Home FÍF Venjingarlega við Gjógv – myndir

Venjingarlega við Gjógv – myndir

by Hallur Holm

Fríggjadagin var venjingarlega fyri tey, sum eru fimtan ár og eldri. Legan, sum varð hildin við Gjógv, var mest ætlað sum eitt samansjóvingartiltak. Við leiki, felagsvenjing og túrum uppliva tey ungu hvønn annan á ein øðrvísi hátt enn til dagligu venjingarnar.

Fríggjakvøldið var Rúni Seloy so beinasamur at koma at standa fyri venjingini, har hann m.a. tók vøkru náttúruna og sjálvandi trappurnar oman í gjónna við í venjingina. Fríggjakvøldið var stóra spurnarkappingin hjá Gutta við oyggjaleikaspurningum, heimsmetspurningum og myndaspurningum. Leygarmorgunin gingu vit ein túr niðan í Ambadal og seinnapartin varð spælt í bønum. Harumframt fingu vit eisini vitjan av kostráðgeva, sum kundu siga teimum ungu um góðar matvanar.

Her eru nakrar útvaldar myndir:

Herja á fjøllini
Leygarmorgunin kl. 08.30 herjaðu vit í fjøllini

Á Festirsteini
Nøkur tuskaðu oman at klúgva upp á Festirstein – einasti steinur í Ambadali. 

Rigmor gongur undan
Rigmor – the leadar of the pack

Við Kallinum í baksýni
Av Sátuni við Kallinum í baksýni

Samling á Sátuni
Gongan aftur samlað uppi á Sátuni

Stuttligari oman
Stuttligari at skreiða oman, enn at ganga niðan

Cecilia greiðir frá
Eftir túrin var fyrilestur við kostráðgevanum Ceciliu Arendahl, sum eisini rennur fyri Hvirluna. Hon er ikki hvør sum helst. Meira enn 50 maraton hevur hon lagt aftur um.

Skrúðgonga til leik
Eftir døgverðan varð gingið í skrúðgongu til leikir í bønum

Revurin og hønan
Ymisk spøl vóru á skránni. Her er tað revurin og hønan

Andreas við ostaskeraranum
Og her er tað Andreas, sum skerir ostin

Fanga og verja
Verja og fanga. 

Fanga keylu
Fanga keylu – Sunniva er við at fáa fatur

Leikar hart á

Her leikaði hart á hjá dreingjunum

Bragdið togar tog
Urd á odda, tá Bragdið togar tog…. 

Hvirlan og Treysti toga tog
…og Treysti og Hvirlan draga somu línu

Togtogan við renningarferð
Náttúran er góð at spæla í – her er tað togtogan við spurti – tað kann bara enda galið….

Betri felagsmynd
Betri ítróttarfólk! Takk fyri hesuferð og takk til Gjáargarð

Guttorm var óførur við knipsifingrinum, og úrslitini síggjast her

 

 

0 comment
0

Related Articles