Home FÍF Vestanstevnurenning: GP 6 Vaksin umframt barnarenning

Vestanstevnurenning: GP 6 Vaksin umframt barnarenning

by Hallur Holm

Fríggjadagin 9. juli klokkan 18.00 skipar Ítróttafelagið Frælsi fyri tí árligu renningini á Vestanstevnu, ið verður í Sørvági í ár. Luttøkan hevur verið sera góð seinastu árini, og tað vóna fyriskipararnir, at hon verður aftur hesaferð.


Frá startinum á Fjarðastevnuni í Vestmanna farna vikuskifti

Kappast verður í vanligu bólkunum:

  • Menn f. 1900-1994 7,5 km
  • Kvinnur f. 1894-1994 7,5 km
  • Menn Veteranar f. 1955-1964 7,5 km
  • Kvinnur Veteranar f. 1894-1964 7,5 km
  • Menn superveteranar f. 1900-1954 7,5 km
  • Gentur og dreingir f. 2003 og seinni renna 750 metrar
  • Gentur og dreingir f. 2000-2002 renna 750 metrar
  • Gentur og dreingir f. 1997-1999 renna 1,5 km metrar
  • Gentur og dreingir f. 1993-1996 renna 1,5 km metrar 

Rutan verður tann saman sum hon var á Vestanstevnu í Sørvági fyri 3 árum síðan; frá kirkjuni og út til Býggjar. Hetta er ein sera vøkur ruta, sum øll lótu væl at seinast.

Rennikappingin er samstundis sætta av sjey umførum í Grand Prix kappingini fyri vaksin. Bert tey, ið hava luttikið í minst 5 kappingum tá Ólavssøkurenningin er av, telja við í samlaðu kappingini. Hetta merkir, at tey, ið hava runnið trý umfør higartil, enn eru við í samlaðu kappingini.

Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum.

Tilmelding online
Aftur í ár verður tilmelding at fara fram online á heimasíðuni hjá FÍF, sum er www.renn.fo. Freistin fyri online-tilmelding er hóskvøldið 12. juli klokkan 22.00. Luttøkugjaldið er kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn. Startgjaldið skal gjaldast, tá startnummarið verður avheintað. Avheintanin byrjar kl. 17.00 við kirkjuna í Sørvági. Eisini ber til at tilmelda seg við kirkjuna, í seinasta lagi ½ tíma áðrenn renningarnar byrja. Allir luttakarar verða bidnir um at møta við kirkjuna í góðari tíð, áðrenn renningin byrjar.

Øll eru vælkomin at verða við, eisini tey, sum ikki ætla at luttaka í Grand Prix.

0 comment
0

Related Articles