Home FÍF Venjaraskeiðið 7-10 ár verður leygardagin

Venjaraskeiðið 7-10 ár verður leygardagin

by Hallur Holm

Leygardagin verður fyrra helvtin av venjaraskeiðinum fyri børn 7-10 gjøgnumført. Størsti parturin av degnum er settur av til skeiðið, sum byrjar kl. 9.00 og endar kl. 18.00.

Skráin fyri dagin:

  • 9.00  Møta í ÍSF-húsunum í Gundadali – teori
  • 11.00 Kaffistøðgur
  • 11.15 Teoretiski parturin heldur fram
  • 13.00 Døgverðabuffet í bowlinghøllini
  • 14.00 Praktiskur partur – fimleikarhøllin í Læraraskúlanum
  • 17.00 ÍSF-húsið – teori

Luttakararnir:

  • Úr Treysti: Hjørdis Hávarsá, Einar Gregersen, Susan Jacobsen og Karin Kirke Petersen. (møguliga Jorie Josephsen)
  • Úr Bragdinum: Regin Joensen, Hans Jacobsen, Gunnleivur í Gerðinum, Elsa Berg, Sam Vang, Svend Åge Seloy og Hallur Holm – (Jógvan Glerfoss seinna skeiðið)
  • Úr Hvirluni: Rógvi Højgaard, Helgi Geyti, Birna Mohr Joensen og Joan E. Justinussen. (møguliga onkur at afturat.

Um onkur afturat hevur hug at luttaka, kann viðkomandi ringja til Hall Holm fríggjadagin. (tlf 228 338)

Instruktørarnir:
Tað verða tey bæði Heri Ziska og Randi Kúrberg, sum leiða skeiðini. Hetta er fyrstu ferð yvirhøvur, at FÍF hevur venjaraskeið við føroyskum instruktørum, og tað fegnast vit almikið um. Heri og Randi hava í tveimum umførum verið í Svøríki, har tey hava lokið prógv sum instruktørar fyri svensku venjaraútbúgvingina. Tað var longu meðan Sølvi Reinert Hansen var formaður í FÍF, at man fór at forvitnast eftir, hvat tað var, sum gjørdi frælsan ítrótt so væl umtóktan í Svøríki. Og í 2006 vóru svenskarar her á fyrsta sinni og hildu venjaraskeið. Í FÍF hevur semja verið um at halda fast við svensku venjaraútbúgvingina, og ætlanin er við jøvnum millumbilum at koyra partar av venjaraútbúgvingini í gjøgnum, soleiðis at okkara venjarar kunnu fáa samlað prógv sum ungdómsvenjarar.

Seinna helvtin av hesum skeiðinum verður leygardagin 31. mars. Hendan dagin verður undirvísingin ein tíma styttri, nevnliga frá 9-18.


Daniel Bergin frá svenska sambandinum fyri frælsan ítrótt. Her frá apríl 2011, tá vit høvdu venjaraskeið fyri ung 14-17 ár. Danile var eisini við í 2006, tá skjøtil varð settur á svensku venjaraútbúgvingina.

0 comment
0

Related Articles