Home FÍF Venjaravitjan úr Danmark

Um vikuskiftið koma Anders Sækmose og Lisbeth Bertelsen úr Danmark til Føroya, at hava venjingar saman við feløgunum í frælsum ítrótti. Tey koma hósdagin 12. februar og fara avstað aftur mánadagin 16. februar. 
Vitjanin kom í lag í september seinasta ár, tá nakrir føroyskir íðkarar vóru við til DM fyri Ung í Hvidovre.

Tey bæði hava verið aktiv í frælsum ítrótti í fleiri ár, hava luttikið á danska landsliðnum og vunnið fleiri donsk meistaraheitir. Anders (f.1974) hevur serliga gjørt vart við seg í hekkurenning, meðan Lisbeth (f.1971) serliga hevur gjørt vart við seg í trýstøkki og longdarlopi. Eftir at hava verið aktivur í fleiri ár, hevur Anders nú flutt seg yvir í venjarastarvið. Hann er í dag høvuðsvenjari í Vejle Idrætsforening og lærari á Vejle Idrætsefterskole, har hann hevur ábyrgd av breytini fyri frælsum ítrótti.

– Mær dámar væl at vera á stadion, í skógini ella í venjingarhølinum og arbeiða við íðkarum sum hava málsetningar. Tað er í sær sjálvum ein fragd yvir eina tíð, at síggja framgongd í koordination, styrki, teknikki o.s.v. óansæð støði, sigur Anders Sækmose, sum hevur universitetsútbúgving i biologi og við ítrótti sum sergrein. Hann er m.a. annað venjari hjá Rasmus Terp, sum er ein av bestu 800m rennarun í Danmark fyri tíðina.

sakmose-110   lisbeth-3spring
Anders Sækmose og Lisbeth Bertelsen “in action” fyri Vejle IF

Persónlig met hjá Anders:

Grein PM
50m 6,08 sek
60m 7,13 sek
100m 10,92 sek
200m 22,44 sek
400m 49,9 sek
50m hekk 6,82 sek DR
60m hekk 7,96 sek
110m hekk 14,18 sek
400m hekk 53,91 sek
Hæddarlop 1,95 m
Longdarlop 6,81 m
Trýstøkk 13,98 m
10 kamp 6261 point

Persónlig met hjá Lisbeth:

Grein PM
100m 12,66 sek
100m hæk 15,00 sek
Longdarlop 5,82 m
Trýstøkk 12,84 m

Skráin fyri venjingarnar er hendan:
Hósdagin kl. 18-19 Bragdið (innandura Háskúlin)
Fríggjadagin kl. 15-17 Treysti (Kí-Høllin)
Leygardagin kl. 10-12 Talentbólkurin (Tórsbreyt)
Leygardagin kl. 14-17 Hvirlan (innandura Kommunuskúlin)
Leygardagin kl. 19-20 Fyrilestur/Framløga (ÍSF-Húsið)
Sunnudagin (kemur seinni)

Allir venjarar í teimum einstøku feløgunum fyri frælsan ítrótt, eru eisini vælkomnir at eygleiða tær einstøku venjingarnar, sum tey bæði, Anders og Lisbeth, hava hjá hinum feløgunum.

0 comment
0

Related Articles