Home FÍF Venjingarlega og TF-Renning

Venjingarlega og TF-Renning

by Hallur Holm

Treysti skipaði leygardagin fyri árligu TF-renningini í Klaksvík. Vanliga hevur talentbólkurin verið í Klaksvík, tá hendan renningin er farin fram, og hetta vikuskiftið vóru mið- og langteinarennarar úr talentbólkinum so aftur á venjingarlegu í Klaksvík. Harafturat vóru eisini aðrir ungir rennarar bodnir við, sum hava verið drúgvir í TF Vetrarkappingini.


Eitt sera sterkt lið av rennarum. Hans Erland, Ingi, Gunnar Elisabet, Elin Kristina, Rutt, Oddvør, Maria og Steintór. Niklas hevur longu runnið seg fram um myndamannin.

Venjingarlegan byrjaði við sirkulvenjing saman við Treysti fríggjadagin.  Leygarmorgunin var so rennikappingin, har talentbólkurin fór avstað við flestu heiðursmerkjunum. Onkur av talentunum høvdu líkasum hug at bjóða leiðaranum av, nú styttri teinur skuldi rennast. Men sum roknast kundi við, miseydnaðist hendan royndin.


Hesir ungu fýrarnir tveittu armarnar í loft, tá tað frættist, at veteranarnir ikki vóru í sama bólki sum teir. F.v. Marnar Pattinson, Teitur Bjarnastein og Steingrímur Hallsson

Seinnapartin leygardagin runnu vit nakrar stuttligar stafettir á fótbóltsvøllinum. Her eydnaðsit tað liðinum hjá Niklas Kruse, Dragon Riders, at vinna ein tepran sigur á Panda-diddunum, sum høvdu Steingrím Hallsson sum liðformann. Óndar tungur vildu vera við, at Dragon Riders høvdu stóran fyrimun at hava Gutta á sínum liði – tí hann royndi at snýta allastaðni hann sá sær møguleikan, men tað var hann ikki einsamallur um.

Leygarkvøldið var hugni á loftinum í Skótahúsinum við filmssýning. Vit hugdu eftir filminum um legendariska amerikanska rennaran Steve Prefontaine. Kanska helt Steingrímur, at filmurin var keðiligur, tí mitt í øllum tók hann stikkið úr uppvørpuni, sum ikki vildi tendra aftur, fyrr enn hon var kølnað. Gult kort til Steingrím!

Sunnumorgunin kl. 8.45 fóru vit lendistúr eftir einari hagagøtu omanfyri Ánirnar norður í Svartadal. Tey flestu runnu í fjallarenniskóm, so tað lá væl fyri. Aftaná fóru vit í svimjihøllina. Legan endaði á bakarínum hjá Jórun, har vit fingu góðan døgurða við dessert.

Treysti skrivar um TF-renningina við øllum úrslitum og slóð til myndir: http://www.treysti.fo/news-urslit+tf+renningin+2015.htm

 

0 comment
0

Related Articles