjaraspírar hava tikið ábyrgd at venja yngri børn.

Tórshavn Marathon og Kvinnurenningin eru sera væleydnað og ikki minni vælvitjað tiltøk, meðan flaggdagsrenningin og ólavsøkurenningin eru stagnerað. Hinvegin er nýggja Faroe Express-stafettin blivin eitt megnartiltak uppá heilt stutta tíð. Felagstúrarnir eru sera væl dámdir
Hvirlan
Hvirlan hevur hesi seinastu 2-3 árini mist nógvar sterkar ungar íðkarar, sum eisini vóru venjarar í felagnum. Hetta er eitt stórt tap, og felagið skal nú finna fótafestið aftur. Hvirlan fyriskipar fýra spennandi tiltøk:

Stuttleikir, sum er eitt rekrutteringstiltak fyri børn á Tórsbreyt og plagar at verað vælvitjað.
Jatnatøk, sum upprunaliga var ætlað sum ein millumtjóða summarstevna. Hetta hevur tíverri ikki fingist at virka. Ein orsøk til tað kann vera, at føroysku íðkararnir ikki hava bakkað nóg væl upp. Kerjarenningin, sum er eitt familjurennitiltak í náttúruni saman við Vetrarrennarunum og so Mannfólkarenning, sum bara er fyri mannfólk sum vilja dálka seg og blíva vát. Hetta var eitt væleydnað tiltak í ár, men tað átti at borið til fingið undirtøkuna enn betri.

Treysti
Tað hava verið heldur færri gul at síggja til kappingar. Bæði á landavegnum og á breytini. Men við sera spennandi verklagnum, sum tey rópa Vígvøllurin við Másheyg, (nýggja rennibreytin) er sannlíkt at man aftur fær stóra tilgongd. Og breytin fer so heilt víst at ávirka frælsa ítróttin ikki bara í Klaksvík og Norðoyggjum, men um alt landið.

FM NS ½ maraton, hevur verið flaggskipið hjá Treysti seinnu árini, og hevur verið fyrimyndarliga væl fyriskipað við góðari undirtøku. Føroya Bjór-renningin á norðoyastevnu og Silvarenningin eru eisini afturvendani rennitiltøk hjá Treysti. Her hevur undirtøkan sveiggjað nakað.

Frælsi
Føroya Vakrasta hálvmaraton rakti plett, tá tey yvirtóku 1. Leygardag í september frá Tórshavn Marathon. Eg vænti ikki at nakar hevði ímyndað sær at 700 luttarar skuldu koma til tiltakið.
Jan Elmar Sørensen er settur sum venjari og vegleiðari hjá motiónsrennarum.

Hvistan
Føroya Sunnasta ½ maraton var sera væleydnað í fjør við yvir 200 luttakarum, og tað sær út til at hetta endurtekur seg í ár. Glið er ordiliga komið á felagsvenjingarnar, sum nú eru fýra ferðir um vikuna – tvær ferðir í Vági og tvær ferðir á Tvøroyri.
Nýggja Marghøllin eigur at kunna geva møguleikar til bæði venjing og kappingar, men enn liggur einki ítøkiligt í kortunum. Eitt hugskot er at FÍF hjálpir at fáa gongd á, serliga viðvíkjandi barnavenjing, um felagið hevur hug til tess.

Høllin verður alment tikin í nýtslu fríggjadagin 15. Juni, og borgarstjórin hevur sett fram ynski um at onkur kemur suður at vísa í verki, hvussu høllin kann brúkast til frælsan ítrótt.  

Roysnið
Fyri bara trimum árum síðani sóust fyrstu fáu grønu børnini til kappingar á Tórsbreyt. Til fyrstu Stórkappingina í ár hevði Roysnið næstflestar startir. Felagsvenjingarnar hava gingið væl, m.a. við ymiskum spennandi túrum og øðrvísi renningum. Ein bólkur við nýbyrjarum er eisini akkurát byrjaður.

