Leygardagin 31. mars – ímorgin – verður seinna helvtin av venjaraskeiðinum børn 7-10 ár. Fyrra umfarið var hildið leygardagin 3. mars. Hesaferð fara bæði teoretiski og praktiski parturin fram í Nonnuskúlanum. Skráin verður hendan:
- 9.00-9.10 Stutt kaffiprát
- 9.10-12.00 Teori
- 12.00-13.00 Døgurðastøðgur
- 13.00-17.00 Praktiskur partur
- 17.00-17.30 Eftirmeting
Tað eru framvegis Randi Kúrberg og Heri Ziska, sum standa fyri undirvísingini.