Home FÍF Venjaraskeið II

Venjaraskeið II

by Hallur Holm

Nú er longu nakað fráliðið, síðani annar partur av venjaraskeiðinum 14-17 ár varð hildið, men eg haldi tað er uppá sítt pláss at siga eitt sindur frá hesum frálíka skeiðinum!

Seinna umfar byrjaði fríggjakvøld við at gjøgnumganga heimauppgávurnar vit fingu frá fyrra skeiðinum. Vit høvdu fingið bæði einstaklingauppgávur og bólkauppgávur. Hvørt felag umboðaði ein bólk, og loystu tey felagsuppgávurnar við at hittast saman eitt langt kvøld. So vit vóru øll væl fyrireikað til fyrsta kvøldið, har vit fingu gott prát um t.d. at spyrja okkum sjálvi, hvat tað er, sum ger at vit tíma at vera venjarar, hvønn leiðsluhátt vit velja sum venjarar og hvussu vit fáa ungdómin at trívast og støðast í bólkinum og ítróttinum sum heild.


Jorma Jaaskelainen av Gotlandi dugdi sera væl at greiða frá

Ein felagsuppgáva var eisini at leggja eina venjingarætlan fyri eitt longri tíðarskeið – 2-3 mánaðir – til rættis. Hetta var ein heldur umfatandi uppgáva, sum bólkarnir tó megnaðu at loysa. Hetta var í flestu førum gjørt við at laga venjingarætlanina til tey viðurskifti, sum feløgini frammanundan eru í.


Joakim Nilsson var sera dugnaligur

Hinar dagarnar vórðu vit býtt sundur í ein rennibólk og ein lopbólk. Tveir nýggir instruktørar stóðu fyri skeiðunum hesaferð. Til rennipartin var komin 34 ára gamli Joakim Nilsson, sum sjálvur var eitt kempistórt spurttalent. Longu sum 16 ára gamal rann hann 400 metrar uppá 49 sek. Men hann kom tó aldrin at renna skjótari, tí at áhaldandi skaðar hava forðað honum í hesum.


Svend Åge og Debes í góðum tøttum samstarvi

Leygarmorgunin lærdu vit um spurtteknik. Um vinklar, kropsburð, fótíseting o.a. Sera umráðandi var í hesum sambandi, at vit í smáum bólkum skuldu finna feilir og síðani royna at rætta teir. Læra at instruera! Hesin parturin var felags.

Sunnumorgunin var boðrenning á skránni. Tað vóru øgilig róp og málageipan, tá skiftini blivu vand niður í minstu detaljur. Boðrenningar eru flottar og spennandi kappingar, og  verða væntandi at síggja á Tórsbreyt í summar.


Boðrenning á skránni – hyp, hyp, hyp

48 ára gamli Jorma Jaaskelainen stóð fyri loppartinum. Jorma er ikki heilt ókendur í Føroyum. Hann var nevnliga við á oyggjaleikunum í Føroyum í 1989, har hann vann gull í trístøkki! Hann hevur nógv góð minni inni av Toftum, og vísti okkum eisini myndir av vertsfamiljini hann búði hjá. Stórur partur av leygardegnum fór til teoretiska gjøgnumgongd av longdarlopi, hæddarlopi og trístøkki. Hetta dugdi hann sera væl at gera livandi við góðum tekniskum kunnleika, anekdotum, myndum og filmi. At enda leygardagin sluppu vit út í sólina, har praktiski parturin av longdarlopi varð gjøgnumførdur.


Synkronhæddarlop, her framvíst av Jógvan og Hans

Sunnumorgunin vóru so praktisku venjingarnar í hæddarlopi og trístøkki á skránni. Her lærdu vit eina rúgvu av spesifikkum venjingum til tær ymsu fasurnar í lopunum.


Ellinor vísir her góða javnvág

Aftur hetta vikuskiftið var Ellinor Sundstrand við, sum royndarhara hjá instruktørunum. Hon byrjaði praktisku venjingina við rennibólkinum leygarmorgunin kl. 9.00 og var ikki liðug fyrr enn lopbólkurin gavst kl. 17.00! Jú, hon skal nokk fara at standa seg væl fyri Gotland á oyggjaleikunum!

 

0 comment
0

Related Articles