Nýggjárshálvmaraton, FM 10 km og Runt Agnið eru allar vælvitjaðar og sera væl avgreiddar kappingar, sum Roysnið skipar fyri.

Uttanlands
Fleiri av feløgunum eru eisini sera aktiv uttanfyri landoddarnar. Til Stórmót IR í Reykjavík í januar vóru fýra feløg umboðað. Tårnby Games, venjingarlega í Vaxsjø, DMU inni og úti, DM úti og inni og ikki minst øll tey sum ferðast út í heim til maraton og aðrar kappingar.

Í Keypmannahavn vunnu Cecil Weihe og Krista Nielsen sínar aldursbólkar í fjør í Keypmannahavnar maraton og í ár vann Jens Weihe sín bólk, sum hann so ofta hevur gjørt fyrr. Jú sanniliga er eisini dugur í teimum eitt sindur eldru.

EMA
Í august vóru Guttorm og undirritaði til EM fyri veteranar í Århus. Ein stórsligin kapping, har íðkarar úr 35 upp í 100 ár kappaðust. Ársaðalfundurin hjá European Masters bleiv hildin fyrsta dagin, og her vóru vit úr FÍF bodnir við sum eygleiðarar. Tað var vinur okkara Kalle Glomsaker úr Noregi, sum hevði sett okkum í samband við Týska forsetan Kurt Kaschke. Dagin eftir høvdu vit fund við forsetan, har vit umrøddu føroyskan limaskap í EMA. Einki tykist vera til hindurs fyri at Føroyar kunnu luttaka sum sjálvstøðug tjóð. Danir fingur mann valdan í starvsnevndina, sum telur fimm, so saman við forsetanum átti at borið til at fingið eina umsókn játtaða. Hetta var eitt heitt evnimánaðirnar eftir, men er nú kólnað nakað.

Nordic Athletics
Tí tað er ikki so ofta, at vit sleppa at kappast á jøvnum føti við aðrar tjóðir. NM fyri veteranar verður í Borås nú í summar, og har verður onkur føroyingur við. Ætlandi kappast føroyingar í føroyska landsliðsbúnanum.

Tað eru tíverri ikki so nógvar NM-kappingar annars. Í heyst høvdu vit Mariu Biskopstø og Oddvør Josephsen við til NM í lendisrenning fyri juniorar. Hvørgin teirra var á toppinum, og tað sást aftur í úrslitunum. Skal man vera við har, krevst eitt rættiliga høgt støði, sum vit ikki altíð hava. Men er møguleikin har, eiga vit at senda fólk til NM, tá vit kunnu. Vit hava verið umboðað til NM í lendisrenning øll árini síðani 2014 við einari kvinnu. Valborg Heinesen í 2014 og hini trý árini var tað Marna Egholm.

Ungdómssamlingar
Skipanin við talentvenjingum bleiv í fjør broytt soleiðis at øll ung uttan mun til støði kundu luttaka í felagsvenjingum/tiltøkum hjá FÍF. Beint undan seinasta aðalfundi høvdu vit slíkar alternativar venjingardagar við Gjógv, og í november høvdu vit eitt tiltak á Oyrabakka. Vit høvdu boðið taekwondo-venjarum at standa fyri einari venjing, og so høvdu vit ráðgeva frá ÍSF at greiða frá um doping. Bæði tiltøkini vóru sera væleydnað og –dámd, men tíverri var luttøkan alt ov lítil.

Arbeitt var kortini við nýggjari legu í Vági í mars, har vit fingu 2xtríggjar tímar í Marghøllini umframt óavmarkaða nýtslu av Pálshøll og fitnesshølunum har. Ætlanin var eisini at hava venjing við børnum úr Vági og Porkeri, men ov lítil undirtøka gjørdi at alt hetta bleiv avlýst. Tankin er enn sera góður, og kann verða tikin uppaftur.

