So halda vit fram við svensku ungdómsvenjaraútbúgvingini. Leygardagin 28. september og leygar- og sunnudagin 12. og 13. oktober verður skipað fyri venjaraskeiði ætlað aldursbólkinum 10-14ár. Skeiðið byggir víðari á skeiðið 7-10 ár, sum vit høvdu seinast, men nýggir venjarar eru vælkomnir eisini. Tað verða Randi Kúrberg og Heri Ziska, sum verða skeiðsleiðarar. Tey hava instruktørútbúgving úr Svøríki og sera drúgvar praktiskar royndir hava tey eisini. Á skeiðinum koma vit inn á allar tær ymisku kappingargreinarnar innan frælsan ítrótt, við serligum atliti til hvussu venjingarnar hóska best til júst tann aldursbólkin vit tosa um.
Ein tilmelding verður gjørd undir tilmeldingarskipanini her á síðuni. FÍF vónar at so nógv sum gjørligt koma við á skeiðið Bæði nýggir venjarar og tey sum longu eru byrjað í skeiðsrøðini. Skeiðið er ókeypis. Undir myndini er samlaða skráin fyri skeiðið.
Frá venjaraskeiðinum í fjør. Her venja tey kastiteknikk við ertraposum
Leygardag 28/9-13 | |||||
09:00 | Intro | ÍSF-húsið | RK/HZ | ||
09:30 | Friidrottstrænereskab | ÍSF-húsið | RK | ||
kaffi | |||||
Heimaarbeiði | |||||
11:30 | Metodikkur | ÍSF-húsið | HZ | ||
12:15 | Miðmáli | ||||
13:00 | Venjingarlæra | ÍSF-húsið | RK | ||
kaffi | |||||
15:15 | Innleiðsla til sprint/rimarenning | ÍSF-húsið | HZ | ||
16:00 | Rennisamskipan – verkligt | Tórsbreyt | RK | ||
16:30 | Srint/rimarenning | Tórsbreyt | HZ | ||
18:00 | Liðugt | ||||
Leygardag 12/10-13 | |||||
09:00 | Venjingarlæra og tilrættisleggjan | ÍSF-húsið | RK | ||
10:00 | Úthaldni – innleiðsla til mið-/langteinar | ÍSF-húsið | HZ | ||
10:15 | Mið-/langteinar | Tórsbreyt | |||
frukt | |||||
11:00 | Lopsamskipan | Tórsbreyt | HZ | ||
12:00 | Miðmáli | ||||
13:00 | Innleiðsla til 4x lop | ÍSF-húsið | HZ/RK | hædd/stong: HZ og longd/tristøkk: RK | |
13:45 | Hædd, longd, trístøkk (stong) | Tórsbreyt | RK/HZ | hædd/stong: HZ og longd/trístøkk: RK | |
16:45 | Liðugt | ||||
Sunnudag 13/10-13 | |||||
09:00 | Styrki | ÍSF-húsið | HZ | ||
09:45 | Heimaarbeiði | ÍSF-húsið | RK | ||
10:45 | Kaffi | ||||
11:00 | Innleiðsla: hamar, diskus, spjót, kúla | ÍSF-húsið | HZ/RK | kúla/diskus: HZ og hamar/spjót: RK | |
11:45 | Styrki – verkligt | Tvørmegi | HZ | ||
12:30 | Miðmáli | ||||
13:45 | Kast (samskipan + 4xkast) | Tórsbreyt | RK/HZ | kúla/diskus: HZ og hamar/spjót: RK |
16:30 Liðugt