Home FÍF Venjingarlegan 10.-12. februar

Venjingarlegan 10.-12. februar

by Hallur Holm

Hetta vikuskiftið byrja regluligu venjingarnar hjá talentbólkinum aftur. Sæð verður í spenningi fram móti einum hendingaríkum vári og sumri, har eitt av høvuðsmálunum hjá bæði elitu- og talentliðnum er VU-Spelen tíðliga í juli.

Skráin fyri hetta vikuskiftið er í stuttum hendan:

Vit hittast kl. 19.00 í svimjihøllini í Gundadali. Tey flestu hava verið til venjing beint frammanundan, so tað verður hugni og skvambl í hyljunum til klokkan 20.00. Aftaná fara vit á Hotel Streym, har vit gista bæði kvøldini. Her fáa vit eina lættari máltíð, áðrenn vit fara til songar. Sengur við dýnum og seingjarklæðum og handklæði er á hotellinum.

Leygarmorgunin fara vit upp at eta morgunmat, og ganga síðani ein lítlan túr. So verður hvíld og ein lættari biti, áðrenn vit kl. 14.00 fara í Vælveru Fitness, har vit skulu gjøgnum tvey program. Tey kallast Body Combat og Body Attack. Tey, ið ætla at renna eitt sindur, kunnu antin gera tað áðrenn ella aftaná hesa venjingina.

Klokkan 18 verður nátturði. Og so fara vit at finna uppá okkurt felagstiltak seinni á kvøldið.

Sunnumorgunin fara vit at venja á Tórsbreyt. Og aftaná fara vit í føðingardag hjá Elsu, sum bjóðar heim til grýturætt. Og hetta verður so tað seinasta, sum hendir á hesi venjingarlegu. Onkur fer nokk í Ítróttarhøllina á Hálsi at hyggja eftir hondbólti, tí at tríggir limir í talentliðnum skulu spæla steypafinalu í hondbólti sunnudagin.

Luttakararnir á leguni eru:

Úr Treysti: Marnar Djurhuus, Einar Gregersen, Gunnar Sivertsen og Rebekka Fuglø

Úr Bragdinum: Rúni Seloy, Hans Jacobsen, Regin Joensen, Teitur Bjarnastein, Steingrímur Hallsson, Sára Debesardóttir, Katarina Høj, Karin Holm Simonsen og Daniel Djurhuus Rein.

Úr Hvirluni: Trygvi Laksafoss, Tórur Mortensen, Marita Káradóttir, Petersen og Tinna Berg Jørgensen.

Venjarar knýttir at hópinum eru: Heri Ziska, Debes Christiansen, Jógvan Glerfoss, Guttorm Sørensen og Hallur Holm.

0 comment
0

Related Articles