Men oyggjaleikir verða komandi summar, og fyri at brynja og motivera rennararnar, verður herjað á aftur. Hesuferð broyta vit tó samlaðu kappingina, og fara aftur til stigaskipanina, sum fyrr hevur verið nýtt til vetrarkappingina. Runnið verður í hesum bólkum: Gentur, dreingir, kvinnu- & mansunglingar, kvinnur, menn, kvinnu- & mansveteranar og manssuperveteranar.
Kappingarnar verða tær somu sum í fjør:
1. umfar – 15. nov. Runt Agnid 10,3 km (5 km)
2. umfar – 06. des. Tórshavn 12 km (3,5 km)
3. umfar – 24. jan. Hvalvík/Streymnes 8 km (3 km)
4. umfar – 21. feb. Hvannasund 10 km (4 km)
5. umfar – 28. mars Runavík 10 km (5 km)
Skráin, stigaskipan, aldursflokking og reglur annars í sambandi við vetrarkappingina, eru at finna á høvuðssíðuni undir “reglur”. Reglurnar verða lagdar út ein av fyrst komandi døgunum.
5 comments
Hvat kl. verður runnið Runt Agnið 15. nov.?
Kl. 11 fyrrapartin, væntandi.
Nær byrjar tilmelding? og er kl.11 fastlagt?
Nær verður klárt at tilmelda seg?
Tilmeldingin verður tøk i dag. Byrjað verður kl. 11.
Comments are closed.