Home FÍF Venjaraskeið

Venjaraskeið

by Guttorm Sørensen

Vikuskiftið 16.-17. januar skipar ÍSF aftur fyri venjaraskeiði í grundútbúgvingini hjá DIF. Vónandi er onkur úr okkara limafeløgum, sum hava hug at fara. FÍF rindar fyri skeiðið.

Tilmelding hjá limum í FÍF fer fram við at ringja til ella senda mail til:

Hallur Holm
hallur.holm@gmail.com
tlf.: 228 338

(Av heimasíðuni hjá ÍSF):

Skeið fyri venjarum – Venjari 1
– Ítróttur fyri børn og ung.
– Ítróttur og venjing
– Ítróttaskaðar – nei takk

  1. og 17. januar 2016verður skipað fyri enn einum skeiði fyri venjarum.

Byrjað verður leygardagin kl. 09.00 til 20.30 og sunnudagin verður hildið fram frá kl. 09.00 til 17.00. í ÍSF-húsinum í Havn.

Undirvísari: Heri Ziska. Undirvíst verður á føroyskum

Evni:
ítróttanámsfrøði, ítróttaumhvørvi, menning hjá børnum, venjing, trygd og ábyrgd, etikkur og moralur. Hví venja? Og hvussu? Upphiting, anatomi og fysiologi, venjingarprinsippir, undirvísigarprinsippir.
Skeiðið skiftir ímillum at vera teoretiskt og praktiskt, so tá er gott við ítróttaklæðum.
Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100%. Eftir lokið skeið verður luttøkubræv útflýggjað.

Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá DIF, Danska Ítróttasambandinum. Møguleiki er sostatt at byggja víðari upp á skeiðið.

Málbólkur:
Venjarar, hjálparfólk og leiðarar hjá børnum og ungum. Øll sum hava áhuga í og ábyrgd av børnum og ungum, sum luttaka í ítrótti.

Hvat fært tú burturúr:
– Vitan um menningina hjá børnum, fysiskt, psykiskt og samfelagsligt
– Tú lærir nakað um námsfrøði, venjarar av ymsum slag, at seta sær mál, um týdningin av góðum ítróttaumhvørvi.
– Ítøkilig hugskot til spøl og venjing hjá børnum og ungum
– Vitan um, hvussu kroppurin virkar, og hvat ein má taka hædd fyri í sambandi við venjing. Grundleggjandi vitan um venjing og fysiologi. Vitan um, hvussu ítróttaskaðar kunnu fyribyrgjast og um týdningin av rættari uppvenjing, um skaðin er hendur.

Heri Ziska
Heri Ziska verður skeiðsleiðari 

0 comment
0

Related Articles