Home FÍF Venjaraskeið við Thomas Nolan

Venjaraskeið við Thomas Nolan

by Hallur Holm

FÍF hevur í fleiri ár arbeitt við at fáa danska toppvenjaran Thomas Nolan Hansen til Føroya at halda venjaraskeið. Hetta er nú blivið veruleiki, og langa vikuskiftið um mánaðarskiftið komandi, kemur Thomas til Føroya, her hann kemur at hava tvey ymisk venjaraskeið.

Fríggjadagin 1. mai, Dýra Biðidag, verður motiónsvenjaraskeið. Hetta er skeið, sum minnir um og byggir víðari á skeiðini, sum vit høvdu við David Møller fyri hálvum øðrum ári síðani. Skeiðið er fyri øll við áhuga í motiónsrenning, og serliga ætlað teimum, sum taka ábyrgd fyri einum bólki. Thomas Nolan kemur at vísa, hvussu tú kanst gera dagligu venjingarnar stuttligari og fjølbroyttari og eisini meira effektivar. Endalig skrá fyri skeiðið kemur seinni, men tað verður frá kl. 10.00 – 17.00.

Leygardagin 2. mai verður venjaraskeið í millumteina- og langteinarenning, við serligum atliti til millumteinarenning. Hendan dagin fer Thomas Nolan eisini at standa fyri einari venjing við okkara bestu miðteinarennarum frá 13 ár og upp. Málbólkurin er rennivenjarar og sjálvandi tey við áhuga í miðteinarenning.

Venjaraskeiðini eru ókeypis – matur og alt annað íroknað. Tilmelding verður løgd út, og vit ynskja sjálvandi at síggja so nógv sum gjørligt á skeiðunum.


Avtalan við Thomas Nolan fekst í lag í sambandi við aðalfundin hjá Dansk Atletikforbund, har FÍF hevði tvey umboð.

Thomas Nolan hevur verið ein av førandi donsku venjarunum eftir aldarskiftið. Sjálvur var hann ein sera stinnur rennari. T.d. hevur hann runnið 3.57 á 1.500 og 14.56 á 5.000 m! Thomas er útbúgvin Cand scient í ítrótti við lærda háskúlan í Keypmannahavn.

Av toppnøvnum hevur hann verið venjari hjá m.ø. Robert Kiplagat Andersen, Annemette Jensen, Dennis Jensen, Jesper Faurschou og Maria Sig Møller. Í løtuni arbeiðir hann við Andreas Bueno, sum umboðaði Danmark til innadura EM í Praha seinasta mánað.

Tveir fyrrverandi føroyskir oyggjaleikarennarar hava eisini verið undir kønu hond Nolans. Bæði Evald við Garð og Bogi Lenvig høvdu hann sum venjara teirra bestu ár í Sparta.

Thomas er í føstum starvi hjá Dansk Atletikforbund, har hann stendur á oddda fyri stóru satsingini Motion Danmark, sum er eitt samstarv millum DAF og DGI. Eitt samstarv, sum gongur út uppá at fáa 100.000 fleiri danir at renna, og at fáa 50.000 fleiri rennarar innlimaðar í donsk rennifeløg.

0 comment
0

Related Articles