Sum nevnt seinast vit hittust, fara vit nú at hava nakrar venjingarlegur fram móti sumri.
Leygardagin skipar Treysti fyri Silva-renning, og í tí sambandi hevur verið vanligt at hava venjingarlegu í Klaksvík. Soleiðis verður eisini í ár. Tó í ár kalla vit tað eina mið- og langteinavenjingarlegu. Tey, ið hava hug, kunnu vera við til hesar venjingarnar. Góður hugburður er ein sjálvfylgja.
Fríggjadagin 17. mars:
Kl. 17.00 – upphiting
kl. 17.15 – sirkulvenjing í badmintonhøllini
kl. 17.50 – avjogg inni/úti
Leygarmorgun 18. mars:
Kl. 11.00 – upphiting
kl. 11. 30 – Silvarenning – 12-16 ár renna 850 metrar
kl. 11. 45 – Silvarenning – 17 ár+ renna 3,3 km
Eftir kappingina renna vit ein stuttan túr uppá 3-6 km
Leygardag 18. mars
Kl. 16.30 – upphiting
Teknisk venjing og ferðspæl.
Avjogg
Silvarenning fyri øll – stuttir teinar fyri ung og gomul, roynd og óroynd.
Sunnudagur 19. mars
Kl. 8.30 – langtúrur. Renna í ymiskum bólkum alt frá 40 min til umleið 75 min.
kl. 9.50 – svimjihøllin
Máltíðir:
Fríggjakvøld kl. 19.30 – døgverði
Leygarmorgun kl. 8.00 morgunmatur
Leygardagur kl. 13.15 – miðmáli
Leygardagur kl. 19.00 – døgverði
Sunnumorgun kl. 7.30 – morgunmatur
Sunnudagur kl. 12.00 – døgverði
Hava við: Soviposa og nokk av renniklæðum. Ikki tí. Hann lovar hampuligt veður.
Vit fara at hava soviposabiograf bæði kvøldini.
Leið 400 fer av farstøðini í Havn fríggjadagin klokkan 15.20. Møta 15.10
Leið 400 koyri úr Klaksvík klokkan 13.3o. Eru í Havn klokkan 15.00.
Tey, sum ikki koma uppí í Havn, koma í bussin, har tað passar best.
Sigið frá á facebook-vanganum FÍF-landslið 2016-17 um tit koma við.
Unglandsliðið stutt undan VU-Spelen í 2015. Tey flestu av hesum eru møguliga eisini við til VU-Spelen 2017.
Vit arbeiða í løtuni við at hava eina venjingarlegu fyri tey, sum eru 15+ ár 21.-22. apríl. Meira um hetta heilt skjótt. Eisini er ætlanin at hava eina venjingarlegu fyri tey, sum eru 12-14 ár.