Home FÍF Venjaraskeið I

Vikuskiftið 1.-3. apríl skipaði FÍF fyri sera áhugaverdum venjaraskeiði. Hetta vikuskiftið var tað fyrra av tveimum, sum fevnir um venjing fyri børn og ung í aldrinum  14-17 ár. Fyri nøkrum árum síðani vóru hildin skeið í 7-10 ár og 10-14 ár. Tað vóru teir báðir, Daniel Bergin og Kim Johansson,  frá frælsa ítróttasambandinum í Svøríki ið undivístu og afturat sær høvdu Ellinor Sundstrand til at vísa hvussu tey ymsu øvilsi skuldu gjøgnumførast.

Hetta var sætta ferðin at Daniel var í Føroyum, og hann er eftirhondini vorðin føroyavinur burturav. Fýra ferðir hevur hann verið her sum skeiðsleiðari, men vit minnast hann eisini sum speakara, tá Hvirlan seinasta summar skipaði fyri Jatnatøkum á Tórsbreyt. Í sambandi við ta kappingina var tað eisini hann, sum stóð fyri at samskipa ferðingina hjá fremmandu gestunum, sum vóru við til kappingina.

Kim Johanson var eitt stórt talent sum hamarakastari, og fekk á ungum árum scolarship á universiteti í Arizona, har hann eisini seinni fekk útbúgving sum coach. Hann vandi sera hart og ógvusliga, og tað endaði eisini við, at hann fekk stórar ryggtrupulleikar,og mátti tíverri gevast við toppítrótti longu sum 22 ára gamal. Men hansara áhugi fyri kasti og serliga hamarakasti hevur brunnið bjart í brósti hansara allar dagar, og hann er í dag venjari hjá besta kvinnuliga svenska hamarakastaranum. Sjálvur kastaði hann 69 metrar, tá hann kastaði longst.

Ellinor Sundstrand er 17 ára gomul og av Gotlandi. Longu sum 15 ára gomul vann hon tvey heiðursmerki á oyggjaleikunum í Ålandi. Hennara sergrein er 7-dystur, og her er hon millum tær allarbestu í Svøríki í sínum aldursflokki. Hon er við í Føroyum at hjálpa venjarunum við øllum teimum ymsu praktisku venjingunum. Skal vísa, hvussu koordinatiónsøvilsi skulu gerast á rættan hátt o.s.fr. Tað sást skjótt, at hetta var ein vandur íðkari, sum steig fram. Og tað var ein sonn fragd fyri eygað, at síggja hesa gentuna, sum hevur vant frælsan ítrótt síðani 8 ára aldur, vísa síni kynstur.

Hetta vikuskiftið varð undirvíst 14 tímar, har vit bæði høvdu teori og praktiskar venjingar. Í teoriundirvísingini varð nógv tosað um týdningin at venjarin kennir sínar íðkarar, og at øll verða virðismett eins, óansæð dugnaskap. Og hvussu umráðandi tað er, at tað er íðkarin sjálvur, og ikki t.d. foreldur ella venjari, sum avgera hvørji mál skulu setast.

Av praktiskum venjingum var sera áhugaverd venjing í Yndi leygarmorgunin, har vit skuldu venja við leysum vektum. Vanliga hevur verið sagt, at venjing við leysum vektum ikki eigur at fara fram, fyrr enn íðkarin er 16 ár ella liðugur at veksa. Hesa støðu hevur svenska ítróttarsambandið fyri frælsan ítrótt tó broytt, og allar bøkur hesum viðvíkandi verða skrivaðar av nýggjum. Sera spennandi var at síggja Kim Johanson vísa venjingar við vektstongini. Fyrst vanligt squat og squat við strektum ørmum og frívend. Síðani alskyns alternativar venjingar, har einans hugflogið setir mørkini. At enda vísti hann, hvussu ein upphiting kann fara fram bara við einari vektstong. Sera áhugavert!

Hinum praktisku venjingunum stóð Daniel fyri. Leygardagin var tað rennikoordinatión og spurtteknikkur, og sunnudagin var tað lopkoordinatión. Serliga í spurtteknikkinum varð farið niður í smæstu detaljur. Kropsburður, høvuðburður, eygnabrá,  ja alt hevur týdning. Gjørdu nógvar venjingar, har dentur varð lagdur á, hvussu fóturin verður settur í. Sunnudagin royndu vit alskyns lopvenjingar. Lærdu hvussu venjingarnar kunnu varierast og eisini hvussu tær kunnu gerast eitt sindur stuttligari.

Sigast má, at hesir fyrstu 14 tímarnir hava verið sera inspiratiónsríkir, og vit eru longu farin at gleða okkum til um fýra vikur, tá Ellinor og tveir nýggir instrktørar koma til Føroya.


Luttakararnir avmyndaðir saman við svenskarunum uttanfyri ÍSF-Húsið.  Fr.f.v.: Heri, Randi, Eyðdis, Jógvan, Elsa, Ellinor, Søren. Miðr.: Svend Åge, Hallur, Jonhard, Heini. Standandi: Hans, Tummas Napoleon, Trygvi, Debes, Regin, Marnar, Rúni. Aftast: Gutti, Kim, Daniel.


Daniel Bergin greiðir frá


Daniel Bergin hevur nakrar ferðir hildið skeið í frælsum ítrótti í Føroyum og dámar honum sera væl okkara land


Kim Johansson hevði nógv gott at bera fram


Ellinor Sundstrand av Gotlandi vísti sera góðan teknik á Tórsbreyt


Ymisk hoppsløg vóru á skránni sunnumorgunin. Her eru Elsa og Regin í leysari luft!


Formaðurin í FÍF, Hallur Holm, var milt sagt flúgvandi á Tórsbreyt sunnumorgunin


Her er tað aftur Ellinor íð vísir sínar dygdir…


…og aftur her


Regin, sum fylti sekstan leygardagin – men uppførdi seg sum 18,  vísti seg at vera væl fyri til tey ymsu hoppsløgini


Onkur navnframur topprennari legði leiðina framvið at forvitnast.

0 comment
0

Related Articles