Úrval
Síðan Úrval fór at virka í 2015, hava umboð úr FÍF á hvørjum ári fingið útluta stuðulskrónur. Í 2015 var tað Valborg Heinesen, meðan Tórur Mortensen og Hanus Bergsson fingu eina lítla upphædd sum ungdómsíðkarar. Í 2016 Var tað Marna Egholm, meðan Hanus og Tórur nú fingu eina eitt sindur hægri játtan. Í 2017 – farna árið – fingu Tórur og Marna stuðul. Fyri 2018 hevur Tórur Mortensen enn einaferð fingið stuðul, meðan ein kvinnuunglingabólkur við sjey kastarum eisini fekk eina upphædd.

  • ll árini hevur FÍF eisini søkt fyri Rebekku Fuglø. Úrval hevur tó ikki kunnað játtað henni pening, tí tað er próvfast, at hon ikki er í topp fimm í norðurlondum, sum man annars skal vera sambært reglugerðini. Rebekka vann gull í øllum sínum trimum altjóða kappingum í 2017/18. Stórmót IR, Pallas Spelen og Oyggjaleikir.

Tí stakk tað í eyguni, at annar íðkari, sum so avgjørt ikki er millum fimm tey bestu í norðurlondum í sínari ítróttargrein, kundi fáa fullan stuðul frá Úrval. Ikki tí – flestu halda hesin íðkarin hevur uppiborið stuðul. Men sambært lógunum var tað ikki møguligt – sama lóg, sum hevur verið brúkt móti Rebekku ár um ár. At Úrval ynskir at stuðla ítróttarfólki, hóast egnar lógir siga ímóti, merkir at har mugu lógarbroytingar gerast.

Eg eri byrjaður at skriva til Úrval, hvat fyri broytingar vit ynskja. ÍSF er vitandi um hetta.

Samstarvið viðv. Tórsbreyt
Samstarvið millum Hvirluna, Bragdið og FÍF um umstøðurnar á Tórsbreyt halda fram. Vit vóru á fundi við borgarstjóran, varaborgarstjóran og mentunardeildina, har vit greiddu frá, at merkingin á Tórsbreyt var kámað, at breytin var mosavaksin, at vit mangla ljós, ljóðútgerð og útgerð til stangarlop. Longu í fjør summar bleiv breytin vaskað og merkt upp av nýggjum. Eisini er ein millión játtað í 2018 til ljós. Boðini vóru síðani, at vit kundu vóna at fáa ljóðútgerð og stangarlopsútgerð deilt yvir tvey ár.

Samstarv um tunnilsrenning
Vit høvdu í umbúna at hava eina sonevnda altjóða ultratunnilsrenning í sambandi við at Eysturoyartunnilin letur upp í 2020. Hetta skuldi vera eitt felagsprojekt fyri øll feløgini, m.a. við tí endamáli, at tað skuldi kasta pengar av sær. Ein nevnd bleiv vald við einum umboði úr hvørjum felagið umframt umboði fyri FÍF. Nevndin hevur havt ein fund – sum longu nú er farin væl afturum.

Tankin var fyrst at renna úr Gásadali til Hvítanes og síðani gjøgnum Eysturoyartunnilin og so enda á Viðareiði. Nevndin fann tó skjótt út av, at hetta neyvan fer at kasta nógvar pengar av sær, og riggar illa sum eitt hátíðarhald í sambandi við tunnilsupplatingina. Komið varð eftir, at gera tveir renniteinar. 10 km úr Hoyvík og 5 km av Strondum. Báðir teinar enda við hátíðarhaldi við Ítróttardepilin í Runavík.

Hetta haldi eg er eitt gott uppskot, sum kann samlað fleiri túsund rennarar, og um væl verður borið at, skuldi tað kunna givið pening í kassan hjá øllum feløgunum í FÍF.

Men nú má berast skjótt at, tí enn hava vit einki loyvi fingið frá Tunnilsfelagnum, og møguliga onkur annar fer at liggja framvið.

