Home FÍF Venjaraskeið

Venjaraskeið

by Hallur Holm

Nú er nakað síðani, at FÍF seinast skipaði fyri venjaraskeiði. Í 2006 varð farið undir eina svenska ungdómsvenjaraútbúgving, sum er í trimum stigum. 7-10 ár, 10-14 ár og 14-17 ár. Tað var í november 2006, at tey bæði fyrru skeiðini vórðu hildin. Onkursvegna kom tó stígur í, men nú hava fyrireikingar verið eina tíð saman við frælsa ítróttarsambandinum í Svøríki, og nú er so skeiðið, sum umrøður venjing fyri tey 14-17 ára gomlu klárt at sjóseta.


Frá venjaraskeiðinum í 2006.  Svangaskarð í himmalsins ódnarveðri. Men Heri og øll hini hildu tó stílin;-)

Skeiðið verður í tveimum umførum. Fyrra umfar verður vikuskiftið 1. – 3. apríl og seinna umfar verður vikuskiftið frá 29. apríl til 1. mei. Fyri at fáa prógv, skulu skeiðsluttakarar verða við allar dagarnar. Skráin fyri seinna umfar er ikki løgd enn, men skráin fyri fyrra vikuskiftið sær soleiðis út:

  • Fríggjakvøld 19.00 – 22.00 Teori í ÍSF-húsinum
  • Leygarmorgun 9.00 – 11.00 Venjing við vektum í Yndi
  • Leygardag 11.30 – 14.00 Matur og teori í ÍSF-húsinum
  • Leygardag 14.30 – 17.00 Rennikoordinatión á Tórsbreyt
  • Sunnumorgun 9.00 – 10.30 Lopkoordinatión á Tórsbreyt
  • Sunnudag 11.00 – 12.30 Teori og endi – ÍSF-húsið

Roknast kann við, at seinna vikuskiftið fer at síggja nøkulunda eins út. Tað verða Daniel Bergin og Kim Johanson, sum koma at standa fyri skeiðunum. Fyrr nevndiskipaði eisini fyri skeiðunum í 2006. 

Við sær hava teir svenska meistaran í 7-kampi fyri gentur 17 ár. Hon eitur Ellinor Sundstrand og er gotlendsk. Til oyggjaleikirnar á Ålandi var hon 15 ár, men vann kortini trý heiðursmerki: silvur í longdarlopi (5,39), silvur í trístøkki (11,28 – bert 5 cm frá gullinum) og bronsu í hæddarlopi (1,59). Síðani tá hevur hon tikið seg væl fram. Hon kemur at vísa, hvussu venjingarnar verða gjørdar á rættan hátt.
 

 

 
Tá var høgligari dagin eftir í ítróttarhøllini í Hoyvík. Her er tað Bjørk, sum roynir hæddarlop.

Tað kunnu vera upp til 20 luttakarar á skeiðinum. Avgjørt er, at tey trý mest virknu feløgini, Bragdið, Hvirlan og Treysti, í fyrsta umfari kunnu melda 5 venjarar til. Frælsi, Hvistan og Roysnið fáa boðið at hava tveir venjarar við. Alt eftir hvussu gongur við tilmeldingum, kann tað henda, at okkurt felagið kann fáa onkran luttakara eyka við .

Tað er umráðandi, at boða frá luttøku í góðari tíð. Bøkurnar eru komnar til lands, og luttakarnir skulu lesa/hyggja bókina ígjøgnum, áðrenn skeiðið. Luttakarar, sum ikki vóru á skeiðinum 10-14 ár, skulu eisini lesa bókina, sum hoyrdi til tað skeiðið, so enn einaferð: sigið frá í góðari tíð, so tit fáa stundir at lesa bøkurnar.


Allir luttakararnir seinast saman við øllum royndarharunum.
Fremst: Hentza, Hallur, Álvur og Jan Elmar. Næstfremst: Gutti, Randi, Brian, Heri, Debes, Eyðtór og Súsanna
Standandi eru tað í gulum, Daniel Bergin og Jeremy Pryce og ytst til høgru er tað Súni.

0 comment
0

Related Articles