Home FÍF Vetrarkappingin 2. umfar – samandráttur

Vetrarkappingin 2. umfar – samandráttur

by Hallur Holm

Flestu tykkara hava – av røttum – sóknast eftir úrslitum og samlaðu støðuni eftir 2. umfar av vetrarkappingini, sum var í Havn leygardagin 6. desember.

Veðurgudarnir høvdu rættiliga spílað seg út hendan dagin, og 26 rennarar høvdu sett stevnu við Tórsbreyt.
Kappingarnar hjá monnum og kvinnum háttaðu seg eins og í 1. umfari. Bjørk H. Olsen var í einum flokki fyri seg, og vann bæði kappingina hjá kvinnum og kvinnuunglingum, har hon var einsamallur luttakari. Nr. 2 og trý hjá kvinnum vóru tær báðar Treystadamurnar Susan Jacobsen og Karin Kirke Petersen. Trioin við Sam Vang, Guttormi Sørensen og Andriasi Hansen kappaðist um 1. plássið hjá monnum. Her var tað aftur Sam, sum var stinnastur, meðan Guttorm aftur megnaði at halda Andriasi aftanfyri. Á fjórða plássinum kom – eins og á Toftum – Jan Elmar Sørensen, sum tó var væl nærri teimum trimum fremstu hesaferð. Við avrikinum vann Jan Elmar unglingakappingina framman fyri nólsoyingin Hanus Pál Jógvansson.

Veterankappingina hjá monnum vann Hanus Højgaard úr Bragdinum frammanfyri Tummas Joensen og Boga Gardar úr Treysti. Jens Weihe, sum nú er farin at umboða Bragdið, gjørdi eitt rættiligt lop frá seinastu kapping. Tá endaði hann góðar tveir minuttir aftanfyri Óla Olsen. Men nú var øðrvísi. Hóast Óli andaði beint í nakkan á Jensi allan vegin, eydnaðist Jensinum at halda Óla aftanfyri, eftir at teir báðir høvdu spennandi spurt seinastu 400 metranar. Steindor Hjaltalin gjørdist nr. 3.

Rebekka Fuglø úr Treysti var einsamøll í gentukappingini, meðan Rúni Seloy vann kappingina hjá dreingjum frammanfyri Regin Joensen og Patrik Larsen, allir úr Bragdinum.

Triðja umfar av vetrarkappingini verður runnið í Hvalvík og Streymnesi leygardagin 24 januar. Teinurin verður 8 km fyri vaksin og unglingar og 3 km hjá gentum og dreingjum.

Úrslitini av 2. umfari av Vetrarkappingini 2008-2009 í renning í Havn eru her.

Á hesi leinkjuni á heimasíðuni hjá Bragdið er myndir frá rennikappingini at síggja her.

0 comment
0

Related Articles