Home FÍF Venjaraskeið 10-12 ár

Venjaraskeið 10-12 ár

by Hallur Holm

So royna vit aftur at skipa fyri venjaraskeiðinum fyri tey, ið venja børn í aldrinum 10-12 ár. Skeiðið byggir víðari á venjaraskeiðið 7-10 ár, men er kortini fyri allar venjarar hjá børnum undan pubertinum á veg inn í pubertetin.

Fyri at norðingarnir ikki altíð skulu longu leiðina suður til Havnar, verður tann eini skeiðsdagurin hildin í Klaksvík. Hetta er tann dagurin, tá VK 6 er norðuri í Sundi, og skipað verður soleiðis fyri, at tað bæði kann rennast og farast á venjaraskeið.

Á skeiðinum verður komið inn á allar kappingargreinar í frælsa ítróttinum, við serligum atliti til, hvussu undirvísast kann til júst hendan aldursbólkin.

Skeiðið verður hildið leygardagarnar:
08. februar í Havn
15. februar í Klaksvík
22. februar í Havn

Meldið til á tilmeldingarsíðuni hjá FÌF. Skeiðið er ókeypis.

Randi Kúrberg og Heri Ziska verða skeiðsleiðarar. Tey hava instruktørútbúgving úr Svøríki og hava eisini sjálvi nógvar praktiskar royndir.


Venjaraskeiðið seinast hevði góða luttøku úr fleiri feløgum

0 comment
0

Related Articles