Ultrarenning – Útiliv
Men longu í heyst verður ein ultra-trail kapping hildin í Føroyum. Útiliv Adventure Festial Faroe Islands er eitt risa rennitiltak, sum verður her í Føroyum frá 7. til 9. september. Heimskendir trailrennarar koma higar at renna trail-kapping á fýra ymsum teinum í Norðurstreymoy. Føroyskir stuðlar eru m.a. Nax, Mikkeler, Visit Føroyar og skótalið. Fríggjakvøldið áðrenn kappingarnar verður framsýning og fyrilestrar í Norðurlandahúsinum og sunnudagin gera tey alskyns útferðir. Væntast kunnu yvir 200 útlendskir rennarar.

Eg havi verið á fundi við Sarah Pritchard, sum er annar av høvuðsfyriskiparunum. Onkursvegna eigur FÍF at vera við í slíkum stórslignum tiltaki, sum í veruleikanum er eitt gott høvi at gera vanliga føroyingin betri kunnugan við trail-renning. Vit tosaðu um, at tað eigur at bera til at hava FM kapping í trail innbygt í kappingina.

Spurningurin er eisini, hvat FÍF skal gera, um hetta verður afturvendandi tiltak. Kunnu fremmandafólk koma inn á okkara øki? Kunnu øll skipa fyri rennikappingum allastaðni í Føroyum?

Hagtalsskipan
Á hvørjum ári hevur hetta verið eitt evni. At skapa ein databasa við øllum okkara úrslitum. Tað hevur verið sera ringt endaliga at velja eina ávísa loysn, tí KT er sera dýr, og ilt er at meta, hvat man fær fyri pengarnar. Men vit avgjørdu so at samstarva við Klintra, sum hevur dugnalig fólk til KT, og eisini fleiri fólk, sum hava bæði innlit og áhuga í frælsan ítrótt.

Vit eru nú komin so langt, at vit hava eina føroyska skipan. Hetta er tann danska, sum er týdd til føroyskt og er klár at seta í gongd. Nú er bert spurningurin, hvussu hon skal fóðrast við øllum teimum gomlu úrslitunum og hvussu hon skal fóðrast leypandi, og hvør skal gera tað.

Hetta er eitt risafet fyri okkara søgu. Til ber at gera ranglistar av alskyns slag. Síggja øll úrslit hjá einum íðkara samlað o.s.fr. Eitt ótal av møguleikum. Tey sum kenna danska statletik vita, hvat eg tosi um. Hetta hevur kostað nógvar pengar, men hetta eru neyðugt, og vit hava ráð til tað, tí vit hava uppspart pengar m.a. til tað sama.

Peningaliga – stuðlar
2017 var oyggjaleikaár, sum plaga at vera nakað dýrari enn hini árini. So er eisini hesuferð, og oyggjaleikir saman við útreiðslunum til hagtalsgrunnin geva okkum eitt lítið undirskot í 2017. Stuðulin frá ÍSF verður eitt vet minni í 2018 enn í 2017. Stuðulsinntøkur eru tryggjaðar trý  ár fram, til og við 2020. Vit hava undirskrivað nýggjan 3-ára sáttmala við Betri sum høvuðsstuðul, umframt avtalur við Hiddenfjord  og Føroya Tele – báðir sáttmálarnir galdandi fram til 2020.

Við einari fíggjarætlan upp á umleið 700.000 kr. hevur FÍF ríkar møguleikar fyri fjølbroyttum virksemi. Og skapar man enn størri virksemi, virkar skipanin hjá ÍSF nú soleiðis, at góður møguleiki er fyri eyka stuðulskrónum haðani.

Takk fyri meg
Eg fari nú at siga takk fyri meg. Takk fyri átta spennandi ár á odda fyri frælsum ítrótti í Føroyum. Átta ár er meira enn ivaleyst og nýggjar kreftir eiga at sleppa fram at. Takk fyri gott samstarv við feløgini, við venjarar og íðkarar, og ikki minst takk fyri gott samstarv við tykkum í nevndini. Eg ynski tykkum blíðan byr víðari – siglið egnar leiðir.

Mín seinasta heilsan fer til teir venjarar, sum dag og dagliga stríðast fyri framburði hjá øðrum. Uttan teir kundi alt gjørt tað sama.

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*