Home FÍF Vetrarkappingin 2007-08

Vetrarkappingin 2007-08

by Hallur Holm

Nú er vetrarkappingin loksins skráløgd.

Leisturin frá undanfarnum vetrarkappingum verður nú broyttur, soleiðis at ikki verður kappast um stig longur. Fyri at fáa kappingina meira samanhangandi, fara vit í ár at taka upp annan tátt. Tær fimm kappingarnar eru í alt 50 km til longdar, og tað er samlaða tíðarnýtslan, sum er grundarlag fyri samlaða úrslitinum. Tað merkir, at fyri at gjøgnumføra vetrarkappingina, skulu øll fimm umførini gjøgnumførast.

Hesin leistur hevur verið royndur áður í tánevndu Daewoo-kappingini, tá samlaði teinurin var eitt heilt maraton. Hesar kappingar vóru væl dámdar, og tí varð hildið tað vera spennandi at royna aftur. Nú tað eru fimm kappingar, er teinurin longdur til 50 km. Samanlagdi teinurin hjá teimum ungu verður 20 km, og aldursbólkarnir verða teir somu sum seinasta vetur.

Skráin er henda: (Ung í klombrum)

  1. 17. november: Runt Agnið – 10,3 km (5 km)
  2. 8. desember: Tórshavn – 12 km (3,5 km)
  3. 12. januar: Streymnes – 7,7 km (2,5 km)
  4. 23. februar: Hvannasund – 10 km (4 km)
  5. 29. mars: Várkapping í Runavík – 10 km (5 km)

Sjálvt um tú skalt vera limur í einum av frælsu ítróttarfeløgunum fyri at vera við í samlaðu kappingini, eru øll vælkomin at vera við í hvørjum einstøkum umfari. Kappingarnevndin hjá FÍF vónar, at rennarar kring landið fara at vísa hesi kapping áhuga.

Kappingarreglurnar eru at síggja her.

2 comments
0

Related Articles

2 comments

Michael 07.11.07 - 10:54

Godt initiativ! Jeg savner dog at læse på hvilke tidspunkter de enkelte konkurrencer starter

Sølvi 15.11.07 - 00:18

Hey Michael
1. umfar á Toftum byrjar kl. 11.00. Veit ikki, hvussu verður við hinum. Seinasta ár royndu vit, tá tað bar til, at hava kappingarnar leygarmorgun. So slepst undan at ganga við nervum allan leygardagin – veit ikki, um tú heldur vilt tað 🙂 Og samstundis fer ikki allur dagurin við renningini.

Comments are closed.