Home FÍF Vetrarkappingin 2009/10 klár

Vetrarkappingin 2009/10 klár

by Guttorm Sørensen
bjork
Frá seinasta umfari av síðstu vetrarkapping. Bjørk H. Olsen og Mikael Feldballe. Longur afturi sæst Óli Olsen

Aftur í vetur verður skipað fyri vetrarkapping í renning. Byrjað verður leygardagin 14. november 2009, tá siðbundna kappingin Runt Agnið verður runnin.

Undirtøkan seinasta ár var størri í mun til undanfarin ár og vónar FÍF, at so verður aftur í vetur. Næsta summar er eitt ár uttan Oyggjaleikir, men vónandi fara okkara fremstu rennarar at luttaka í Vetrarkappingini kortini. Gott hevði eisini verið at sæð enn fleiri av okkara yngri rennarum tikið lut í Vetrarkappingini.

Í samlaðu kappingini verður sama stigaskipanin brúkt. Talan er um somu stigaskipan sum seinasta ár í Vetrarkappingini.

Kappast og runnið verður í hesum bólkum: Gentur, dreingir, kvinnu- & mansunglingar, kvinnur, menn, kvinnu- & mansveteranar og manssuperveteranar.

Kappingarnar verða tær somu sum í fjør:

1. umfar – 14. nov. Runt Agnið 10,3 km (5 km)
2. umfar – 05. des. Tórshavn 12 km (3,5 km)
3. umfar – 30. jan. Hvalvík/Streymnes 8 km (3 km)
4. umfar – 20. feb. Hvannasund 10 km (4 km)
5. umfar – 27. mars Runavík 10 km (5 km)

Tølini í klombrum eru teinarnir hjá dreingjum og gentum. Skráin, stigaskipan, aldursflokking og reglur annars í sambandi við vetrarkappingina 2009/10, eru at finna á høvuðssíðuni undir “reglur”.

2 comments
0

Related Articles

2 comments

Dánjal 07.10.09 - 16:10

Hvussu verður við vetrarrenningini hesaferð? Er tað møguligt at kappingarnar vera lagar seinnapart, so suðringar kunnu vera við. Smyril er í Havn kl. 11.30 leygardag.

Árna 20.10.09 - 12:32

Hvat klokkan er fyrsta kappingin.

Comments are closed.